Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ov fá, ov seint, ov vánaligt

Eg eri troytt. Umframt at troyttleiki, fatique, er eitt av herviligu súmptomunum sum sklerosa hevur við sær, so eri eg eisini troytt í aðrar mátar. Eg eri troytt av, at skula forklára hví tað er neyðugt at sjúk fólk fáa atgongd til cannabis. Eg eri troytt av, at skula forklára at plantan er væl kannað, og at hon er prógvað at hjálpa nógvum fyri nógv. Um ikki øllum, so nógvum. Og tað haldi eg eri nóg mikið til at ein skal sleppa at royna tað.

Nøkur av argumentunum fyri, at onki skal broytast, eru m.a.: Tað kunnu vera hjáárin, tað kann virka bindandi, og at tað er ikki vist at tað hjálpur nóg væl. Er nakar heilivágur, sum er loyvdur í dag, uttan hjáarin? Nei. Tískil heldur tað argumentið ikki. Er nakar heilivágur loyvdur í dag, sum kann virka bindandi? Ja. So tað argumentið heldur heldur ikki. Fáa øll gagn av øllum heilivági, sum er loyvdur í dag? Nei. Tí heldur tað argumentið heldur ikki. Hví skal cannabis so absolut bannast, tí tað kann hava hjáarin fyri summi, summi kunnu kanska gerast bundin av tí, og tað kann ikki hjálpa øllum? Um hasi krøvini skulu uppfyllast fyri allar heilivágir, so var ongin heilivágur tøkur í dag.

Ein annar máti at ræða fólk frá hesum heilivági, er at siga, at við at gera tað fríari so fara fleiri at misbrúka hendan heilivágin. Eg rokni við at tað fer at virka hinvegin. Fingu fleiri tað sum heilivág gjøgnum heilsuverkið, so sluppu vit undan nógvar misnýtslu og at fólk keypa tað á gøtuni. Tað eru nógv, ið eru í so svárari neyð, at tey finna sær linna við at keypa cannabis ólógliga á svarta marknaðinum.

Nú skal eg fortelja tykkum øllum nakað. Tað eru fólk í Føroyum í dag, í heimsins besta landi, í hesum unbelieavable landi, ið ikki hava tað gott. Tað eru fólk, ið ferðast av landinum fyri at fáa fatur á cannabisi. Fólk flýggja í dag til Danmarkar fyri at finna sær linna eina løtu. Tað eru fólk, ið risikera at vera tikin og fáa bót og kanska inn at sita, fyri at fáa fatur á hesum. Tað eru fólk í Føroyum í dag, ið ikki fáa livað fyri pínu. Tað eru fólk, ið eru blivin frísk av krabbameini, men stríðast við ógvuslig eftirárin, ið sjúkan og sjálv sjúkuviðgerðin letur tey liva eftir við, og eg kundi blivið við.

Eg veit og sigi hetta, tí fleiri av hesum hava skrivað til mín, ringt til mín, tosa við meg tá eg havi hitt tey úti. Hetta er fakta, og søgan líkist hjá teimum øllum. Fyri tað fyrsta biðja tey um orsaka at tey órógva meg. Tey eru eymjúk, næstan flov. Siga hvat bagir, um tað eru tey sjálvi ella pápin, siga at tey hava roynt alt, onki virkar. Og nú vita tey ikki hvat tey skulu gera. Spyrja meg hvar eg fái mítt, og eg noyðist at svara, at eg fái onki. Spyrja, um eg veit hvat straffin er um tey vera tikin, osv. Eg havi oftani grátið tá eg havi lagt hornið á, tí søgurnar røra meg. Eg royni at svara sum frægast, men gráti eisini um at eg ikki fái hjálpt teimum. Vildi ynskt eg kundi. Tað sum eg vil siga við hesum er, at so desperat eru fólk eftir at fáa hjálp! Tey ringja til mín, eina vanliga mammu at trimum smágentum.

Tá hava tey troytt allar aðrar møguleikar upp eftir, og royna so hinvegin, niðureftir. Eg fái ikki flutt nakað, men tey sum koma til mín, fáa eitt oyra ið lurtar og skilur, og ofta er bara tað ein hjálp. Eg føli í øllum førum at tey flestu fáa eitt sindur av forloysing av at vera lurta eftir, og at man skilur teirra støðu og teirra frustratión – teirra pínu og neyð.

Í grein hjá Sosialinum frá 02. oktober 2017 endurgeva tey úr tilmælinum hja landslæknanum og landsapotekaranum, har teir siga, sitat byrjar: ”...ongin hevur kunnað teir um, at tørvur er á at broyta hesa mannagongd.” Sitat liðugt. Sipað verður til at óneyðugt er at gera tað atkomuligt hjá fleiri. Eg vil hervið kunna teir um at tað ER neyðugt at broyta hesa mannagongd! Sum sjúklingur umboðandi eina rúgvu av øðrum sjúklingum, so vilja vit hava hesa mannagongd broytta.

Misskiljið meg ikki. Eg havi stóra virðing fyri læknavísindini og heilsuverkinum. Tað er ikki har tað liggur. Sjálv hoyri eg undir neurologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, har eg gangi til regluligar kanningar og fái heilivág útflýggjaðan. Harumframt havi eg gingið í tíðarskeiðum til uppvenjing á Fysiologisku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum eg skal bera alt rós fyri sera góða og professionella viðgerð. So eri eg, sum flest onnur, tíðum hjá kommunulækna fyri antin meg sjálva ella onkra av døtrunum. Einaferð, eg var so heppin at sleppa framat hjá føroyskum kommunulækna og ikki útlendskum avloysara, spurdi hann meg hvussu gekk við cannabissinum hjá mær. So spyrji eg hann, hvat holdningurin hjá kommunulæknum er til hetta? Hann segði, at teir flestu vóru positivir, men at teir manglaðu heimild. Ikki langt frá hann segði at teir bíðaðu eftir heimild. Og tað er HAR tað liggur. Læknar mugu halda seg til hvat teir hava loyvi til. Tað er væl skilligt. Og sum er, hava kommunulæknar ikki heimild til at kunna útskrivað cannabis sum heilivág, hóast teir vildu tað. Og minst til, tað eina útilokar ikki hitt.

Cannabis kundi verið givið saman við núverandi heilivági og øðrum viðgerðum ið longu verður brúkt og sum eisini hjálpur. Alt fyri at fólk kunnu liva so optimalt sum gjørligt, hóast sjúku.

Í dag hava einans serlæknar loyvið at útskriva okkurt slag av cannabis heilivági, tó bert til sjúklingar við ávísum sjúkum og aftur við ávísum súmptomum. Tað vil siga at tað er sera avmarkað hvør fær hetta. Og hetta er síðsta loysn. Tá hesir neyðar sjúklingar hava verið gjøgnum allar aðrar viðgerðir og heilivágir – av illum og góðum - og onki er eftir at gera, og tey eru serstakliga illani fyrikomin, tástanni sleppa tey at royna cannabis heilivágin. Tað er ov seint. Tað skal setast inn fyrr í sjúkragongdini, so at cannabis veruliga sleppur at virka og ikki bara linna nakað móti endanum tá sjúkan hevur fingið sovorðnar fastatøkur at onki bítur á.

Tað undrar meg at áhugin og viljin er so lítil fyri at loyva og geva sjúklingum hendan heilivágin. Tað undrar meg almikið, og eg siti og hugsi um hvat tað er, tey sum hava vald at gera nakað við hetta, veruliga ræðast. Argumentini sum higartil hava verið frammi røkka snøgt sagt ikki.

Eg føli tað rættiliga mannminkandi og eyðmýkjandi, at muga niður á knøini og bidda um at fáa ein heilivág, ið er prógvaður at virka fyri nógv. Bjarni á Steig yvirlækni hevur sjálvur gjørt royndir í Føroyum við føroyskum sjúklingum, og hevur góð úrslit at vísa á. Harumframt eru royndir gjørdar við plantuni uttanlanda, og sigur úrslitið tað sama. Sama siga tey ið skaffa sær tað ólógliga, at fleiri av teimum fáa eitt nýtt lív, eitt lív ið kann livast, hóast sjúku. Tað er at leggja stein oman á byrðu hjá okkum, ið longu hava sjúku at stríðast við, at skula stríðast fyri at fáa ein heilivág, ið man fegin vil royna. Sum sjúklingur mást tú longu liva við at missa nógva stýring av lívinum hjá tær, bæði tí sjúka setur dagsskránna, og tí at man má liva við treytunum ið heilsuverkið og onnur seta. Latið tað vera upp til sjúklingin sjálvan um hann vil royna tað. Tað eru vit ið taka fylgjurnar av bæði sjúkuni og heilivágnum, og merkja hetta á egnan kropp.

Dagur og vika ringdi ein dagin, um at koma norð at tosa við meg um at eg hevði verið í rættinum ákærd fyri at hava roynt at innflutt narkotika. Tað er aftur ein søga fyri seg, sum eg møguliga fari at skriva um tá tað nærkast at eg aftur skal í rættin. Eg ætlaði at siga nei. Eg orkaði ikki. Maðurin var farin avstað aftur, og børnini krevja sítt. Eg orkaði ikki. Eg skuldi í heita hylin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi henda dagin, sum D&V ringdi. Eg fór so á sjúkrahúsið, prátið kom inn á hetta við cannabis sum eg havi tosað um, og eg sigi so við nakrar sjúkingar har at eg orkaði ikki meir. At eg fari ikki í D&V aftur. ”Tú mást ikki gevast!” søgdu tey. ”Tú mást blíva við, fyri okkara skyld!” Sama hoyri eg næstan dagliga frá øðrum, bæði fólki eg kenni og ikki. Eg føli, at við at hava tosað opið um hetta, so hava fólk ið ikki orka at rópa meir, fingið eina rødd. Eg føli, uttan at hava nakran statistikk ella vísundaliga kanning aftanfyri meg, at eg havi stóran stuðul aftafyri meg. Eg føli at hetta er neyðugt. Eg havi mugað lagt meg sjálva nógv meir fram enn eg havi hug til, men um tað ger at onkur fær eina vón, so er tað tað vert. Um tað ger at onkur ið hevur vald, vaknar og sær at tað eru fleiri fólk í hesum heimsins besta landi, ið ikki hava tað ordiliga heimsins best, men so langt frá, so er tað tað vert. Og sjúkan rakar ikki bara teg sjálvan, tá tú gerst sjúk, tað ávirkar øll tey ið eru rundan um teg, makan og børnini. Tá genturnar eru gamlar nokk, skal eg forklára teimum hvat tað snýr seg um, og hví eg havi gjørt sum eg havi gjørt. Tær hava longu eina hóming av at okkurt er á vási, tí tann sum er 3 spurdi meg ein dagin, um eg hevði ilt í beininum enn, og tann sum er 5 segði við meg ein dagin: ”Also mamma, arbeiður tú hjá doktaranum, tí tú ert altíð har.”

Eg vil enda við hesum: Vit mugu øll síggja útum okkara egnu behagiligheit, og vita at tað er onnur, ið stríðast við tað, vit sjálvi ikki kenna til. At tað eru onnur, ið kunnu fáa hjálp av nøkrum, hóast ein sjálvur ikki kann. Tískil skulu vit ikki nokta øðrum hetta, hóast vit sjálvi ikki hava vinning ella gagn av tí. ”Ongin kennur mein, í annan mans bein.” Hetta er so púra satt – men hví skal man so spenna bein fyri øðrum? Hví skal man spenna bein fyri, at onnur kunnu fáa hjálp av nøkrum, hóast ein sjálvur ikki kann ella dugir at skilja tað?

Gunnvá Tróndardóttir Joensen
- 35 ár, sklerosusjúklingur, mamma og kona