Opinleiki og gjøgnumskygni - neyðugar fortreytir.

2012-11-05 16:54

At bjóða seg fram til Býráðsvalið, er eisini at bjóða seg fram at umsita álit, rættindi og fíggjarorku borgarans. Tí má Býráðið eisini vísa opinleika í teimum avgerðum, sum verða tiknar og taka borgaran við uppá ráð.

Hetta kann betrast  við øktum samskifti á netinum, betri kunningartænastu og við fleiri borgarafundum. Nógvir batar eru at hóma, men enn meira orka skal setast av til hetta.

Tað er ikki nøktandi, at valda stýrið bert hittir borgaran í teim ymsu økjunum, nakrar fáar vikur innan valið. So verður lovað í eyst og vest, hvat ið skal gerast - um tit velja rætt.

So ganga nærum fýra ár innan borgarin frættir aftur.

Hetta skal skipast, so at bygdirnar og ymsu stóru býlingarnir, skulu hava høvi at hitta tey fólkavaldu og seta spurningar, seta fram ynski og annars vera við í demokratiska arbeiðinum við  fundum, ið verða ásettir beinanvegin nývalda Býráðið fer til verka aftur.

Tað er alneyðugt at borgarin altíð kann hava álit á, at tær avgerðir sum verða tiknar í Býráðshøpi, verða tiknar útfrá fólkaræðisligum avgerðarhátti, har borgarar verða javnt settir og hoyrdir.

X   Langtíðarætlanir innan øll øki

X   Tryggja fakliga og virðiliga viðgerð og opinleika

X   Tilrættisleggjan, útbjóðing av og tekning av projektum, skal verða í opinleika og í fríari kapping

 

X   Andrea Heindriksdóttir – so hendir nakað!

Hettar er vegurin fram, og tað er soleiðis eg ynski at arbeiða