Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Opið bræv til Anniku Olsen, almannamálaráðharra

2014-01-18 21:06

Góða Annika Olsen, almannamálaráðharri


Eg síggi tína viðmerking í Sosialinum í viku 50/2013, at tú hevur sagt:

Hóast Malena hevur verið heima og tikið sær av Ólavi í skjótt fimm ár, og ikki hevur fingið nakra inntøku hesa tíðina, skal hon ikki vænta sær nakra veiting við afturvirkandi megi.
Tað fer at vera torført at seta nakað í gildi við afturvirkadi megi, men eg skal broyta hetta við aldursmarkinum skjótast gjørligt, so tað framyvir verður heimild at veita familjum í líknandi støðu fíggjarligan styrk, óansæð hvussu gomul børnini eru, staðfestir Annika Olsen, sum tó ikki vil seta nakra tíðarfreist á.


Tað er nú løgið, at tað ikki kann vera við afturvirkandi megi....


Málið er blivið súltað gjøgnum 4½ ár! Tit eru talríkar ferðir blivin gjørd varug við hesa syrgiligu støðu, men tit lótu bara standa til. Tit hava fingið løn alla hesa tíð – hví í allari víðu verð halda tit tað vera í lagi, at Malena ikki skal hava løn!!



Fari at heita á teg at fáa málið loyst við afturvirkandi kraft beinanvegin, so virðingin fyri teimum, ið ikki eru ment at klára seg uttan ta hjálp, sum Malena og onnur veita teimum, verður sett aftur í gildi.



Blíðar heilsanir

Margit M. Baadsager