Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Óneyðugi studningurin

2013-12-18 19:15

So varð viðtikið í løgtinginum, at ríkisveitingin úr Danmark skal økjast. Hetta hendir í eini tíð, har føroyska samfelagið hevur ment seg upp á eitt støði, sum er hægri enn nakrantíð áður. Vit hava aldrin verið so framkomin sum nú – men vilja kortini hava fleiri pengar frá donsku skattgjaldarunum. Eftir mínum tykki er hendan avgerðin ikki bara ein andsøgn, men eisini ótrúliga stuttskygd. Tvørturímóti eigur fíggjarligi stuðulin úr Danmark at verða útfasaður yvir eitt lagaligt tíðarskeið á ábyrgdarfullan og tryggan hátt. Tí hann er ikki langtíðar-gagnligur, men hitar, sum tá tú pissar í buks.

Í stóru myndini hevur upphæddin, økt verður við, ógvuliga avmarkaðan týdning fyri føroyska búskapin. Men symbolvirðið og signalið í tí at hækka blokkin, bæði mótvegis umheiminum og ikki minst okkum sjálvum, er stórt: ’Vit hava framvegis ikki sjálvi neyðugu orkuna og evnini til at fíggja okkara egnu tilveru’. Slíkt hevur tað tíverri við at gerast ein sjálvuppfyllandi profeti. Tað er ikki uttan týdning fyri kollektivu sjálvskensluna, um vit kunnu siga 1) at ríkisveitingin er í minking, 2) at hon um einki annað stendur í stað, ella 3) noyðast at siga, at hon beinleiðis økist.

Meinar løgtingsmeirilutin heilt edrúiliga og erliga at vit ikki hava neyðugu orkuna og evnini til at fíggja okkara egnu tilveru? Og setur løgtingsmeirilutin veruliga ikki eina æru í nakað so grundleggjandi fyri øll menniskju sum at forsyrgja seg og síni? Vit eru mong sum eru vís í, at varð blokkurin spakuliga útfasaður, fingu føroyingar - sum frá leið - bara enn størri insitament og áræði til at uppbyggja nýggjar vinnur, og at hava størri fokus á hvat Føroyar skal liva av í framtíðini . Óneyðug sosialhjálp økir sjálvsagt ikki sjálvsálitið, tað gevur tvørturímóti (fortrongda) ringa samvitsku og undirlutakenslu. Og sjálvsálit krevst sum kunnugt fyri at hava dirvi at ganga nýggjar leiðir.

Øll lond definera í stóran mun seg sjálvi við at spegla sær í tí, sum umheimurin sigur um tey. Og Føroyar hava – eins og øll onnur lond – brúk fyri at verða váttaðar positivt í umheimsins ímynd av okkum. Óneyðugi blokkstuðulin skaðar virðingina fyri Føroyum uttanlanda, serliga í Danmark, sum rindar. Og hetta rakar okkum aftur í gronina, sum ein boomerang.

Í vikuni varð almannakunngjørd ein kanning, sum vísti at danir í meðal trúgva at Føroyar fáa góðar fýra miljardir í stuðli um árið úr danska statskassanum. Talið hevur sjálvandi einki við veruleikan at gera, men áhugavert er, at jú betri fólk kendu til føroysk viðurskifti (og sostætt m.a. eisini veruligu upphæddina, Føroyar fáa í stuðli úr Danmark), tess positivari vóru tey mótvegis Føroyum. Tað er eingin ivi um, at blokkstuðulin ávirkar ímyndina hjá dønum av Føroyum negativa vegin. Tí flest øll menniskju hava eina at kalla instinktiva kenslu av, at tað er ómoralskt at nápa sær ískoyti frá øðrum, um viðkomandi hevur møguleika fyri at vera sjálvforsyrgjandi. Um eg hyggi at føroyingum sum heild anno 2013, síggi eg ikki nakað tilafturskomið, neyðarsligt fólk. Tvørturímóti síggi eg eitt fólk, sum er ov vælútbúgvið, múgvandi og framkomið til at noyðast at fáa fíggjarligt ískoyti frá donsku skattgjaldarunum, sum í løtuni berjast við einum risahalli í sínum egna húsarhaldi.

