Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ov stórt at vera hjáland, ov lítið at vera ósamd

2020-08-25 07:14

Føroyar eru ómetaliga ríkar. Náttúrutilfeingið er sjálvsagt, men dýrasti gripurin er fólkið. Vit, føroyingar, eru heilt serstøk. Eisini fólkafloksfólk og tjóðveldsfólk. Vit eru 50.000 fólk, ið búgva mitt í Atlantshavinum. Ein BYGD í altjóða høpi. Men eigur tað at vera ein forðing? Nei, ikki fyri føroyingar.

Hvør bygd hevur eina tjóðarúrtøku á 18,708 milliardum?

Hvør bygd hevur sett ES uppá pláss tá tað kom til fiskiskap?

Hvør bygd hevur eitt móðurmál, ið er eitt tað mest sermerkta í heiminum?

Hvør bygd hevur eina mentan, ið trumfar tær størstu mentanirnar?

Alt hetta eigur ikki at vera gjørligt, men fyri føroyingar er tað ikki meira enn gerandisdagurin. Hesi eru bert fá dømir av tí, vit megna saman. So hví kunnu vit ikki avgerða alt sjálvi? Hví ikki verða bróðurtjóð dana, heldur enn hjáland teirra?

Orsøkin er, at vit eru føst í somu ósemjunum, og hesar ósemjur forða fyri endaligu samantviningini av føroyska samfeglanum. Vit hava fleiri politiskar flokkar, nógvar kommunur og harav óteljandi ymsar meiningar. So ósemjurnar eru ein sjálvfylgja. Tó eru ósemjur ikki altíð forðingar, tær eru møguleikar at flyta mørk. Men Føroyar eru ov lítlar til stagnerðar ósemjur har onki útlit er fyri semjum. Politiskar ósemjur, ið hava verði tær somu, síðstu nógv árini, og har tað tykist sum um Flokkarnir hugsa ov nógv um sínu egnu og seg sjálvan, heldur enn heildina.

Heldur enn at hugsa um ávísar bólkar í Føroyum, skuldi verði hugsað um Føroyar sum eina heild í mun til restina av heiminum Tí vit eru 50.000 fólk. Vansin vid øllum hesum ósemjunum er, at føroyska samfelgaðið stendur veikari, og tað tænir okkum á ongan hátt. Til dømis hava útlendingar seinnu árini ogna sær milliarda virði lógliga úr føroysku vinnunum. Pengar, sum kundu komi føroyingum til góðar, og sum føroyingar hava rætt til. Tað kundi t.d. fíggjað grøna orkuskiftið.

Høvdu vit fingið breiðar semjur og polittikararnir høvdu lagt síni egnu áhugamál til síðis, eru eingi mál vit ikki høvdu røkkið saman. Vit hava tørv á hvørjum øðrum, óansæð hvat ein billar sær inn.

Tá høvdu vit enduliga sannað, at útlendingar ikki eru yvirmenn okkara. Fingið rætta skeivleikarnar í føroysku skipanunum, og syrgt fyri, at Føroyar fingu allan vinningin og heldur enn útlendingar.

Tó eru útlendskar íløgur ikki nakað, ið vit skulu bannlýsa. Bert krevja at vit fáa allar ágóðar, og at føroyska samfelagið fær vinningin í síðsta enda.

Bróðurtjóð dana er bert eina breiða semju burtur.

Magnus V. B. Olsen
Unga Tjóveldið