Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Pakka kuffertini, Sjúrður – ger teg kláran til Katalonia, Magni

2019-02-28 19:15

Við yvirskriftini ”skjót ongar rakettir, Jørgen – miss ikki svøvnin, Magni” langar Sjúrður Skaale í lesarabrævi út eftir Spyr.fo og Portal.fo. Orsøkin er, at Spyr.fo hevur gjørt eina veljarakanning fyri Portalin, sum ikki er til fyrimuns fyri Sjúrð, tí veljarakanningin vísir, at bæði Sjúrður Skaale og Magni Arge helst ikki hava gjørt sítt fólkatingsarbeiði nóg væl, og tí ætlar fólkið í Føroyum at straffa teir og seta onnur fólk í teirra starv sum fólkatingslimir.

Sjúrður roynir at flyta fokus, og við sínum retorikki at fortelja Føroya fólki at Spyr.fo og Portal.fo ikki eru at líta á. Tað er í sær sjálvum áhugavert, at tílíkir pástandir skulu koma frá einum politikkara sum Sjúrð Skaale. Harvið roynir Sjúrður krampagtigt at sannføra Føroya fólk um, at ein atkvøða á hann ikki er ein burturspilt atkvøða – sjálvt um tað er júst akkurát tað, sum hon er.

Aktuella veljarakanningin, og allar hinar veljarakanningarnar fyri tað saks skyld, vísa rættiliga greitt, at Føroya fólk ikki eru nøgd við politisku linjurnar hjá sitandi samgongu og arbeiðið hjá Sjúrða og Magna annars, og at tey tí ætla at skifta stóran part av hesum fólkum út – har ímillum eisini fólkatingsumboðini Sjúrð Skaale og Magna Arge.

Tá ikki bara ein, men nærum allar veljarakanningarnar, vísa henda greiða tendens, ber illa til at koma uttanum, og tí virkar tað nokk so smakleyst, patetiskt og desperat av Sjúrða at leggja soleiðis eftir Spyr.fo og Portal.fo.

Hinvegin, um vit absalut skulu hyggja nærri at veljarakanningum hjá Spyr.fo, so lat okkum líka tað.

Undir yvirskriftini ”Grundleggjandi skeivt”, byrjar Sjúrður sína argumentasjón, sum gongur út upp á, at spyr.fo byggir á eitt panel, har 5.000 fólk eru við, og at tað bara eru fólk, sum sjálvi hava teknað seg til hetta panelið. – Og síðani, eftir at hava skrætt alt sundur og saman, kemur Sjúrður Skaale til ta niðurstøðu, at nærum alt hjá Spyr.fo er skeivt og ikki-eftirfarandi, og at hann sjálvur, sum fólkatingslimur, tí als ikki stendur til at fella.

Eg haldi, at tað er nógv størri sannlíkindi fyri, at eitt skrivstovufólk í Havn meldar seg til panelið hjá Spyr.fo enn at t.d. egningarmaðurin á keiplássinum, ger tað. Og víðari vita nærum øll, sum hava áhuga fyri politikska landslagnum, at veljarar í Havn atkvøða væl meira til vinstru í føroyskum politikki enn fólk í útjaðara-Føroyum – tí eigur veljarakanningin hjá Spyr.fo, um nakað, at innihalda óvissu til fyrimuns fyri vinstravongin í føroyskum politikki, og harvið til fyrimuns fyri bæði Sjúrð Skaale og Magna Arge.

- Harvið standa teir ikki bara til at fella, men til at fella við einum braki.

Tá Tjóðveldi seinastu árini hevur havt væl meira áhuga í katalonskum fullveldi enn føroyskum fullveldi, og tá val eisini skjótt skal vera í Katalonia, er tað væl nógv meira passandi, at Tjóðveldi heldur stillar upp í Katalonia enn í Danmark, og harvið átti rætta yvirskriftin handan alt orðaskvaldri og retorisku burtforkláringarnar hjá Sjúrður Skaale heldur at veri:

Pakka kuffertini, Sjúrður – ger teg kláran til Katalonia, Magni

Janus Rein