Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Orsaka, harra løgmaður – vit hava ikki gloymt tollaksmessudag í 2011

2013-07-03 22:53

Hvat fær løgmann at halda, at sterkar kenslur, sum verða vaktar hjá fólkinum í Føroyum í sambandi við eitt handilsboykott frá ES, fara at skapa øsing, og hvat fær løgmann at halda, at henda øsing fer at gera mun hjá ES-stjórnini. Hvat fær løgmann at halda, at hesar sterku kenslur kunnu broyta meining hjá einari stjórn, sum einans er sett til at tæna áhugamálunum hjá stórveldinum ES, sum als ikki tekur atlit til lond sum ikki eru limir í ES. Hvat fær løgmann at halda, at Danmark fer at hjálpa Føroyum í hesi støðu? Vit hava hoyrt danska forsætisráðharran siga ferð eftir ferð, at hon vónar ikki, at tiltøk frá ES fara at hava negativa ávirkan á rikisfelagsskapin. Hvat fyri ríkisfelagsskap? Einki sigur hon um, hvat hon vónar fyri Føroyar og føroyingar sum heild, ella hønn týdning ES-tiltøkini kunnu fáa fyri fólkið, sum her býr, fyri okkara vinnu og handilslív – og ikki minst fyri okkara umdømi kring heimin – eisini uttanfyri ES.

Við løgmanni á odda tók verandi samgonga í síni føðing nógvar hættisligar avgerðir, sum hava ført við sær boykott móti føroyska fólkinum. Hetta hóast øsing og mótmælir, og hóast sterkar kenslur vóru uppií, bæði hjá leikfólki og hjá fakfólki. Lítið legði løgmaður í, at lágløntar kvinnur vóru enn fátækari, lítið legði løgmaður í, at stakir uppihaldarar mugu út at bidda mat og upplivilsir til síni børn, ja enntá jólagávur. Lítið legði løgmaður í, at eitt heilt ættarlið ongantíð vendi heimaftur, tí tey vita ikki, hvussu tey skulu lívbjarga sær her. Løgmaður var ósmæðin og tosaði niður til okkara, og vanvirdi okkara mótmælir og okkara áheitanir á samgonguna um at hugsa seg um.

Hetta gjørdi løgmaður m.a. við flatskattaskipanini, sum vit nú síggja bert gevur teimum meira, sum frammanundan høvdu nóg mikið. Ein skattalætti, sum var givin teimum, sum frammanundan kláraðu seg væl. Við skatting av pensjónum, sum kostaði løntakarum nógvar pengar, pengar sum skuldu verða grundarlag undir at klára egna tilveru á pensjónsárum. Á tingsins røðarapalli niðurgjørdi løgmaður pensjónsfeløgini og teirra máta at reka sítt virksemi uppá. Avgerðin var enntá tikin, uttan at skattakrónurnar komu samfelagnum til góðar. Eldraøkið bløðir, fólk við menningartarni og skerdum førleika eru fyri stórum sparingum nú og í fleiri ár fram. Lønirnar hjá teim lágløntu standa í stað, og keypiorkan er munandi skerd, meðan løgmaður hálovar tiltakinum “Í menniskjum góður tokki” – hetta átti ikki at komið fyri í einum av ríkastu londum í Europa. Koyripengar, løn og pensjónir hjá løgmanni sjálvum og hansara starvsfelagum eru ikki skerd, tvørturímóti so kostar tað vanliga føroyinginum meira og meira at ferðast til sítt arbeiði, at taka eina útbúgving, og tey við almennum veitingum fáa minni hjálp enn áður.

Alt hetta særdi mangan føroying, og tað skapti stóra øsing – men tað broytti ikki avgerð løgmans ella fekk hann at hugsa, at hetta boykott av sínum egna fólki var ein dáragerð.

Maud Wang Hansen