Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Opið skriv til Trivnaðarnevndina - Vilja vit at órættvísi?

Vilja vit at órættvísi?

Sum aktørar á leigumarknaðinum, mugu vit enn einaferð gera vart við og mótmæla, at landsins myndugleikar ganga undan, tá talan er um mismun millum almennar og privatar aktørar á leigumarknaðinum. Enn einaferð verður Bústaðir favoriserað – hesaferð enntá upp á bekostning av, at treytirnar hjá vanliga føroyska leigaranum gerast verri.

Tíverri hevur hendan gongdin við sær, at vit, sum privatir aktørar, ivast í um framtíðarætlanirnar hjá okkum við bústøðum bæði í Havn, Klaksvík og aðrastaðni, yvirhøvur hava lív laga – við øðrum orðum, ivast vit í, um vit yvirhøvur hava hug at risikera meira enn vit longu hava á leigumarknaðinum.

Broytingar í leigulógini

Landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen, hevur í løgtingsmálið nr. 101/2017 skotið upp, at leigarar hjá Bústøðum í framtíðini skulu verða verri fyri, enn leigarar hjá privatu útleigarum (ella sagt við øðrum orðum, Bústaðir skal hava betur treytir enn teir privatu).

  • Hetta framgongur í uppskotið til § 19, stk. 2, har leigarar nú hava 2 mðr. uppsagnarfreist hjá Bústøðum í mun til 1 mðr. hjá privatum útleigarum.
  • Harumframt er skotið upp í § 19a, stk. 1, at leigarar hjá Bústøðum skulu út úr leigumálinum 14 dagar áðrenn tað endar.

Vónandi er tað ein misskiljing, at Trivnaðarnevndin tekur undir við tílíkum broytingum í leigulógini, sum beinleiðis ger mismun millum aktørarnar á leigumarknaðinum. Tað kann ikki verða rætt, at Bústaðir, sum frammanundan hevur eitt ótal av fyrimunum á leigumarknaðinum, nú skal favoriserast enn meira.

Tað eru eingin saklig grundgeving fyri, at leigarar hjá Bústøðum skulu hava verri uppsagnartreytir, enn leigarar hjá teimum privatu aktørunum

  • Einasta grundgeving fyri broytingini í grein 19, stk. 2 er, at Bústaðir við hesum kann tryggja sær so nær við 100% útleigan sum til ber.Hetta argumentið er líka aktuelt og neyðugt hjá privatu aktørunumfyri at okkara leiguprísur kann vera so lágur sum gjørligt.
  • Einasta grundgeving fyri grein 19a, stk. 1 er, at Bústaðir skal fáa tíð til at gera leigumál í stand áðrenn næsti leigari flytur inn – aftur fyri at tryggja minst møguliga ledigheit.Hetta argumentið er eisini akkurát líka aktuelt og neyðugt hjá privatu aktørunum fyri at okkara leiguprísur kann vera so lágur sum gjørligt.

Hví skal hesin mismunur millum privat og alment setast inn í sjálva leigulógina? Privatu útleigararnir hava eins stóra ábyrgd mótvegis leigarnum sum Bústaðir. Tað, at Bústaðir hevur veitingarskyldu fyri 5. hvørt leigumál til Almannaverkið, verður “selt” sum ein skylda hjá Bústøðum. Hetta er beinleiðis manipulatión, tí privatu aktørarnir vilja heldur enn fegnir veita hesa skyldu, sum tryggjar eina leiguinntøku frá Almannaverkinum, sum má sigast at verða ein sera tryggur leigari.

Vit hjá MARK, hava gjørt 12,5% av okkara leigumálum júst til hetta endamálið – nemliga soleiðis, at vit kunnu bjóða íbúðir til rørslutarnað o.o. Tí kunnu vit veita júst som trygd sum Bústaðir mótvegis klientunum hjá Almannaverkinum.

Við tí grundgeving, at leigumarknaðurin ikki skal skeiklast meira enn hann longu er, so vilja vit inniliga heita á Trivnaðarnevndina,

  • annaðhvørt at strika ásetingarnar í grein 19, stk. 2 og grein 19a, stk. 1
  • ella at strika orðingina “almennum” – soleiðis, at allir privatir útleigarar verða líkastillaðir við Bústaðir.

Leigunevndin mælir frá broytingunum

Vísandi til viðmerkingarnar til løgtingsmál 101/2017, so mælir Leigunevndin eisini frá at gera broytingar í leigulógini, sum stillar leigararnar verri í framtíðini. Eins og vit føra fram, so saknar Leigunevndin grundgevingar fyri at Bústaðir skal hava longdar uppsagnarfreistir, tí eingin munurin er á umstøðunum hjá Bústøðum og øðrum útleigarum í hesum sambandi.

Við vón um, at Trivnaðarnevndin ger broytingaruppskot, sum javnstillar vanligar privatar føroyskar útleigarar við Bústaðir, umframt allar leigarar í Føroyum.

Vinaliga

MARK

Gordon Rajani, stjóri