Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Orwellianska marran, ið er transkynja

- Har er eingin grund hjá nøkrum myndugleika ella miðili at erstatta sannleika við lygn, viðurkendar samleikar við pseudo-intelligentar 'behagiligheitir'.

Eftirsum alt fleiri, av óvart ella tilvitað, ikki longur kenna munin á persónligum veruleika og veruleika, faktiskum veruleika!, og tí, av tí sama, heilt høpisleyst nú lata seg tøla av einum ørkymlaðum, men militant ótolerantum minnilutabólki, ið meinar, at vit eru tað, vit føla, at kyn er grundað á kenslur, og ikki biologi, søgu og mentan, og at sjálvsidentifisering er... vegurin fram, eru nøkur orð um hetta fyri neyðini.

Tú veitst kanska ikki av tí, men tú og eg hava rætt at taka okkum úr tí harmafulla gyklaverki, trans-menniskju hava valt at róta seg, sínar lættkeyptu stuðlar og okkum onnur inn í.

Og samfelagið hevur skyldu til at verja henda rætt. Okkara rætt. ...

Um ein maður hevur desperatións-hug at kalla seg fyri kona, so er tað hansara egna søk. Alt gott við tí. Hansara lív. Hansara ótolsemi. Forvirrilsi et al.

Men hví skulu vitonnur partú kroystast til at góðtaka tann óveruleika, at hann er ein kona? Og tað skulu vit eiheldur. Seksualitetur er persónligur, privatur enntá. Men kyn er ikki. 
Har er eingin grund hjá nøkrum Landsfólkayvirliti at broyta kynið á hansara navnabrævi. Har er eingin grund hjá yvirlitinum at erstatta sannleika við lygn.

Tíansheldur er nøkur grund til, at Kvinnuhúsið, KFUK ella Kantabile ella annað, skal taka hann til sín... bert tí hann “følir”, hann er ein kona.
Ella at rættarskipanin skal pota hann í eitt konufólkafongsul.

Populariteturin handan trans-kulturin botnar í einum grundliggjandi samtíðar-trupulleika:

  - at samfelagið hevur skyldu til at virða tann samleika, vit nú einaferð velja okkum.

Men tað skal tað ikki.

Samfelagið hevur bert skyldu til at virða okkara rættindi. Okkara rætt at tosa. At skriva.

Og tað um alt og undir ongari ábyrgd - líka inntil hetta frumfrælsi heilt direkta leggur upp til at gera øðrum mein, fysiskt mein.   

Tað skal virða okkara rætt at atkvøða.

Hartil hevur tað skyldu til at virða ella handhevja okkara trúgv, soleingi hon ikki ger seg kropsliga inn á onnur, tá manifestarað í gerningum.

Samfelagið hevur skyldu til at virða okkara rætt til persónligt sjálvræði. Men... tað hevur ikki skyldu til at virða tað, vit føla.

Samfelagið skal verja okkara frælsi, ikki okkara kenslur (!)

So, ja, ein maður hevur rætt til at siga: “Hey Johnny, eg eiti Hjørdis, og eg eri ein kona.” Hinvegin hevur Johnny, og samfelagið annars, allan rætt at taka til mótmælis: “Nei, tað eitur tú ikki, og tað ert tú ikki.”

Faktiskt, skyldu til.

Gud bevari kynini. Og veruleikan.