Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Opið bræv til løgtingið og landsstýrið um demokratiska undirskotið

2013-10-04 21:21

Demokratiska undirskotið í Føroyum hevur víst seg at vera stórt og vaksandi. Fjølmiðlarnir hava avdúkað brot á allar fyrisitingarreglur, men eingin í landsstýrinum tekur ábyrgd, og samgongumeirlutin ger einki við málið. Hetta er óhaldbært, og vit mugu øll taka tøk, fólkaræðinum at frama. Tingfólk, serliga í samgonguni mugu alment siga sína hugsan um hesar spurningar.

Vanliga havi eg ta fatan, at politisk orðaskifti ikki skulu vera um persónar, men um politisk mál. Málini og yvirskipaðu karmarnir um skilagott politiskt arbeiði, sum miða ímóti at loysa grundleggjandi trupulleikar í samfelagnum, dygg fyrisiting og virðing fyri demokratiskum reglum og rættartrygd hava týdning. Partapolitisk atlit og royndirnar hjá einstaklingum at verða afturvaldir hava minni áhuga.

Tað kunnu tó vera tíðir, har tað ikki ber til at halda hesa meginreglu. Júst nú eru vit í tílíkari tíð. Fyrisitingarliga óskilið og rumblið, sum hevur valdað, síðani núverandi samgonga tók við, krevur skarpari lút enn fólkaligar greiningar av málum.

Eftir kreppuna í nítiárunum lærdu føroyingar, hin harða vegin, hvussu langt eitt samfelag kann fara av leið, um einki vigar ímóti maktini. Vantandi javnvág og eftirlit við føroysku politisku skipanini var til almiklan skaða fyri samfelagið og fólkið í Føroyum.

<b>Soleiðis nýtist ikki at vera.</b>

Í nógvum londum eru skipanir, sum royna at tálma valdið hjá einum politiskum stovni. Onkustaðni tvey ting ella hús, sum bæði skulu samtykkja lógir. Eisini dómstólar, sum kunnu taka upp lógaruppskot og politiskar avgerðir, um tey stríða móti stjórnarskipanini ella vanligum lógarsiði og rætti. Eisini er nógvastaðni møguleikin at leggja mál út til fólkaatkvøðu.

Einki av hesum finst í Føroyum enn, men í uppskotinum til nýggja stjórnarskipan, sum løgtingið hevur ligið á nú í nógv ár, eru skipanir og møguleikar at fáa betri eftirlit við politisku skipanini og møguleikar at tryggja minnilutum rættartrygd. Løgtingið hevur ligið á hesum máli í nógv ár.

Vit vunnu valið, so nú ráða vit - tit taptu, so haldið tit kjaft!</b>

Hetta varð hugburðurin í nýggju ABDH-samgonguni eftir valið í november 2011. Hetta varð sagt av leiðandi politikarum, og hetta hevur verið arbeiðslagið í fleiri, skjótum og skitnum politiskum avgerðum, sum eru settar í verk uttan virðing fyri greiniligari lýsing av málum og veruligum hoyringum. Hetta er prógv um stóra demokratiska undirskotið og vantandi demokratiska medvitið hjá teimum ráðandi.

Ein yvirlýsing frá norðurlanda yrkisfeløgunum fyri starvsfólk hjá tí almenna lýsir gongdina. Gongdin er ikki serstøk fyri Føroyar, men sæst í hinum Norðurlondunum og í ríku londunum yvirhøvur. Í yvirlýsingini verður støðan í Føroyum lýst soleiðis:

“Í Føroyum hava vit merkt fleiri álvarsamar broytingar seinastu tíðina. Ógvuslig skattabroyting við at undanskatta og seta í gildi felagsskatt fór fram í bráðum skundi og uttan stundir og vilja til greiningar og uttan atlit til tey hørðu mótmælini. Flatskatturin og minkaða skattainnkrevjingin bera í sær eitt skeivt býti og gera vælferðarsamfelagið og almenna geiran veikari......Nú uppliva vit beinleiðis avtøku av týdningarmiklum eftirlitsstovni og demokratiskar spælireglur verða lítilsvirdar”

Eitt annað dømi um, hvussu farið verður fram, er lógin um broyting í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, har vanlig rættartrygd kann verða sett til viks, um privat feløg eru nóg stór og forvinna so nógvan pening, at tað ikki verður hildið at vera møguligt at viðgera teirra viðurskifti eftir góðum fyrisitingarsiði. Áhugamálini hjá øðrum, sum ikki eiga so nógvan pening, mugu tá víkja. Hendan undirbrotligheitin hjá samgonguni fyri seráhugamálum er tess meira láturlig, tí hetta varð gjørt fyri at loysa ein trupulleika, sum partarnir í málinum lættliga kundi loyst sjálvir.

<b>Verandi stýrisskipanarlóg verður ikki hildin – skil er ikki á landsstýris- og løgtingsarbeiðinum</b>

Stýrisskipanarlógin frá 1996 royndi at fáa í lag javnvág millum lóggevandi og útinnandi valdið. Eftir gomlu stýrisskipanarlógini frá 1948 var eingin greiður skilnaður millum hesi bæði vald. Umsitingarligar avgerðir vóru í stórum tali tiknar í løgtingsnevndum, og ábyrgdin hjá landsstýrismonnum var kollegial, altso í felag. Sostatt var ringt at ábyrgda einstøkum landsstýris- ella løgtingsfólki fyri politiskar avgerðir.

