Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Óvissa um eftirlitsmyndugleikan

2021-12-07 09:17

Felagið Heimafriður er av teirri greiðu fatan, at tað er Umhvørvisstovan, ið er eftirlitismyndugleiki, tá skip liggja við bryggju og larma. Umhvørvisstovan sigur, at tað eru kommunurnar sjálvar, ið eru eftirlitismyndugleiki. Heimafriður hevur tí sett sær fyri, at fáa eina løgfrøðiliga meting av málinum.

Felagið Heimafriður hevur viðgjørt spurningin um, hvør er eftirlitsmyndugleiki í sambandi við, at skip liggja við bryggju og larma og dálka.

Tað er ein afturvendandi plága fyri nógv fólk, sum búgva við og nærindis havnaløgum, at skip liggja og larma á náttartíð, so at hetta órógvar náttarsvøvnin illa. Sama er galdandi um dagin, og serliga eru smábarnafamiljur sera hart raktar, og hava ofta verið noyddar at rýma úr egnum heimi. Stóri spurningurin er, hvagar skal ein venda sær, tá støðan við skipslarmi gerst ótolandi. Hetta, sum átti at verið ein samfelagslig ábyrgd, er eftir øllum at døma lagt á herðarnar hjá tí einstaka borgaranum at finna út av.

Felagið Heimafriður er av teirri greiðu fatan, at í førum sum hesum er tað Umhvørvisstovan, sum er eftirlitsmyndugleiki. Felagið heldur seg til grein 31, stk. 2 í kunngerð um umhvørvisreglur, sonevndu umhvørviskunngerðini, har tað púra greitt stendur, at “Umhvørvisstovan hevur eftirlit við fyritøkum, virkjum og útbúnaði, sum kommunustýri eigur í ella rekur.”

Umhvørvisstovan vísir harímóti á, at kommunurnar eru tann kommunali eftirlitsmyndugleikin og umhvørvismyndugleikin, ið merkir, at tað eru kommunurnar, sum hava eftirlit við, at tey virkini, sum eru í kommununi, og tey skipini, sum liggja í teimum kommunalu havnunum, skulu lúka tær ásettu treytirnar.

Felagið Heimafriður undrast á, hvussu hetta hongur saman, tá ið tað so klárt stendur í kunngerðini, at tað er Umhvørvisstovan, ið hevur eftirlitið við virkjum, sum kommunan eigur í. Felagið spyr, hvussu ein, sum rekur eitt virki kann hava eftirlit við sær sjálvum. Hetta ber snøgt sagt ikki til, sambært reglunum um gegni (habilitet).

Fyri at fáa greiðu á hesum hevur Felagið Heimafriður sett sær fyri at fáa gjørda eina løgfrøðiliga greining av hesum ivaspurningi. Felagið metir, at tað kann vera við til at gera tey fløktu viðurskiftini kring ábyrgd og eftirlitsskyldu á hesum týdningarmikla øki, greiðari.

Ein slík greining krevur eitt fakligt krevjandi fyrireikingararbeiði, sum felagið hevur gjørt av at leita sær hjálp til at fáa gjørt.

Í hesum sambandi heitir felagið á fólk, feløg og fyritøkur um at stuðla felagnum fíggjarliga. Nærri fæst at vita, hvussu hetta kann verða gjørt, inni á Facebook-síðuni hjá Felagnum Heimafriði, ið er https://www.facebook.com/heimafridur. Eisini ber til at skriva til Heimafrið á heimafridur@gmail.com.

Vinaliga

Felagið Heimafriður
Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna