Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Orð hins livandi Guds um homoseksualitet

2013-08-23 22:06

Elskaði lesari, henda blaðgrein er fyrst og fremst stíla til tín, ið meira og minni stuðlar uppundir homoseksualitet. Blaðgreinin er sjálvandi eisini skriva til tín, sum livir eitt homoseksuelt lív.

Í tænastuni fyri Harran Jesus, fái eg ofta spurningar um homoseksualitet. Mangan verður ein persónliga lagdur undir, at hata tey, sum liva eitt homoseksuelt lív. Hetta er ikki satt. Í kærleika og eftir besta førimuni, havi eg roynt, at greiða frá um nakað av tí, sum orð hins livandi Guds veruliga sigur um homoseksualitet. Men, tað kunnu skrivast heilar bøkur um, hvat orð Guds lærir viðvíkjandi seksualiteti og hvussu vit skulu liva rætt.

Hjartans ynski mítt er, at tú játtar tínar syndir og gevur teg yvir til Harran Jesus, við at lata teg frelsa frá allari synd. Og soleiðis fær annað sinni og vendur við, so syndir tínar kunnu verða útstrikaðar. At tú í framtíðini altíð loyvir orði Guds, at opinbera seg fyri tær og læra teg hvat Gud sigur – eisini tá talan er um homoseksualitet.

Síðstu árini hevur homoseksualitetur verið nógv umrøddur og fingið samfelagsligan týdning, ið sambært orði Guds, ikki hoyrir heima í nøkrum samfelag. Summir politikarar og felagsskapir virka sum stuðlar og tala stór orð um mannarættindi og mannamun. Tað er júst her bæði kunning og leiðbeining fer skeiv. Tí homoseksualitetur er ikki eitt mannarættindamál ella ein spurningur um mannamun o.s.fr. Homoseksualitetur er heilt einfalt ein gerð (ógerð), atburður og fyri summi ein lívsstílur. Orð Guds lærir meira neyvt hetta, at homoseksuell praksis er ein pervers seksuell gerð, ið er andstyggilig synd ímóti Gudi. Tað vil siga, nakað sum menniskjur við Guds hjálp kunnu fyribyrgja.

Kjakið er fyri mong blivið fløkt og hevur við tíðini skapt óneyðuga øsing. Andaligt, politiskt og sosialt ráðaloysi hevur viðført sinnisligar broytingar hjá einum vaksandi minniluta, ið flokkað homoseksualitet, at verða náttúruligan lívsstíl. Afturgongdin ber týðilig boð um, at hesi eru andaliga villeidd av falskari orientering um homoseksualitet. Tann sum stuðlar homoseksualiteti gerst sekur í eini ágangandi avlaging av kristiligum virðum og lívsstíli. Frá byrjan til enda lærir orð Guds, at siðloysi av hesum slag verður rokna, sum beinleiðis uppreistur ímóti Gudi.

Heilaga orð Guds til mannaættina vikast ikki. Guds moralsku lógir um seksualitet millum mann og kvinnu í hjúnabandinum vikast heldur ikki og verða ongantíð broyttar. Tíverri valdar andaligur hurlivasi í støðum, har fólk enntá prædika eitt falskt evangelium, ið beinleiðis vælsignar homoseksualitet. Jesus kom ikki fyri at avtaka tey 10 boðini og Guds universellu lógir. Tvørturímóti, Jesus kom at fullføra lógina. So nú ber til at taka ímóti Jesusi, fáa kraft og verða barn Guds við trúgv á Jesus. (Joh.1.12). Og sonnu børn Guds bera kristiligar fruktir. Gud er so náðigur ímóti sínum børnum, at andaliga gudsdýrkan teirra er, at bera fram likam síni sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur. (Róm.12.1).

Mitt í øllum hesum góða lesnaðinum úr orði Guds, sum nógvir føroyingar hava hoyrt, lisið og lært, møta vit álíkavæl menniskjum, ið eru til reiðar, at gera alt fyri at røkka perversum endamálum. Áh, tey skipað fyri villleiðandi tiltøkum, ið draga at sær smábørn, ungdóm, vaksin og gomul úr øllum ættum. At síggja til virka slík tiltøk við skrúðgongum, hoppiborgum, ballónum o.s.fr. bæði fitt og óskaðilig. Og ivaleyst hugna børnini sær óført. Men samkoman tey verða leidd í dámar ikki Gudi. Tað er til fánýtis, skilaleyst og háðan ímóti Gudi, at fyrst leiða tey í sunnudagsskúla fyrrapartin og síðan stilla tey á Uriaspostin í homseksuellari skrúðgongu seinnapartin.

