Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ótrúliga flott í Abu Dhabi

2019-03-20 09:05

Hjartaliga tillukku við teimum fráliku úrslitinum tit íðkarir hava fingið í leikunum í Abu Dhabi.

Tit eru ómetaliga ófør øll sum ein og tit hava umboðað Tjóðina á besta hátt hesar dagarnar.

Tað er nakað heilt serligt at umboða sína tjóð og sítt flagg og eg ivist ikki í at tit eru ómetaliga stolt av hesum og fara at goyma hesa løtuna djúpt í hjartanum og minnast aftur á hana við gleði.

Eg havi verið so heppin at umboða Føroyar í flogbólti nakrar ferðir, og er tað ein heilt serstøk løta tá íð tjóðsangurin verður spældur, Merkið vundið í húnar hátt og tú kennir nøkur gleðistár! Tá er gott at liva!

Tit fara at umboða tjóðina á fleiri komandi leikum og, hvør veit, tá vit fáa limaskap í IOC so fáa enn fleiri ítróttarfólk møguleika at syngja tjóðsangin og síggja Merkið veittra á altjóða leikvøllum og við heiðursmerkjum sjálvandi.

Tit ítróttarfólk gera Føroyar størri.

Eg ynski tykkum øllum eina góða heimferð til Føroya og blíðan byr.

Jens Heri Bolstad Mortensen
Sunnanfyri Rio de Janeiro