Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum

“Hey, eg eiti Mirjam. Eg havi sklerose, og eg havi fingið eitt nýtt attak. Høgra síða á andlitinum umframt høgra síða av tunguni svevur, og eg havi mist styrkina í vøddinum, so eg fái illa etið og drukkið. Eg havi fyrr havt attak í høgru síðu, og tá hevði eg dupultsjón. Tískil hugsi eg at handla skjótt uppá hetta, so at støðan ikki verður verri.” segði eg, tá eg fekk fatur á neurologisku deild á Landssjúkrahúsinum. “Ok, vit hava ongan neurolog í Føroyum sum kann hyggja uppá teg, og tað er ikki nógv vit kunnu gera. Men tú kanst fáa binyrubarkhormon.” ljóðaði svarið.

Eg veit gott, at tað ikki er nógv at gera, tá man hevur eina autonoma sjúku, og at eg skal vera takksom fyri tað medisin sum eg fái. Men eg og aðrir sjúklingar hava tørv á at síggja ein serlækna og at hava eina stabila og álítandi læknakontakt. Avleiðingarnir av einari manglandi læknakontakt eru stórar og kunnu viðføra at sjúklingar gerast verri fyri. Eg veit um onkran annan við sklerose sum er endaður í koyristóli, og tað hevði kunna verið fyribyrgt. Hevði viðkomandi búð í Danmark, hevði viðkomandi nokk enn gingið í dag.

Hallur Thomsen, formaður í sklerosufelaginum, sigur, at tað ikki altíð hevur verið eins lætt at havt sklerosu í Føroyum, tí 4. hvønn mánað skuldu sjúklingarir niður bert til at taka medisin við heim. Hann varpaði ljós á hendan truplleikan fyri táverandi landstýrismanni í heilsumálum Karsten Hansen , so at nú ber til at fáa sítt medisin í Føroyum. Umframt hetta sigur hann, at hann veit, at fleiri sjúklingar ikki fáa nógv burtur úr at síggja ein neurolog (tá ein konsulentur endiliga er í Føroyum), tí tað er ofta ikki tann sami, sum kemur heim, og viðtalutíðin til hvønn sjúkling er tíverri ofta ov stutt.

Men hetta er bert ein sjúka út av nógvum, sum so nógvir føroyingar stríðast við. Og eg veit, at mín støða er væl betri enn hjá nógvum øðrum. Eg hugsi um fólk sum hava kroniskar sjúkur og brek, og øll tey sum stríðast við kreft. Fáa tey optimala viðgerð her í Føroyum? Føla tey seg trygg? ella óttast tey fyri sínum lívi?

Vit mangla serlæknar í Føroyum og heilsuverkið manglar fígging. Hetta økið eigur at vera raðfest fram um alt annað sum raðfest verður, tí hetta snýr seg um menniskjalív. Vit brúka fleiri og fleiri miliónir og milliardir uppá tunlar runt í landinum, so at fólk kunnu spara nakrir minuttir við bili. Men meðan nøkur spara minuttir við bili, sita onnur goymd og gloymd innan fýra veggir og stúra fyri lívi sínum.

Mirjam Kambsskarð Berg
23 ár, lesur til sjúkrarøktarfrøðing