Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ongin sleppur nakað einsamallur

2019-09-15 16:36

 Tað er ikki altíð, at avrikini verða ájavnt við retorikkin. So takið tað bara róligt! Latið okkum nú geva samgonguni ein møguleika. 


Skal tann mest ekstremi retorikkurin í landsstýrinum fáa sín vilja í løgtinginum, so skal løgmaður fyrst loyva tí niðan í løgtingið. Og áðrenn løgmaður ger tað, skal hann avstemma uppskotið fyrst í landsstýrinum og so á samgongufundi. Tá ið tað so er komið í løgtingið, skal ein meiriluti í løgtinginum siga “ja” -  aftaná tvær ella tríggjar løgtingsviðgerðir, nevndarviðgerð og hoyringar.


Tað er styrkin í fólkaræðinum. Ongin sleppur nakað einsamallur. Og veikleikin, tí alt í politikki gongur av tí sama so forbiðið seint. 


Og meðan vit bíða einar tríggjar mánaðir, kunnu vit krossa fingrar og vera á varðhaldi.

Og bara eina áminning til tykkum nýggju í løgtinginum:  - Tey mest royndu vita, at tað er nú í byrjanini, at tit eru løtt at humsa við.  Enn eru tit ikki nøkur tvørball, sum krevja ditt og datt. Tit føla tykkum fram, tit eru loyal og tora illa at seta tykkum upp ímóti autoritetunum í flokkinum.  Tí er tað nú í byrjanini, at tit kunnu rokna við at fáa tey mest kontroversiellu málini at taka støðu til. “Just say’in!” 


Men góða eydnu. Tit eru nøkur skilafólk, sum hava fingið stórt álit litið upp í hendi. Og tit eru góð við okkara land og fólk. So hugsið tykkum bara væl um. 


Góðan sunnudag 😊🇫🇴