Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ongin samskipari til rehabilitering og ófullfíggjaðar rehabiliteringsætlanir

Heilsu- og almannapolitikkur -
Rehabilitering í Føroyum virkar ikki sum ein tvørfaklig skipan í heilsu- og almannaverkinum, og ongar fullfíggjaðar rehabiliteringsætlanir verða gjørdar fyri sjúklingin. Ongin tvørfaklig samskipan er millum ymsu økini í heilsuverkinum og almannaverkinum, heldur ongin skipað ráðgeving, og tí er ógjørligt at gera ein samanhangandi og málrættaðan innsats fyri sjúklingin, og tí mugu tey avvarðandi taka yvir leiklutin sum samskipari

Vantandi tvørfaklig samskipan í heilsu- og almannaverkinum

Felags fyri øll óhjálpin og avvarðandi er, at tey fáa ikki tað teimum tørvar, og vanliga fyriliggur als ongin tvørfaklig rehabiliteringsætlan.

Skal ein t.d. hava 4 ferðir fysioterapi um vikuna, verður hægst veitt venjing 2 ferðir, og í feriu er nærum onki. Taluundirvising verður ikki veitt - so at endurvinna møguleikan at samskifta er nærum ógjørligt.

Hægsta ynskið hjá sjúklinginum er at koma fyri seg aftur, og fáa møguleikan at verða maki og foreldur aftur, og at sleppa til arbeiðis, ella út í samfelagið - kanska ikki í sama mun sum áður, men út millum onnur fólk at virka.

Ongin skipan tekur hond ella ábyrgd av óhjálpnum ella familjuni - søkjast skal í hvørjum einstøkum føri.

Vit kunnu ikki halda fram við at bjóða okkara sjúklingum og teirra avvarðandi hesar umstøðurnar.

Ófullfíggjaðar rehabiliteringsætlanir

Tað, sum óhjálpin og avvarðandi hava tørv á er ein rehabiliteringsætlan frá sjúkrahúsinum ella tí eind, sum varðar av økinum.

Henda rehabiliteringsætlan eigur greitt at vísa, hvønn tørv sjúklingurin hevur, s.s. fysioterapi, ergoterapi, taluundirvísing, psykolog, sosialráðgeving, kostráðgeving, persónliga røkt og stuðul, heimahjálp, sjúkrarøkt, hjálpartól o.a. fyri at koma fyri seg aftur. Tá sjúklingurin verður útskrivaður av sjúkrahúsinum, skulu øll hesi viðurskifti verða lýst og raðfest. Endamálið má greitt verða, at tað er gerandisdagurin hjá sjúklinginum, sum er í fokus.

Sjálvt um eitt eiti av einari rehabilteringsætlan fyriliggur, so er ongin trygd fyri, at henda verður fylgd ella gjøgnumførd - hetta vegna vantandi tvørfakliga innsatsin og vantandi játtan.

Starvsfólkini standa fyri skotum

Vit hava nógv sera dugnalig starvsfólk. Heldur ikki kunnu vit bjóða hesum starvsfólkunum í Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og ymisku støðunum, ikki at kunna veita nøktandi tænastur til teirra viðskiftafólk.

Vit síggja tíverri stóra starvsfólkútskifting innan flest øll hesi øki. Ein av orsøkunum til, at tey siga upp er, at tey klára ikki at liva við, hvussu líðingarnar og umstøðurnar eru úti í samfelagnum - og tey fáa ikki veitt neyðugu hjálpina.

Yvirflóð av pengum í almennu kassunum

Ongantíð hava vit havt so nógvan pening í okkara samfelag sum nú - ja, almennu kassarnir flóta yvir í peningi.

Men hóast yvirflóð av pengum kunnu vit metast sum eitt uland á rehabiliteringsøkinum í mun til okkara grannalond. Tað er tí ikki í lagi, at rehabilitering ikki verður raðfest politiskt.

Politiskir málsetningar og raðfestingar skulu til

Tørvur er á politiskum málsetningum og raðfestingum, sum tryggja øllum óhjálpnum borgarum eina skipaða rehabilitering.

Hetta er neyðugt skulu vit framhaldandi kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, har øll skulu hava tað gott og kunnu trívast.

Rósa Samuelsen

RN