Men, sum tíðin er liðin, er løgtingið dottið aftur á gamla skeiva lagið, og tað sama er hent í landsstýrinum.

Greflig dømi um, at stýrisskipanarlógin ikki verður vird, eru fíggjarlógarviðgerðir, har fíggjarnevndin ikki virðir hinar løgtingsnevndirnar og heldur ikki politisku ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Fíggjarnevndin broytir ofta sjálv í fíggjarlógini. Tað rætta er sjálvandi, at fíggjarnevndin sendir fíggjarlógina aftur til landsstýrið við kravi um, at at broytingar verða framdar á ymiskum postum.

Eitt nýggjari og sera grefligt dømi var “makrelbólkurin”, har løgmaður, formaðurin í fíggjarnevndini og floksformenn vóru beinleiðis innblandaðir í fyrisitingarligar avgerðir á fiskivinnuøkinum.

Lógir, sum veruliga broyta sosialu kontraktina (flatskattur, skatting av eftirlønarinngjøldum, krav um inngjald til eftirlønir, men ikki restin av eftirlønarreforminum) eru skrumblað ígjøgnum uttan neyðugu hoyringarnar og politisku viðgerðina. Eftirlitsstovnar og aðalráð eru tikin av við umberingini “rationalisering”, og hetta móti allari fakligari ráðgeving.

Ásetingin um, at løgmaður ikki skal umsita málsøki (hvør skal tá hava eftirlit við honum?) verður regluliga brotin. Eftirlitið hjá løgmanni við, at hvørt einstakt landsstýrisfólk situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt, er tilvildarligt og óskipað.

Kanska mest ræðandi var avgerðin í 2010 at avtaka tvingaða lógareftirlitið í Tinganesi.

Tað, sum er neyðugt at gera fyri sum skjótast at steðga spilluni, sum er komin í hjá landsins myndugleikum, er at samtykkja stjórnarskipanaruppskotið skjótast gjørligt. Hetta fer í minsta lagi at gera tað møguligt at krevja eitt mál til fólkaatkvøðu, bæði í løgtinginum og helst eisini við at savna undirskriftir millum veljararnar. Eisini eiga mannagongdir at verða skipaðir fyri at leggja bæði lógaruppskot og týðandi umsitingarligar avgerðir fyri serligan rætt. Løgtingið hevur bølt á hesum máli nú í nógv ár. Málið má takast frá løgtinginum og út millum fólk til viðgerða.

<b>Sterkar fakligar røddir</b>

Greinar í bløðunum og viðmerkingar á fundum hjá Kristinu Samuelsen, løgfrøðingi, Hallberu West, stjórnmálafrøðingi og Bárður Larsen, løgfrøðingi, samrøður við Halgir Winther Poulsen, advokati, í KVF, ein “masterclass” í fyrisitingarrætti hjá Kára á Rógvi, doktara í løgfrøði í sendingini hjá KVF “Radarin”, hava greitt víst á, at allar fyrisitingarreglur eru settar til viks í tunnilsmálinum og ikki bara har.

Samstundis verður tað greitt, at miðfyrisitingin ikki er før fyri at standa ímóti landsstýrisfólki, ið eru so altrá eftir at fáa politisk mál ígjøgnum, at tey seta til viks alment innlit og fyrisitingarreglur. Málsviðgerðin av lógaruppskotum er tilvildarlig og stendur ikki mát við tað vit mugu krevja í einum nútímans fólkaræði. Avleiðingar av lógaruppskotum eru vanliga alt ov illa lýstar og løgtingið tekur tí avgerðir uttan hava fullan kunnleika um málini.

Dimmalætting hevur í fleiri oddagreinum seinast í august og fyrst í september víst á, at miðfyrisitingin svíkur sínar skyldur í málum av hesum slag. (* Tær sterku fakligu røddirnar eru samanfataðar niðanfyri).

<b>Tingfólk og landsstýrisfólk mugu svara</b>

Nú er tíð at tala at teimum fólkavaldu og teimum í landsstýrinum, sum lata hetta um seg ganga.

Vit mugu krevja, at limirnir í formansskapinum í løgtinginum, allir løgtingslimir í samgonguna og landsstýrisfólki siga sína hugsan um fólkaræðið og um hví tær reglur, tey sjálvi hava samtykt sum karmar um politiska lívið, ikki vera hildnar.

Tey eru:

Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu.

Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Eivin Jacobsen, Reimund Langgaard, Jóna Mariusardóttir Mortensen, Bárður á Steig Nielsen, Rósa Samuelsen, Bill Justinussen, Jenis av Rana, Bjarni Djurholm, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Rodmundur Nielsen, Brandur Sandoy, Hanus Samró, Joen Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Janus Rein, Kári Højgaard

Kaj Leo Holm Johannesen, Johan Dahl, Karsten Hansen, Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Annika Olsen.

<a href="http://da72ec4c49cd7ed8057c-a6079c230690f8e53709e84257891700.r60.cf1.rackcdn.com/myfiles/1380910134_folkarinumtrvarhjalp.pdf">Fylgiskjal til opið bræv</a>

Kjartan Hoydal