Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Ovastevna í Tórshavnar kommunu

Jákup av Skarði

Vikuskiftið 10.-12. august 2012 er aftur ovastevna í Nólsoy, og spennandi verður at frætta, í hvønn mun kommunvalið í ár verður tikið fram í setanarrøðuni - og í hvønn mun politikkarar fara at hitta veljararnar hesar dagar.

Nógvir fyrimunir hava verið av samanleggingini - og okkurt er eisini fyriskipað, ið Nólsoy sum einsamøll kommuna ikki hevði kunnað staðið fyri. Her hugsi eg serliga um kloakk-viðurskiftini, nýggju atløguna, fótbóltsvøllin og bátaplássini. Felags fyri hesi økini er, at Tjóðveldi eigur formanssessin í avvarandi nevndum!

Men tíanverri eru nógv gylt lyfti enn, har komið ikki er á mál: Vetrarfriðingin, bátadráttur, tyrlupalur, útstykking, eldrasambýlið og at broyta ætlanina at byggja svimjihyl, til heldur at verða ein stór fimleikahøll, ið kundi havt atknýttan møguleika til málningaframsýning (t.d. av Steffan Danielsen). Vónandi verður gott úrslit í heyst, har fleiri umboð fyri Tjóðveldi eru í býráðnum og harvið tryggja, at hesi leysu lyfti eisini verða útint í verki.  Okkurt av hesum málum krevur, at Tjóðveldi er so væl mannað, at vit eru í samgonguni.

Fyri mong er býráðsvalið ikki partapolitiskt, men tað er tó ein sannroynd, at innan mentunarøkið, skúlaøkið og í øllum framatlítandi visiónum er neyðugt at velja fólk á Tjóðveldislistanum. 

Harafturat vænti eg, at fyrimunur er fyri allan útjaðaran í Tórshavnar kommunu, um umboð úr útjaðaranum eru millum býráðslimirnar. Og fyrimunirnir fyri útjaðaran eru vinningar fyri kommununa. Litpalettin fyri Tórshavnar kommunu verður nógv litríkari og dragandi fyri nýggjar borgarar, um fokus verður sett á at styrkja og menna útjaðaran. Ætlanin við staðbundnu nevndunum var helst góð, men tað er sjón fyr søgn, at hesar nevndir ikki hava vald og í alt ov lítlan mun verða hoyrdar - hetta kann betrast um útjaðarin er politiskt umboðaður, og fundir við staðbundu nevndirnar verða betri skipaðir og fastlagdir.

Stór tung mál - eisini innan mentanarøki - standa fyri framman. Verður hugsað um musikkskúlan og tjóðpall, so er hetta heilt víst millum nøkur lovorð, ið tikin verða fram komandi tíðina. Ynski mítt er, at veljarin lýtur aftur á seinastu árini og leggur sær í geyma, hvør hevur sess á mentunarøkinum, og vísir Tjóðveldinum álit til komandi val.


Vinaliga

Jákup av Skarði