Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Opið bræv til Føroya Landsstýri

Vit umborð á Sjúrðarberg eru skelkaðir av at hava eitt landsstýrið, sum hevur so lítla virðing fyri okkara sjófólki, sum hendan fiskivinnunýskipanin vísir seg at hava. Fakta er tað, at JFK má minka í Barentshavinum, og JFK kemur at minka við Sjúrðarberg.

Við hesum skipinum eru nógvir ungir mans, sum hava lagt lunnar undir familju tey seinastu árini og koma at standa uttan arbeiði næsta ár, um hetta uppskotið verður samtykt. Tað kemst hvørki av dugnaloysi ella fiskaloysi, men av einari óhugnaligari øvund, sum skríggjar til himmals í hesum uppskotinum. Manningin umborð, umboðar 8 oyggjar í Føroyum so tað kemur at raka um alt landi tá skipið er lagt. Í verandi løtu liggja vit í russiskum sjógvi og fáa nógvan fisk, men tó kennist tað sum ein lang jarðarferð umborð her, og hugurin er einki serligur.

Vit vilja ikki lata hetta fara fram við borðinum uttan at gera vart við okkara ónøgd, og somuleiðis vilja vit hava eitt svar frá Landsstýrinum (Høgna), um hví vit skulu sendast til hús.

Klára tit veruliga ikki at seta ein fiskivinnureform saman, uttan at jarða vinnuna fyrst?

Manningin umborð á Sjúrðarberg