Pápar taka eisini ábyrgd - aftursvar til Rósu

Løgtingskvinnan fyri sambandsflokkin, Rósa Samuelsen, legði í løgtinginum pápar undir at vera ábyrgdarleysar. Hon bygdi sítt uppáhald á eitt dømi, har ein pápi átti sjey børn við sjey ymiskum kvinnum. Út frá hesum skar hon allar pápar yvir ein kamb og segði, at nú máttu pápar taka ábyrgd.

Pápar taka ábyrgd

Tað má metast at vera stak óheppið, tá Rósa Samuelsen tekur so dýran til. Tað kann væl hugsast, at tað finnast pápar, ið renna undan ábyrgd. Tíverri. Men tað finnast eisini dømir, har mammur ikki eru ábyrgdina vaksnar. Tíverri. Men tað merkir ikki, at allar kvinnur renna undan ábyrgd. Tvørturímóti. Tað merkir, at nøkur - sama hvat kyn - eru ikki egnað at taka ábyrgd. Orsøkirnar kunnu vera so nógvar. Sosialur arvur. Umstøðurnar. Lívið. Lagnan. Sálarliga barrlastin. Tí harmar tað meg almikið, tá Rósa Samuelsen leggur soleiðis eftir pápunum.

Vit arbeiða fyri øll

Vit arbeiða við lógum. Okkara aðalmál er ikki at seta mammurnar ímóti pápunum, men at arbeiða saman við mammuni og pápanum, har børnini eru í miðdeplinum. Vit mugu ikki brúka tingsins røðarapall at viðgera einstøk persónsmál. Tað er upp til Ríkisumboðið. Heldur mugu vit gera greitt, hvat vit vilja framyvir. Hvussu skulu vit handfara alsamt vaksandi parlags- og hjúnarskilnaðir, har børnini liggja í klemmu? Hvussu fáa vit best burturúr? Eyðsæð er, at børnini hava brúk fyri báðum foreldrunum. Tey hava hvør sína uppgávu. Tí átti tað heldur at verið okkara aðalmál at javnsett partarnar. Undir núverandi lóggávu hevur mamman í flestu førum rætt til børnini. Sama var galdandi í Danmark. Men ikki longur. Nú hava bæði foreldrini rætt til børnini. Vit áttu at gjørt tað sama.

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin