Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ovurstór nøgd av eituri brúkt í alingini

2014-02-17 05:26

Gransking er altíð góð, men ikki um hon er ætlað at sminka ella skøva útyvir ein álvarsaman trupulleika. Mær lystir at vita hvussu frammalaga føroysk gransking kann vera í mun til norska og europeiska, ið gongur fyri seg á fleiri óheftum granskingarstovum. Stórur trupulleiki vita vit er innan laksalýsnar, ið eru resistentar mótvegis hydrogenperoxid, ið annars ikki er serstakliga umhvørvisdálkandi. Men so eru til at taka onnur evni, ið verða brúkt, og sum eru sterkt eitrandi fyri umhvørvið m.a. diflubenzuron og teflubenzuron. Annað evnið nevnt emamektin vísir seg heldur ikki at rigga móti lakslús, og økist tí nøgdin av øðrum vandamiklum evnunum. Norska nýtslan av antibakteriellum evnum er lítil, meðan nýtslan av evnum móti innvølsmakki bleiv trífaldað frá 2011 til 2012. Og so eru aftur onnur evni sum bronopol, ið skal mótvirka soppi.

Sambært Norges veterinærhøgskole og Institutt for mattrygghet og infeksionsbiologi, vóru brúkt hesi sløg og nøgdir av kemiskum evnum í 2012:

Antibakteriell evni: florfenikol 191kg, og oksolinsyra 1.399kg
Evni móti lakslús: azametifos 4.059kg, cypermetrin 232kg, deltametrin 121 kg, diflubenzuron 1.611kg, emamektin 36kg, og teflubenzuron 751kg.
Evni móti innvølsmakki: praziquantel 423kg
Evni móti soppi: bronopol 1.090kg
Doyvingarevni: benzokain 800kg, isoeugenol 134kg, metakain 3.481kg


Norski veðurlags- og dálkingarstovnurin KLIF hevur fráboðað, at nervaeituri diflubenzuron og teflubenzuron eru sera eitrandi fyri krabba og skeljadjór, og at tað ikki hvørvur í sedimentinum undir aliringunum, men enntá finnist heilar kilometrar burturi. Hummari er deyðadømdur har aling er nærhendis, so her kann stórt spurnartekin setast við atburðin hjá Bakkafrost á Árnafirði.
Dag og dagliga hoyra og lesa vit um øktar nøgdir av umhvørviseituri, ið hava heilsuvandar við sær, m.a. krabba, diabetes, hjarta- og aðrasjúkur o.a., og náttúru- og umhvørvisdálkingin er sum heild sera stór. Nøgdin av diflubenzuron, ið brúkt var í Føroyum í 2012 var heilar 848kilo. Verður samanborðið við Noreg, ið sama ár brúkti gótt tvær ferðir so stóra nøgd, skal takast við, at nøgdin av alilaksi hjá okkum bara er uml.5% til 10% av tí Noreg framleiðir, og kann sostatt sigast at nýtslan av hesum eituri er ovurstór her hjá okkum.
Tað kann verða áhugavert at vita, og er nokk eisini ein skylda hjá Føroya Fiskaaling og alifyritøkunum, at siga frá alment hvørjar nøgdirnar eru av heiluvági og kemiskum evnum, ið brúkt verða, og eisini at t.d. Heilsufrøðiliga Stravsstovan kunnar borgaran um nøgd og hvørji eiturevnini eru í tí vøru seld verður. Í 2012 vóru, sum nevnt, stórar nøgdir av diflubenzuron brúktar, men hetta verður ikki kunnað frá vinnuni og heldur ikki Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Sambært útlendskum granskingarstovum er nøgdin av PCB, dioxin og lívrunnum hormonlíkandi evnum, og øðrum umhvørviseituri, 20 til 30 ferðir størri í alilaksi enn t.d. í høsnareggum, svínakjøti og líknandi matvørum. Hetta er heilt greitt ikki nøkur gongd leið, hvørki fyri matvøruframleiðslu, keyparan av hesi matvøru, umhvørvinum og enn minni villa laksastovnin, ið er í stórari minking vegna alingina.

Almenni myndugleikin hevur skyldu, at borgarin verður kunnaður og fær allar upplýsingar um nýtslu av eituri í alingini, umhvørvisstøðuni á firðunum og dygdini og innihaldinm av eiturevnum í alilaksinum sum matvøru.

http://www.miljodirektoratet.no/no/Nyheter/Nyheter/Old-klif/2013/Januar_2013/Lakselusmidler_kan_gi_alvorlige_miljoeffekter/