Menniskjan hevur hug til alt møguligt. Men ikki alt er gagnligt. Skriva stendur, at menniskju sum ikki akta orð Guds verða m.a. hugsanarleys og góð við seg sjálv, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud. (2.Tim.3.4). Góði, nú er høvi til at geva orði Guds gætur! Fá tær eina stilla stund saman við pápa tínum sum er í himlinum og bið Hann rannsaka lív títt. Hann er pápi tín – tosi tit saman um lív títt og Hansara ætlanir við lívið tínum...

Tað sýnist fyri mær, at nógvir føroyingar ikki eru nóg væl kunnaðir um orð hins livandi Guds, sum heild. Og hvat Gud sigur t.d. um homoseksualitet. (1) Vantandi kunning úr orði Guds, (2) at kunningin verður vraka og (3) andalig villleiðing eru uttan iva, sera týdningarmiklir faktorar í ræðuligu afturgongdini, ið altíð hevur ført og førir til undirgangs. So, (1) ókunnug, (2) líkasæl og (3) villeidd ella ein samanseting ganga hond í hond. Um hesi ráða fyri borgum, verða bæði ónáttúrligar og aðrar út av lagi syndigar gerðir, sum t.d. siðloysi og homoseksualitetur náttúruligur og viðurkendur lívsstílur.

Tískil eru fleiri menniskju væl á veg, inn í eitt andaligt moralskt og sinnisligt skipað fráfall – t.e. longur burtur frá Gudi. Og við tíðini gerast vit búgvin, at geva djevlinum rúmd, í øllum lívsins viðurskiftum. Tískil mugu vit sum einstaklingar og sum tjóð, venda um til Harra okkara og Frelsara, Jesus Kristus. Venda vit ikki um, tryggja vit okkum eitt greitt fyrsta pláss sum tjóð, at standa sum andstygd fyri ásjón Guds. (3.Mós.18.22). Tað merkir, at Gud Skapari tín fær vaml at síggja teg. Hugsa tær, hvørja støðu tú ert komin í tá.

Hvat skulu vit tá siga? Harri signað okkum álíkavæl! Nei, á ongum sinni! Vit mugu venda um! Tí orð Guds (Róm.1.18) sigur, “vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.” Og sambært 1.Kor.6.9-10 verða “kristnir” grikkar ámintur um hetta, at Gud fordømir órættvísi: “Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd, hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!”

Vit koma ikki uttanum hetta, at homoseksuell praksis er bólkað saman við hinum mest oyðandi syndunum í orði Guds. Og ávaringin um hina ringu andaligu villleiðingina, ið altíð hevur syndarligan deyða við sær, stendur púra greitt í Ják.1.15-16: “Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða.” Fólk sum stuðla ella liva í ómoralskum og skammiligum lívshátti og samstundis ætla sær til himmals, eru sambært orði Guds fullkomiliga villeidd.

Nú fokus er sett á homoseksualitet er denturin sjálvandi lagdur á tann partin í tekstinum: “...hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd... skulu arva ríki Guds!” Ella sum norsk umseting sigur: “...verken menn som ligger med menn eller som lar seg ligge med... skal arve Guds rike.” At lata seg brúka til synd móti náttúruni sipar mest sannlíkt til hin meira passiva persónin í homoseksuellum gerðum, atburði og lívsstíli. Onkur heldur at teksturin eisini umfatar dreingir og menn, ið starvast sum skøkjur og lata seg soleiðis passivt misbrúka ímóti náttúruni. Og víðari stendur, “ella tey, sum gera hesa synd...” Her umfatar teksturin hin bólkin, sum meira og minni liva eitt homoseksuelt lív. Mín inniliga bøn er enn einaferð, at henda kunning opinberast og gerst livandi fyri tær og soleiðis fær ævigan týdning fyri lív títt. Tá kanst tú seta teg niður og rannsaka og granska orð Guds og gleðast yvir, at Gud altíð hevur rætt í øllum lívsins viðurskiftum.

