Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Parkeringinstunnil er loysnin

2020-10-15 09:48

 


Komandi 4 árini er alneyðugt at trupulleikarnir við parkering verða loystir. Fólkaflokkurin hevur eina góða og skilagóða loysn uppá hettar, og við fólkaflokkinum í býráðnum verður gongd sett á hettar komandi valskeið.

 

Fólkaflokkurin ynskir at gera eina tunell undir miðbýnum í Tórshavn. Ein parkeringstunnil skal gerast frá Skálatrøð yvir á Bursatanga. Ein tílíkur tunnil loysir upp fyri trupulleikanum við parkering í miðbýnum, og samstundis varðveita vit grønu økini í miðbýnum, umframt møguleikin er til at gera miðbýin enn meira livandi.

 

Við einari tílíkari loysn er møguleiki at fáa umleið 700-1000 eyka parkeringsplássum, og er hettar neyðugt. Líkandi parkeringstunnlar eru gjørdir í Noregi, og hevur tað rigga væl. Nú er tíðin komin at Tórshavnar kommuna ger hesa íløguna, soleiðis at framtíðar parkerings trupulleikin verður loystur.

 

Fólkaflokkurin ynskir at fremja hesa ætlanina, og eg taki fult undir við hesum. Eg fari at gera mítt til at hendan verkætlanin fer av bakkastokki, og at vit skapa ein miðbý við góðum parkerings møguleikum.

 

Hettar fari eg avgjørt at arbeiða fyri. Og sjálvandi skal hettar í gongd sum skjótast. Vel ein sterkan fólkaflokk inn í Tórshavnar kommunu.

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin.