Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ongar ætlanir um felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini

2013-10-04 21:20

Undir viðgerðini av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2014 hava løgmaður og formaðurin í fíggjarnevndini sagt seg vilja eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini.

Tað er hugstoytt at leiðandi politikarar melda slíkt út, uttan nakra viðgerð í landsstýrið ella samgongu yvirhøvur. Sjúkrahúsini eru ein partur av føroyska heilsuverkinum og ovasti stjóri fyri heilsuverkið er landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Lat meg siga tað púra greitt. Tað eru ongar ætlanir um at skipa eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini.

Herfyri lat eg løgtinginum frágreiðing um heilsunýskipan til orðaskiftis og sum skilst verður orðaskiftið beint eftir heystfrítíðina. Tá fara vit at viðgera hvussu vit frameftir skulu skipa okkara heilsuverk í síni heild.

Karsten Hansen