Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Opið bræv til Ewald Kjølbro

Eg vil hervið mótmæla æltanini um at steingja tunlarnar norður um fjall í 6 mánaðir.

Av tí at tunlarnir eru lívsæðrin hjá okkum, sum búgva her norðuri, kann tað als ikki góðtakast, at tunlarnir verða stongdir hvørja nátt í eitt hálvt ár, og íbúgvararnir bert sleppa at koyra ígjøgnum ávís tíðarskeið á náttini.

Vit, sum búgva her norðuri, brúka tunlarnar hvønn dag og brúka teir alt døgnið. At tit biðja borgarstjórarnar í Viðareiðis og Hvannasunds kommunu um at finna eina tíð at hava tunlarnar opnar, sum passar teimum flestu best, vísir, hvussu illa tit skilja, hvørja støðu tit seta okkum í. Arbeiðsfólk, ið arbeiða hinumegin tunlarnar, arbeiða sera ymiskar vaktir, summi eru liðug kl 23, onnur á middnátt, onnur klokkan 01, aftur onnur kl. 02; og so eru tað onnur, sum eru bundin at sleppa ígjøgnum tunlarnar alt døgnið.

Afturat tí er tað ungdómurin, ið brúkar tunlarnar nógv til tað sosiala lívið, eisini seint um kvøldið og náttina. At tey brádliga missa hetta sosiala sambandið kemur at hava ein sera neiligan hugburð hjá teimum til at búgva norðanfyri.

Vit, sum búgva her norðuri, eru nóg nógv pressað av, at nýggju tunlarnir Norður um Fjall av politiskum ávum eru útsettir fleiri ferðir. At Landsverk saman við SEV nú leggur stein oman á byrðu, kann eg als ikki góðtaka.

Tí vil eg sum borgari í økinum inniliga heita á teg saman við SEV at finna eina aðra loysn. Vinarlig

Rói Matras Absalonsen
Viðareiði