Vit lósu, at vreiði Guds kemur yvir tey, sum við órættvísi kúga Guds sannleika. Legg tær væl í geyma hesi orð, at tey órættvísu eru siðloysingar (t.e. pornografisk synd o.s.fr.), avgudadýrkarar, horkallar og baktalarar. 1.Kor.6.9-10 bólkar hesi saman við teimum, sum liva eitt homoseksuelt lív. Tað vil siga, at Gud er vreiður inn á homoseksuellan praksis. Tí, við órættvísi kúga hesi saman við sínum stuðlum Guds sannleika. Endin verður tann, at hin ólýdni ikki arvar Himmiríki. Men verður sambært orði Guds kastaður í Helviti. Teksturin staðfestir umframt hetta, at tað er ómøguligt, at verða ein frelstur avgudadýrkari, horibukkur, homoseksuellur, siðloysingur o.s.fr. Nei, tað er einki sum eitur so í øllum Skriftunum. Uppáhald av tí øvugta verður rokna sum órættvísi, ið kúgar Guds sannleikar. Álíkavæl bretta homoseksuell og teirra stuðlar sær á í samfelagnum fyri at fáa almenna viðurkenning og rættindir við lóg, ið beinleiðis kúga Guds ævigu sannleikar.

Í Róm. 1.19-32 lesa vit um misbrot heidninga. Orð Guds greiðir frá, at við tíðini forherðað tey síni hjørtu meira og meira inntil Gud gevur tey upp til vanærandi lystir. Tað er eyðsæð í tekstinum hvussu sjálvráðin, blind og forherðað fólk kunnu blíva. Frá ørindi 26 er støðan blivin so ring, at tey við síni syndigu atferð miðleyst reka fyri vág og vind. Góði lesari, tak ávaringina til tín og rópa á Jesus um hjálp! Tí, skriva stendur at: “... Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni; og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum...”

Norsk umseting sigur: “... Kvinnene deres byttet ut det naturlige samliv med det unaturlige. På samme måte sluttet mennene å ha naturlig samliv med kvinner og brant i begjær etter hverandre. Menn drev utukt med menn,..”

Orð Guds lærir, at stórur munur er á moralskum syndum og tess avleiðingum. Tá fólk grunda lív sítt á homoseksuellan moral og soleiðis skifta sannleika Guds um við lygn og æra og dýrkað alt annað fram um Gud, tá gevur Hann tey upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum. Tað vil siga, at Guð ikki forðar teimum villleiddu at falla í botnleysa díkið.

Og í Róm. 1.28-32 skilja vit hvussu ringt skili verður, tá hin moralski perversiteturin slær ígjøgnum í einum samfelag. Moralskur perversitetur av hesum slag, ger uttan himpr álop á okkara sinni, sum aftur førir eitt perverst sinnalag við sær. Hin moralski perversiteturin framleiðir hópin av syndum. Tá ið umskiftið frá perversum morali til eitt perverst sinnalag gerst veruleiki, verða menniskjuni fylt upp av alskyns illavorðnum syndum. Soleiðis gerst ein sjálvssvikin og trúgvur eftirfylgjari hjá perversum morali og sinnalagi, til at gera tað, sum ósømiligt er.

Syndaskráin í ørindi 29-31 prógvar hetta, at perversar syndir saman við áhaldandi forherðaðum sinnalagi framleiða ein sataniskan hugsanarhátt. Heidningar halda tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud. Og sambært ørindi 31 verður endin hesin, at fólk verða kærleiksleys. Fyri summi virkar júst hetta sum ein skelkandi ákæra. Men ákæran er hin livandi og almáttugi autoriteturin t.e. orð hins livandi Guds, sum ákærir syndarar, ið ikki vilja venda um. Álíkavæl tvíhalda tóm slagorð hetta, at kærleiki er drívkraftin aftanfyri homoseksualitet. Nei, teksturin boðar frá, at hesin kærleikin er kjøtligur kærleiki við erotiskum íblástri frá djevlinum. Eg eri vísur í, at tú bæði hevur hoyrt, sæð og lisið hvat Gud hugsar um hesi viðurskifti. Nú biði eg teg eina bøn, tú mást ikki verða ólýðin. Tí, ørindi 32 sigur soleiðis: “Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.”

Góði, nú ert tú kunnaður um nakað av tí, sum orð Guds hugsar um moralska synd og syndigan lívsstíl. Um tú álíkavæl gerst samdur við syndina, sum Gud hatar og ikki loyvir Jesusi inn í lív títt, hevur tú onga umbering á dómadegi. Tað sum er skriva skal ikki fatast sum ein ljót útspilling av syndigum lívsstíli. Tvørturímóti, ætlanin er at upplýsa og vísa ófrelstum menniskjum vegin aftur til Gud. Einasti útvegurin burturúr deyðiligu syndini, er vegurin út á Golgata kross – har hin elskaði Jesus hekk. Áh, ein undurfullur gleðiboðskapur í orði hins livandi Guds.

