Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Onki høvd – men berur hali

2020-06-18 06:35

Jú, Jaspur Langgaard. Sanniliga er Arktis og okkara støða í miðjum Norðuratlantshavi, eitt tjóðskaparmál. Tað er eitt mál um fólkaræði, og hvør skal taka avgerðirnar um, hvat okkara land verður brúkt til. Og at føroyska tjóðin kann røkja síni egnu áhugamál mótvegis stórveldunum

Tað sæst sjáldan betur enn nú. Tá ið ongin tjóðskaparlig kós er, verður føroyskur politikkur sum í lýsingini hjá Poul F: “Jú, teir látast h..... kalar, mót landsmonnum bondskir í gerð. Men dintil er oman høvdið, bert danin í eygsjón er.”

Herfyri boðaði løgmaður frá, at avgerðirnar um okkara fjarskifti og 5G-útbygging skulu ikki takast í Føroyum. Hóast vit í mong ár hava havt fult ræði á okkara fjarskiftismálim.

Men nú skal hetta frameftir gerast ein partur av “uttanríkis- og trygdarpolitikki”, sum Danmark tilskilar sær fult ræði á.

Nú er so ein frágreiðing við tilmælum latin danska uttanríkisráðnum frá stovninum DIIS.

Har verður farið uppaftur longri í royndini at leggja Føroyar undir danskt vald. Og at taka aftur tað ræðið, ið vit hava vunnið okkum í Føroyum við tógvið stríð – hóast vit hava verið dukað í høvdið við heimastýrislóg og grundlóg, sum føroyska fólkið ongantíð hevur samtykt.

Selja okkara sjálvræði fyri danskar pengar
Sambært frágreiðingini og tilmælunum skulu Føroyar ikki longur kunna gera okkara egnu handilsavtalur við onnur lond, ella gera av, hvør kann gera íløgur í Føroyum.

Hetta skulu nú eitast at vera mál, sum Danmark skal gera av og seta “reyðar linjur” fyri eftir “medinddragelse” úr Føroyum og Grønlandi. Og hetta skal eitast at gerast tí, at Uttanríkis- og trygdarpolitikkur burturav skal vera eitt sonevnt “ríkismál”, sum hevur fingið størri týdning við vaksandi áhugamálunum hjá stórveldunum í Arktis og Norðuratlantshavi.

Næsta stigið verður óivað – sum Danmark longu royndi at fáa á dagsskrá í undanfarnu samgongu – at eisini fiskivinnusamráðingar og avgerðir um kvotur og kvotubýti skulu gerast eitt “ríkismál”, tí tað hevur jú eisini stóran týdning fyri uttanríkis- og trygdarpolitikk. Tá vórðu hesar royndir hjá donsku stjórnini sjálvandi blankt afturvístar.

Men teir fara at royna aftur, tí Danmark missir stóra ávirkan og virði í sambandi við Brexit. Meðan vit hava vunnið okkum sera sterka støðu í fiskivinnusamráðingum við øll londini kring Norðuratlantshav, og fingu í seinastu samgongu í lag tætt samstarv og avtalur við Bretland.

Hartil verður skotið upp í nýggju frágreiðingini, at vit skulu selja okkara sjálvræði á hesum økjum og fáa pengar úr Danmark afturfyri.

At láta við halanum
At hetta altíð hevur verið danskur politikkur, tað vita vit. Og at Danmark nú av øllum alvi roynir at tátta spennitroyggjuna um Føroyar og Grønland, tað hava vit vitað so leingi.

Danmark fær jú ómetaligar fyrimunir mótvegis stórveldunum við at brúka Føroyar og Grønland sum handilsvøru og strategiskt kort mótvegis stórveldunum.

Sum tá ið Danmark – ímóti samdum løgtingi – loyvdi bretum at fiska inn í føroyska klettin í 50’unum og 60’unum, afturfyri egna handilsavtalu um at selja smør og flesk til Bretlands. Og tá ið Danmark – ímóti einum samdum løgtingi – loyvdi herstøðum í Føroyum. Danmark hevur vunnið milliardir uppá hetta, har sonevndi blokkstuðulin er bert smápeningur afturímóti. Meðan Føroyar mistu ómetaligar møguleikar og virðir við hesum hjálandapolitikki.

Sjálvsagt roynir Danmark nú at halda síni viðurskifti við USA, NATO og ES øðrumegin – og samstundis at hava góð handilsviðurskifti við Kina og við Russland.

Men at føroyskir politikarar góðtaka hetta og siga seg síggja møguleikar í hesum, er ófatiligt.

Onkur vil kanska halda, at her er hvørki høvd ella hali á.

Men tá ið ongin tjóðskaparlig kós er, og ongin virðing fyri fólkaræði, so er støðan hinvegin tann: At her er onki høvd – men berur hali.

Skilt á tann hátt, at her verður bara látið við halanum mótvegis valdinum í Danmark – ella halin verður stungin millum beinini, tá ið trýstið kemur úr Keypmannahavn.

Í Føroyum býr fólk
Í frágreiðingini verða Føroyar lýstar sum “en øgruppe” í Danmark. Og hvussu stór virðingin er fyri føroysku tjóðini og okkara grundarlagi og áhugamálum, sæst m.a. á síðu 36. Har verður sagt, at føroyski útflutningurin av fiski er vaksin úr 6000 tonsum í 2013 uppí 8000 tons í 2018! Ja, tað skulu vit halda við. Tað eru góðar tvær lastir hjá Gitte Henning!

Men hetta vísir jú bert, at frágreiðingin er ikki um nøkur føroysk áhugamál. Hon er um at varðveita danska valdið í Føroyum og Grønlandi. Men føroyskir fjølmiðlar geva sonevndu serfrøðingunum, ið hava skrivað frágreiðingina, meiri talutíð enn allar føroyskar politikarar tilsamans.

Í Føroyum býr fólk. Og her hava vit skapað tjóð í meira enn 42 ættarlið. Vit hava í øldir virkað um alt Norðuratlantshav og Arktis til tess at yvirliva og menna okkum sum tjóð.

Er tað fólkaræði, at eitt annað land skal taka avgerðirnar um, hvat vit kunnu gera og hvønn vit kunnu samskifta og samstarva við? Um tað, ið fer fram í okkara egna landi og sjógvi?

Vit mugu vakna
Vit mugu beinanvegin afturvísa hesi dagsskrá. Vit mugu greitt afturvísa allar hesar royndirnar at leggja okkum undir hesar avmarkingar og í hesa spennitroyggju.

Vit hava í Føroyum heilt onnur áhugamál enn Danmark í bæði handilspolitikki, fjarskifti og uttanríkispolitikki. Og ikki minst í fiskivinnupolitikki. Danmark hevur lagt avgerðirnar hjá sær niður til ES í handils- og fiskivinnupolitikki – og í stóran mun eisini í uttanríkis- og trygdarpolitikki.

Hugsa bert um makrelstríðið, har Danmark boykottaði Føroyar saman við ES. Hugsa bert um marknaðaratgongdina til Russlands. Um vit høvdu ligið undir uppskotinum um “felags” handils, uttanríkis- og trygdarpolitik við reyðum linjum úr Danmark, so høvdu Føroyar verið gyrdar í brøkur og vit høvdu mist ovurstór virði og møguleikar.

Føroyar eru í eini lyklastøðu
Áhugamálini og valdsspælið hjá stórveldunum um okkara leiðir, gevur okkum í Føroyum sera sterkar møguleikar at samskifta beinleiðis við stórveldini og taka egnar avgerðir og røkja okkara egnu áhugamál.

Vit hava gjøgnum fiskivinnupolitikk og okkara ríka tilfeingi sera tætt samskifti og avtalur við nógv av stórveldunum, sum hava síni vaksandi áhugamál her. Við Russland, við ES, við Kanada – og við Bretland, ið verður eitt uppafturrisið stórveldi í Norðuratlantshavi komandi árini.

Vit hava við okkara strategisku støðu í miðjum Norðuratlantshavi og sum lutur av og portur til Arktis og nýggjar siglingarleiðir, sera stóran áhuga hjá USA, Kina og NATO.

Vit hava ongantíð staðið sterkari til tess at røkja okkara egna handilspolitikk, fiskivinnupolitikk, uttanríkis- og trygdarpolitikk.

Vit mugu hava tjóðskaparliga kós. Vit mugu skapa fólkaræði í Føroyum.

Vit mugu brúka høvdið og ikki halan!

Høgni Hoydal