Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Óstøðuga ferðasambandið ímillum Suðuroynna og meginøkið, hvat er galið?

2014-01-28 05:02

Eg hevði fyri eini tíð síðani nakrar viðmerkingar um Strandferðsluna og samferðsluviðurskiftini millum Suðuroynna og meginøki. Eg ætlaði ikki at gera meir við hetta málið, men nú kann eg ikki lata verða longur.

Her eru nøkur viðurskift eg ikki skilji, og kundi tísskil hugsað mær at fingið svar uppá okkurt av hesum .

Smyril hevur í eitt tíðarskeið havt tekniskar trupulleikar og hevur tísskil ofta havt trupulleikar við at hildið ferðaætlanina. Vit hava øll vitað at Norrøna skuldi loysa Smyril av, og sigla á Vág meðan Smyril er til umvælingar.

Í gjár sunnudagin 27/1 kom Norrøna suður á Vág uml kl 17, og er ætlanin at hon skal av Vági í kvøld 28/1 kl 21. Og so suður aftur av Kollafirði í morgin 29/1 kl 13. Tvs tríggir túrar í staðin fyri átta túrar um Suðuroyðarfjørð í tvey døgn, og vit skriva 2014. Orsøkin til at Norrøna ikki hevur siglt og siglir eftir ferðaætlanini er ífylgi SSL vánaligt veður. Eg kann gott góðtaka at Norrøna ikki siglir av Vági fyrr enn kl 21 í dag vegna veður, tí hetta er helst ein avgerð skiparin hevur tikið.

Norrøna er flaggskip okkara og hevur so vítt eg veit ongar tekniskar trupulleikar. Men í dag kl 17 meðan Norrøna liggur svínabundin á Vági fyri veður,og nógvir suðringar liggja veðurfastir, er eitt útlendskt farmaskip komi inn á Tvøroyri eftir fiski. Eg vænti ikki tað er tí at útlendingarnir eru betri sjómenn enn Føroyingar. Tað er nokk heldur tí at tað ikki er siglandi á Vágsfjørði í dag. Tað var ikki óvanligt fyrr, at tá tað var óveður av landsynninigi og skipini vóru á útróðri, tá komu Vágsskip inn á Tvøroyri at bíða eftir líkindum at fara á Vág. So hetta er ikki nakað nýtt. Og átti hetta at havt verði tikið við tá avgerð var tikin um hvar Norrøna skuldi sigla hesa árstíð.

Tá Smyril sigldi, ella rættari, tá hann avlýsti tí hann ikki kundi leggja at í Havn var ongantíð fari á Kollafjørð. Men nú, síðan Norrøna byrjaði at sigla hevur hon fleiri ferð verðið á Kollafirði tí ikki er leggjandi at í Havn, og aftur í kvøld ferð hon á Kollafjørð. Hví nýtti Smyril ongantíð hendan møguleikan og fór á Kollafjørð, í staðin fyri fleiri ferð at liggja, og tísskil ikki sigla eftir ferðaætlanini. Hetta skilji eg ikki!

Eitt sum hevur verði frammi fyri kortum var fíggjarliga støðan, ella rættari vánaliga fíggjarliga støðan á SSL. Á Tvøroyri gjalda skipini hjá strandferðsluni ikki fyri at nýta atøgubryggjuna, orsaka av at landið eigur hana. Í Vági rindar Strandferðslan/Norrøna sum onnur vanlig farmaskip fyri at leggja at. Tí skilji eg heldur ikki at man hevur valt Vág, sæð út frá einum fíggjarligum sjónarhorni.

Oljunýtslan hjá SSL/Smyrli hevur ofta verði uppi og vent í sambandi við árligu peningajáttanina til SSL. Tað at Norrøna siglir á Vág merkir eisini, at hon skal sigla í hvussu so er ein hálvan tíma longri hvørja ferð hon fer um Suðuroyðarfjørð. Hetta merkir so aftur ein stór óneyðug meirnýtsla/útreiðsla fyri olju. Í míni verð, enn eitt vánaligt argument fyri at sigla á Vág.

Í fjørð tá Norrøna loysti Smyril av í siglingini um Suðuroyðarfjørð, vóru trupulleikar við ferjuleguni á Tvøroyri, hesir eru nú loystir. Tað sum manglar er at gera ein pullart inni á landi. Hví hava avvarandi mynduleikar, sum eiga ferjuleguna ikki gjørt hetta eisini. Tað hevur verði ríkiligt av tíð at gjørt ein slíkan, so hesin nú kundi verði klárur til Norrønu.

Tey fíggjarligu viðurskiftini í hesum avgerum, sum eru tiknar er ein síða av sakini. Tað kunnu avvarandi mynduleikar kanska svara fyri.

Men tað at vit so at siga allir borgarar í Suðuroynni, líka so væl sum vinnulívið í oynni eru gíslar í hesum máli, haldi eg verða ov galið. Serliga tá havt verður í huga at vit allarhelst kundu verði spard fyri nógv av hesum. Haldi eisini hetta er eitt tíðiligt tekin uppá manglandi virðing fyri okkum borgarum í oynni. Tí hevði eisini verði gott at fingið at vita frá avvarðandi mynduleikum, hvat ætlanin er næstu ferð avloysaraskip skal nýtast fyri Smyril.

Á Tvøroyri 27/1 2014.

Hans Pauli Henryson