ØSSUR BERGHAMAR VIÐ BÓK - lættlesilig bók!

2019-01-12 05:14

Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus - gjaranes@gmail.com - Tlf: +298 228314

SKRIVAÐ: pjd, Glyvrar 02.09.2019

Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini á R7.fo

________________________________________________________________________________________

ØSSUR BERGHAMAR VIÐ BÓK

- lættlesilig bók

Øssur Berghamar, sum hevur verið búsitandi í Keypmannahavn meginpartin av sínum lívi, og virkað í Kristnastovu síðani 1973, hevur skrivað og givið út sína fyrstu bók. Talan er tó ikki um lívssøguna hjá Øssa, sum óivað hevði fylt fleiri bind, men talan er um eina litla tunna lætta bók við bleytari kápu og 62 síðum, sum bert kostar 60 krónur.

Øssur hevur valt at skriva nakrar lættar og greiðar andaktir til allar 31 dagarnar í mánanum, og hesi smáu og sera væl skrivaðu tekstbrotini komu út í bók beint fyri jól. Bókin hevur heitið: Ein dag í senn – 31 dagar við orði og sangi.

Bókin er soleiðis skipað, at hvør opna hevur fýra teigar. Ovast á fyrsta teigi er bíbliuørindi, sum Øssur skrivar andaktina út frá, og niðast er eitt rámandi sitat, sum eisini kann geva sítt ískoyti til gerandisdagin.

Sjálvur andaktsteksturin fyllir báðar miðteigarnar, har Øssur í fleiri førum byrjar andaktina við einum aktuellum dømi frá gerandisdegnum, sum stuðlar væl undir boðskapin. Hvør andaktin endar við eini bøn, sum Øssur meinar kann vera ein hjálp hjá lesaranum.

Á teiginum uttast til høgru er ein sangur, hvørs evni gongur væl við evni í andaktini, men áðrenn sangin hevur Øssur eina lítla søgu/viðmerking um sangin, sum eisini er við til at geva sanginum eitt eyka flog.

Bókin er snotuligt úr hondum greidd, og tekstuppsetingin er soleiðis avgreidd, at lesarin fær hug at lesa tekstin til dagin!

1.300 bøkur vóru prentaðar hjá Tonito á Eiði. Allar 1.300 bøkurnar eru seldar, men Øssur Berghamar sigur, at bókin verður prentað av nýggjum, og tá verður hon aftur at fáa í bókabúðunum kring landi. Bókin kostar einans 60 krónur.

Tá vit spurdu Øssur, um ein onnur bók er í stoypiskeiðini svaraði hann, at tað er tað ikki!