Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Páll Gregersen - Ein óseriøsur framsøgumaður ?

 Páll Gregersen - Ein óseriøsur framsøgumaður


Í døgurðatíðindunum fyrru vikuna á Rás 7 var ein longri samrøða við Páll Gregersen. Tað var mest um tað aktuellu fiskivinnunýskipanina. Páll kom við nøkrum pástandum sum eg helt verða faktuelt skeivir og sum eg haldi ikki eiga at standa uttan viðmerking


  • Manglandi tryggleikin í kvotum forðar fyri nýíløgum í skipaflotan

  • Fiskivinnunýskipanin skumpar føroyskar fiskimenn yvir til Norra

  • Normenn flenna eftir so gamal tann føroyski flotin er

  • ggjir aktørar í fiskivinnuni koma bara at taka kvotu frá verandi aktørum og koma ikki at tilføra nakað.


1. Tað er skeivur pástandur, at tryggleiki og langtíðarsikring í kvotum viðførir ein nýggjari skipaflota.

Tey mest gullrandaðu fiskiloyvini í Føroyum gjøgnum ein heilan mannsaldur eru kvoturnar í Barentshavinum. Tey berandi skipini hjá teim 3 stóru reiðaríðunum sum fiska í Barentshavinum eru í meðal 28 ára gomul. Gadus hjá JFK er gamalt skip keypt úr Noregi bygt í 1987. Akraberg hjá Framherja er gamalt skip keypt úr Íslandi bygt í 1994 og Enniberg hjá Mortan Johannsesen er bygt í Noregi í 1990. Hesi reiðaríini hava lagt til sín aðrar partar av fiskiflotanum bæði til Barentshavið, heimaleiðirnar og longur vestur í hav. Men øll skipini tey hava lagt til eru antin gomul ella aggandi gomul.

2. Tað er ein skeivur pástandur at tað er fiskivinnunýskipanin ella tann gamli fiskiflotin í Føroyum sum fororsakar at føroyskir sjómenn fara til Norra.

Longu í 50’unum vóru nógvir føroyingar í norska handilsflotanum. Ì 60’unum vóru nógvir føroyingar við norskum línubátum sum fóru vestureftir. Teir blivu tiknir umborð í Føroyum á veg vestureftir og settir av aftur í Føroyum á veg heim til Noregs aftur. Ì 70’unum var ørgrynna av føroyskum dekkarum við norska trolaraflotanum. Nøkur skip høvdu bara føroyingar á dekkinum. Norsku reiðarnir leigaðu eitt heilt flogfar úr norðurnoregi við trolaramonnum beinleiðis til Føroyar til jóla og heintaðu teir aftur eftir jól. Tað seinasta rendi av føroyskum sjómonnum til Norra í 90’unum og nullunum er orsaka av norsku frálandavinnuni. Hon hevur sópa alt tað góða fólki frá fiskiflotanum og eftirlatið eitt stórt vacuum í nógvum øðrum vinnum. Og ørgrynni av føroyingum hava tikið av av tilboðnum.

Tað eru eisini aðrar bæði kulturellar og sosialar orsøkir til at føroyingar eru so trekir at koma heimaftur, tá teir einaferð hava verið í Norra. Kanska skipara og reiðaramentanin í Føroyum kundi lært nakað av normonnum, um hvussu man fær eitt mannskap at føla seg virðissætt. Og so er tað mynstringartíðin. Normenn hava fasta skipan við einum mánað úti og ein mánaða heima, Og menn kunna planleggja ár fram í tíðina til brúðleyp, konfirmasjón v.m. Føroysku reiðarnir bjóða upp til 2 ½ ella 3 mánaðar útmynstring. ”Tit koma heim tá skipi er fulllasta”. Liðugt við tí. Tá er tað lætt at velja hjá einum føroyskum pápa.

3. Tað er ein skeivur pástandur at normenn flenna eftir teim gomlu føroysku skipunum.

Skal tú verða skaðafróður so er nokk at takað av óansæð. Men so er tað tað, hvør ið hevur mest rætt til at flenna. Norsku skipsreiðarnir hava heilt víst grátið líka nógv sum teir hava flent. Seinasta vetur lógu javnt og samt millum 150 til 200 frálandaskip við kai uttan arbeiði. Øll frálandareidaríðini í Norra eru farin av knóranum seinastu 2 árini. Og tey hava fingið tilførdar 10 tals milliardir norskar krónur til endurreisn. Stórsta frálandareiðaríðið í Norra er "Solstad" sum Røkke og Frederiksen eiga. Júst nú fara fara teir á knøðum til bankarnar, tí teir ikki klára at yvirhalda síni forpliktilsir. Og tað eru bara tvey ár síðan teir fingu endurreist hettar felagið og felagið fekk eina milliarda kreppuhjálp.

Vit kundu eisini hugt at trolara reiðaríðum í Norra. Har hevur tað als ikki verið so nógv at skriva heim um fyrr enn júst seinastu árini.

Í 2006 var ”Trålerrederiet” í Lofoten stórsta trolarareiðarí í norðurnorra. Teir høvdu 7 skip sum vóru millum 30 og 40 ára gomul. Og so eittggjari skip. 2006 var fyrsta árið í umstruktureringini í Noregi. Tvs. har reiðaríðini fingu loyvið til at leggja 2 kvotur saman í eitt skip og kondemnara fyrra skipið. Tá kundu skipini fyri fyrstu ferð fara frá hálvársdrift til heilársdrift. Tey undanfarnu 15 árini høvdu trolarnir bara havt kvotu til 5 mánaðar fiskarí og máttu so liggja við bryggju í hinar 7 mánaðirnar av árínum. Finnmarkin lá trøllsliga myrk og fiskavirkini vórðu stongd vegna fiskabann. Og fíggjarstøðan var slettis ikki altið so góð. So seint sum fyri 9 árum síðani lógu vit í Tromsø og sluppu ikki til fiskarí tí vit ikki fingu bunkring. Og tað var AkerSeafood, stórsta trolarareiðaríðið í Norra. Eg sendi ein ordra uppá Nkr.70,000,- fyri eykaðlutir til Baadermaskinurnar. Men mátti barbera ordran niður í Nkr. 27.000,-, Baader Norge noktaði at levera so stóran ordra, vegna millóna resistancu.

Normenn hava saktans havt ein stóran og prýðiligan uppisjóvarflota í 70’unum og 80’unum sum var bygt uppá lodnufiskarí. Men tað var áðrenn nakar tók fiskifrøðingar fyri fult og menn framvegis trúðu at havið var ótømandi. Men lodnan var skjótt og grundiga niðurfiska og allur flotin gjørdist virðisleysur.

Og fiskifrøðingarnir hava slettis ikki ðar dagar í Føroyum heldur. So er tað ein álvarsspurningur hvussu longi vit her í norduratlantshavinum áhaldandi kunnu yvirfiska uppisjóvarfiskin við eini 300.000 tons árliga í mun til tilmældu kvotuna frá ICIS. Og hvønn rætt hava vit til at láta sum um havið framvegis er ótømandi. Tað burdi ligið ein stór ábyrgd á monnum sum rópa hart og sum takað stórar avgerðir, tí søgan hevur tað við at endurtakað seg.

4. Páll kemur eisini inn á nýggjar aktørar. Hettar er tað sagt nógv um. Páll hevur rætt í at nýggjir aktørar í fiskakvotum koma at takað kvotu frá verandi aktørum. So er tad spurningurin, hvussu galið er tað ? Ella sagt á ein annan hátt. Hava verandi aktørar gjørt seg berættigar til at hava kvoturnar soleiðis sum nú ? Vit kundu hugt at tí mest gullrandadu kvotuni sum er í Barentshavinum.

Fyri 50 árum síðani byrjaði Vesturvón úr Sørvági at fiska til flakaframleiðslu. Framleiðslan í 1974 var 70% blokkfryst og so 30% sum var pakkað til 5 punds. 5 punds var singulpakkaði fløk, beinfrí, skræðufrí og fór beinleiðis í frystidiskarnar hjá Marc & Spencer í Onglandi.

Í dag eina hálva øld seinni standa føroyingar og gera júst somu framleiðslu. Vit eru ikki komnir rættuliga langt. Har eru minst 2 trolarar sum enntá bara fiska skráðskorið í blokk.

Um vit seta ein annan vinkul á so kundu vit spurt Bill Gates um perspektivini í at framleida PC’arar frá 70´unum. Ella vit kundu spurgt Volvo Cars um perspektivini í at framleiða Volvo Amazon ella tann legendariska Harragarðvognin Volvo 244 frá 70’unum Teir vildu heilt víst ikki hildið, at tað hevði nakra framtíð. Men Páll og nógvir við honum halda púra fast í ein beinfryst fornaldarskipan er tað rætta at framtryggja Føroya land. Men her er tað um nakað annað ódugnaskapur hjá tí politiska myndugleikanum sum slettis hevur duga at stýra og kanalisera yvirskotið í fiskivinnuni yvir til størri virðisøking. Aðrastaðni brúka teir písk og gularót. Tað burdu vit eisini kunna fingið til. Tí hettar er okkara livibreyð meir enn nakað annað. Tess meira týðandi við dugnaligari stýring. 

Tryggleiki í kvotum er ikki nøkur trygd fyri nýskapan og nýíløgum. Tvørturímóti so er tað ein koddi til at leggja seg afturá. Og Pálli nýtist ikki at spyrja Bill Gates um hann heldur tey sovandi gomlu reiðaríðini hava sínar fiskakvotur berættiga. Tað svari kundi eg givið honum.

Ikki tí. Páll hevur sjálvur verið ein av teim sum hevur gingið nýggja leið tá aðrir bara hildu uppá tað sama. Gøtu Fiskavirki fór undir serframleiðslu av brosmu tá allir aðrir bara tóku ímóti øllum soleiðis sum allir hinir altíð høvdu gjørt. Í Lorvík fór Osmund Justinessen undir gullaksafarsframleiðslu. Og vestmenningar fóru at framleiða uppisjóvarfisk burturav. Og Gøtumenn við Varðanum hava brotið burturúr nýggjum sum vit bara sjálvdan síggja her á landi. Her er nokk so nógv at takað av og at hava eina vón í. Sum gløggur vinnulívsmaður burdi Páll nógv heldur roynt at gingið inn í nýggju fiskivinnuskipanina og fingið vent henni við nýggjum tonkum so vit fingu mest burturúr. Ístaðin fyri so gongur hann inn í eina stokkonservativa barrikadu sum ikki hevur berættiga nakra framtíð. Tað fyrra hevði tænt bæði Pálli og landið okkara nógv betur.