1.Kor.6.11 greiðir frá nøkrum grikkum, sum nú eru frelstir av Guds náði, men sum fyrr livdu í andstyggiligum syndum. Tað stendur skriva um tey at: “Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.”

Hesi høvdu áður liva eitt reiðuliga syndugt lív. Vit minnast ørindini frammanundan, ið greiða frá, at áðrenn tey møttu Jesusi vóru summi teirra siðloysingar, avgudadýrkarar, horkallar, homoseksuell, tjóvar, havisjúk, drykkjumenn, baktalarar og ránsmenn. Og at eingin sum livir eitt slíkt lív skal arva ríki Guds. Hetta sigur eisini nakað um moralin í grikska samfelagnum tey livdu í tá. Men Paulus prædikaði orð Guds millum teirra, og summi tóku við orðinum og trúðu, at Jesus megnaði at bjarga teimum úr syndini og soleiðis blivu tey frelst av náði Guds. Sjálvandi kom tað ikki óvart á Paulus, at allur heimurin er smekk fullur av synd. Men hann var fúkandi óður um hetta, at slík menniskju eisini funnist í samkomuhúsið Guds í Korint, Grikkalandi. Tí, slík verða ikki roknaði sum partur av livandi samkomu Guds, uttan umvending og eftirfylgjandi Kristi lívsstíl.

Um vit hyggja eitt sindur nærri eftir tekstinum opinberast einasta loysnin burturúr syndini: “Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa..,” Góði, tað bar til hjá perversum grikkum at verða vaskaðir (tváaði) í Jesu dýrabara blóði. Frelsan í Jesusi Kristi er óbroytt og synd er enn andstygd í eygum Guds. So, um tú annaðhvørt ert drykkjumaður ella homoseksuellur maður, eru bæði lyftir Guds um frelsu saman við ávaringini um vreiði Guds yvir alt gudloysi og alla órættvísi enn galdandi í dag. Tú mást velja Jesus fyri at verða tváaður í blóðinum sum reinsar frá allari synd.

Gud hevur eina fullfíggjaða loysn til tey sum vilja fylgja Jesusi eftir. Umframt at tey sum áður livdu í syndini vóru tváaði, lesa vit at orð Guds staðfestir, “...tit eru vorðin halgað...” Hetta merkir at Gud við sínum Heilaga Anda tók tey burturfrá fyri seg sjálvan og við sama Anda legði Guð sítt rættvísi í tey. Og soleiðis bleiv heilagleiki Guds hin sigrandi náttúran í teirra lívið. Munurin er tann, at áður góvu tey syndini innivist og livdu eftir egnu lystum. Og eftir teirra persónligu frelsu vamlaðist tey við syndir, sum tey áður vóru trælabundin av.

Harnæst stendur so undurfult at, “...tit eru vorðin rættvísgjørd..,” At verða rættvísgjørdur av Gudi merkir í praksis hetta, at tey fingu frelsuvissu í teirra sinn. Eins og við halganini tók Gud tey burturfrá og kunngjørdi sítt rættvísi í teimum. Og í sama viðfangi vóru tey fríkend frá øllum skuldsetingum. Og soleiðis ber tað til hjá teimum hin eina dag, sum fyrr livdu í andstyggiligari synd, at stíga fullkomiliga rættvís fram fyri Guds trónu. Og Hann mintist ikki ræðuligu syndir teirra longur. So náðirík er andaliga gáva Guds. Takk og lov!

Hesi sum áður livdu langt burtur frá Gudi vóru umskapa til at liva eitt nýtt lív saman við Gudi. Tey fingu eitt tváa, halgað og rættvíst lív frá Gudi afturfyri, at tey trúgva á og elska Sonin Jesus Kristus. Gud elskar Sonin Jesus og elska vit Hann, elskar Gud okkum aftur. At enda verða vit ámint á hvørjum grundarlagi henda dýrabara frelsan gerst møgulig: “...við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara...” Sannleikin um Jesus, at Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra, er væl og virðiliga kunngjørdur í orði Guds. Og aðrastaðni lesa vit, at “frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.” (Áps.4.12).

Alt hetta setti Heilagi Andi Guds í gildi í lívinum hjá nøkrum fyrrverandi homoseksuellum, siðloysingum, avgudadýrkarum, horkallum, tjóvum, havisjúkum, drykkjumonnum, baktalarum og ránsmonnum í Grikkalandi. Treytirnar eru framvegis hesar, at upplýst menniskju venda sær til Jesus og biðja hann lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á JESUS. (Aps.26.18). Amen!

Við ynski um fullfíggjaða frelsu og fullkomna gleði í Kristi Jesusi!

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig