Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

opið bræv til Føroya bisp Jógvan Fríðriksson um fosturtøkur

2014-01-13 19:26

Opið bræv til føroya bisp Jógvan Fríðriksson


Góði Jógvan Á heimasíðuni hjá Danmarks Radio í einari grein um fosturtøku í Føroyum “Abort på Færøsk” http://www.dr.dk/arkivP1/Feature/Udsendelser/2013/06/abort-paa-faeroesk.htm#.Us8PkKfyISw.facebook stendur at føroya bispur: “... Går ind for kvindens ret til at bestemme over deres egen krop ...” Nakað sum vanliga verður tulkað sum rættin hjá einari kvinnu til fría fosturtøku.
Sum umboð fyri felagsskapin Rachel´s Vineyard í Føroyum, sum millum annað hevur sum endamál at hjálpa teimum nógvu foreldrunum og øðrum, sum hava fingið sálarlig mein av fosturtøkum vil eg fegin spyrja teg um hetta er ein røtt endurgeving hjá Danmarks Radio. Um Fólkakirkjan í Føroyum hevur eina meining um fosturtøkur, og um svarið er at fólkakirkjan ikki hevur eina meining um fosturtøku so hví at hon ikki hevur tað.
Vinarliga og við vón um eitt greitt svar. Anja Wenningstedt