Opið bræv til løgmann!

 1. Løgmaður má seta krav fram á ríksifundinum sum er í Grønlandi við danska statsministaran, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO.

2. Løgmaður má beinanvegin taka stig til samráðingar við stjórnina í Kreml, um fríhandils sáttmála við Russland.

Føroysku fyrimunirnir við russiskum WTO-limaskapi burtur um stutta tíð

Tá ið Russland gjørdist limur í Heimshandilsfelagsskapinum (WTO) fyri einari viku síðan ella neyvt sagt mikudagin tann 22. august 2012 sum limaland nr. 156 hevði tað stórar fyrimunir fyri Føroyar. Bara harmiligt og eyðmýkjandi fyri okkum føroyingar, at vit framvegis ikki eru komin longur við sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í WTO.

Russiski WTO-limaskapurin hevur við sær, at alt lógarverkið hjá Russlandi viðvíkjandi handli og vinnu er broytt samsvarandi WTO-sáttmálanum. Russland er tískil tvingað til at halda reglurnar hjá WTO fyri frælsan heimshandil ella kann tað snøgt sagt kærast inn fyri WTO av limalandi, ið heldur seg vera fyri órætti av russiskum myndugleikum.

Fyri føroyskt vinnulív er tað serliga lækkanin av russiskum tolli á fiskavørum, ið hevur áhuga. Eitt nú verður russiski tollurin á køldum ella frystum rundum laksi 3% og køldum ella frystum laksafløkum 4%. Á frystari rundari sild, svartkjafti og makreli verður tollurin 3%. Hinvegin verður hann 3% og 5% á ávikavist frystum sildafløkum og makrelfløkum.

Føroysku fyrimunirnir við russiskum WTO-limaskapi kunnu nú tó fara at vísa seg at vera søga um stutta tíð. Og verri enn tað.

EFTA-londini eru komin væl áleiðis at gera fríhandilssáttmála við Russland. Tá ið tað gjørdist greitt, at Russland fór at verða limur í WTO í ár, settu hesi lond fulla ferð á samráðingarnar og eru tey nú í ferð við sítt sætta samráðingarumfar.

Tá ið EFTA-londini hava gjørt fríhandilssáttmála við Russland verður russiski tollurin á fiskavørum hjá teimum helst burtur, meðan føroyskar fiskavørur framvegis fara at hava toll eftir WTO-sáttmálanum inni á russiska marknaðinum. Føroyskir útflytarar verða tískil verri fyri á russiska marknaðinum enn eitt nú kappingarneytarnir í Noregi og Íslandi.

Skuldi tað hent seg, sum mangt bendir á og sum longu er frammi millum ES og Russland, at tey eisini fara at gera ein sínámillum fríhandilssáttmála, verður skilið enn verri fyri Føroyar. Tí at tá fara okkara kappingarneytar, umframt tollfyrimunirnar á russiska marknaðinum, at kunna njóta fyrimunirnar við kumuleringsskipanini, meðan vit fara at standa handilsliga og vinnuliga avbyrgd uttanfyri.

Sostatt fara føroyskir útflytarar framvegis at gjalda risahøgan toll inni á ES marknaðinum fyri russiskan tosk, ið verður tilvirkaður í Føroyum, meðan eitt nú íslendsku og norsku kappingarneytarnir fara at kunna keypa russiskan tosk úr Barentshavinum, fyri síðan at víðari tilvirka hann og selja hann inn á ES marknaðin eftir kumuleringsskipanini.

Samanumtikið kann støðan hjá Føroyum og ikki minst føroyskum vinnulívi fara at líkjast einari vanlukku, um Føroyar ikki beinanvegin taka stigið at gera fríhandilssáttmála við Russland.

Í Tinganesi og í Kreml liggur eitt liðugt samrátt fríhandilssáttmálauppskot frá ár 2000, har allur tollur á samhandlinum millum Føroyar og Russland verður avtikin, klárt at undirskriva. Russland gav Føroyum tað lyfti í 2000, at í somu løtu Russland gjørdist limur í WTO skuldi fríhandilssáttmálin undirskrivast.

So løgmaður, hvørjum bíðar tú nú eftir?

Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevnd Løgtingsins