Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

(Mynd: Vestmanna skúli)

Opið bræv til Mentamálaráðið

2022-08-19 14:27

Í gjár, 18. august, byrjaðu fólkaskúlarnir aftur eftir summarfrítíðina. Í Vestmanna skúla eru 173 næmingar farnir í skúla.

Tað er tó ikki uttan ørkymlan, at vit foreldur senda børnini í skúla aftur.

Vestmanna skúli hevur altíð verið kendur fyri, at klekja góðar næmingar. Í lands- og pisaroyndum eru næmingarnir í Vestmanna millum teir bestu í landinum. Orsøkin er lærararnir. Teir eru framúr dugnaligir og ganga høgt upp í starv og næmingar.

Nú hevur ófriður valdað í Vestmanna skúla í fleiri mánaðir og tað tykist, sum støðan bara versnar. Hetta hevur ikki gingið út yvir næmingarnar enn, takkað verið professionellum lærarum. Kortini kendist farna skúlaár øðrvísi enn onnur ár. Lítil kunning og stutt skoðsbrá til broyttar skúladagar myndaði árið.

At næmingar møttu til nýtt skúlaár í gjár, uttan at tímatalva var klár, er als ikki nøktandi.

Ein væl rikin skúli er grundarsteinurin í einari bygd. Vit eru øll sera góð við okkara skúla og vilja hava tann skúlan, sum vit kenna, aftur.

Tað harmar okkum sera nógv, at hendan støðan er íkomin, og vit vilja við hesum vísa lærarunum og nú fyrrverandi varaskúlastjóra, okkara stuðul. Harumframt vilja vit heita á avvarðandi myndugleika um at fáa skúlan á beina kós aftur við nýggjari leiðslu, øllum starvsfólkum og næmingum at gagni.

Vinaliga
Foreldur

Higartil eru 132 undirskriftir, og tað legst allatíðina afturat.