Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ósjónliga eftirlønin

2018-12-13 13:04
Tað líkist svartasta ongum at eftirlønarviðurskiftini hjá fiskimonnum enn ikki eru raðfest og dagførd á sáttmálaøkinum, soleiðis at hesi sum minst loyvda markið fylgja lógarkravinum um bundna eftirlønargjaldið.

Tíverri uttan samráðing, bleiv verandi sáttmáli fyrr í ár longdur, uttan stórvegis broyting ella betran, ið áttu at veri eyðsýndar við nýggju lógini um sjófeingi og serliga eftirlønarlógini.

Fiskimenn skulu í dag av síni hýru,sjálvir rinda 4% - komandi ár 5% - í eftirløn- meðan reiðari/rættindahavari bert rindar 40kr-til fiskimannin, fyri mynstraðan dag. Tí SKAL ein slík tilafturskomin skipan endurskoðast.

Flestu starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðnum hava eina prosent-ásetta eftirlønarskipan,ið arbeiðsgevarin sjálvandi rindar.

Hesi lógarásettu skipan, SKULLU fiskimenn eisini hava ágóðan av.
Tí SKAL reiðarin/rættindahavarin eisini vísa ábyrgd og sjálvir bera kostnaðin av hesi skipan.
Hesum tíðandi rættvísi, fari eg eisini at stríðast fyri - til gagns fyri fiskimannin.

Tí stilli eg upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag

Vestmanna 12 12 2018

Axel Hansen