Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Orðaskvaldur, myrkalegging av valdu linjuføring við rundkoyring

2013-10-04 21:24

Vitjar ein býin Tromsø í Norra, og koyrir eftir vegi nr. 862, so finnur viðkomandi, ein tunnil við trimum rundkoyringum inni í fjallinum undir býnum.

Hetta er ein tunnil, sum er bygdur fyri at leið ferðsluna úr og inn í býin, sum eisini lættir leiðina til flogvøllin. Fyri at fáa ferðsluna at glíða so gott sum møguligt, hava teir ikki minni enn tríggjar rundkoyringar inni í fjallinum.

Her síggja vit eitt gott dømi uppá, at rundkoyring er eitt sera gott amboð, fyri at leiða ferðsluna trygt og gott ígjøgnum ein tunnil.

Hetta er eisini eitt gott dømi uppá, hvussu man kann leiða ferðsluna ígjøgnum ein komandi Skálafjarðatunnil. Tey, ið ikki ynskja ein Skálafjarðartunnil, og vilja myrkaleggja við orðaskvaldri, hava ikki hugt eftir hvat rørist rundan um okkum. Tað eru ivaleyst fleiri aðrir tunlar at vísa á við rundkoyringum, hvør veit?

Tað er sum um, at politiska skipanin roynir at spinna nýggj uppskot fram, fyri at køva Skálafjarðartunnils ætlanina. Tíðin er nú komin, at samgongan fær fastlagt ætlanina fyri Skálafjarðartunnilin, við tí linjuføring sum var samtykt og løgd út í kortið, soleiðis at farast kann í gongd við at gera seinastu kanningarnar. Øll ivamál, um ein rundkoyring er nóg trygg í einum Skálafjarðatunli, eru nú avklárað.

Leinki til video av tunnlinum: http://www.youtube.com/watch?v=smMiE8zUnDo

Vinjard Johansen