Og so koma vit til útforjabbaða kjakið um vit hava ráð at veittra blokkinum farvæl. Eg má bara endurtaka tað, sum mong onnur hava sagt so mangan: Vit hava eina fiskivinnu, har ótroyttir møguleikar sum tilfeingisgjald, kvotusøla o.a. í sjálvum sær kundu givið landinum eyka inntøku at seta í staðin fyri blokkstuðulin. Harumframt eru aðrir vinnuligir møguleikar, sum annaðhvørt kunnu troytast í størri mun enn teir verða í dag ella longu standa í vøkstri. Tað snýr seg um aling, ferðavinnu, kt, móta, olju (møguliga), drekkivatn, location (marknaðarføring) og mangt annað. Føroyar hava sum kunnugt eisini júst somu møguleikar sum onnur lond at spara á fíggjarlógini og/ella taka meira inn í skatti, soleiðis at fíggjarlógin hongur saman.

Væntandi trúgvin hjá løgtingsmeirilutanum á evnini og yvirlivilsismegina hjá føroyingum undrar meg. So lutfalsliga stutt síðani sum tá mítt ættarlið vaks upp í Føroyum í 70’unum og 80’unum, var føroyska samfelagið bara ein lítil brotpartur av tí, tað er í dag. Føroyar hava ment seg ótrúliga nógv bara í mínari tíð. Meginparturin av øllum hesum er bygt upp við egnari orku og kreativiteti yvir fá áratíggju, og altso ikki av einum lítlum, árligum búskaparískoyti úr Danmark. Føroyska alivinnan byrjaði so smátt tá eg var ungur, og nógv vóru tey, ið gjørdu gjøldur og vóru skeptisk. Hesi høvdu tá neyvan trúð, at hendan vinnan í dag útflytir fyri nærum tvær miljardir krónur – and counting. Men tíbetur vóru onnur framskygd fólk, sum sóu møguleikarnar í at ala fisk. Slíkt skapar reel virðir, og gevur íblástur til aðrar vinnur. Umvent ger stuðul úr Danmark ikki føroyska samfelagið meira produktivt og nýskapandi. Tvørturímóti.

Fyri nøkrum árum síðani vóru eg og nakrir danskir vinmenn í Føroyum á vitjan. Teir høvdu ikki verið í Føroyum fyrr, og sóu tískil landið, teir sum danskir skattgjaldarar stuðlaðu, fyri fyrstu ferð. Veðrið var alla vikuna av tí fagrasta. Sum heild vóru teir ógvuliga positivir, ja nærmast eitt sindur øvundsjúkir, um at eg hevði hetta landið at koma heim til. Teir sóu m.a. eitt samfelag, sum materielt sæð ikki var nógv øðrvísi enn teirra egna. Eitt samfelag við framkomnum vinnulívi, nútímans infrastrukturi, egnum universiteti, sjoppingmøguleikum, egnum miðlum, frálíkum ítróttarfasilitetum og egnum flogfelagi. Ein høvuðsstaður, har tú kanst velja millum fleiri kaféir, live-tónleik, matstovur og dansistøð nærum hvørt kvøld. Eitt samfelag við eini ørgrynnu av listafólki, sum árliga spræna bókmentir, tónleik, filmir, sjónleik og annað út til føroyingar – og út um landoddarnar. Og samstundis eitt samfelag sum enn fær fíggjarligan stuðul, sum var tað eitt menningarland. Seinasta dagin vinmenninir vóru í Føroyum, letur í einum av teimum, við eyðsýndu, ótroyttu vinnumøguleikunum í Føroyum í huga: ”Færøerne er jo et potentielt guldæg!” Gløgt er gestsins eyga.

Í fíggjarligum langtíðarhøpi gevur ríkisveitingin minus á kontuni, tí skert ágrýtni og áræði skapa færri inntøkur. Bæði í okkara branding mótvegis umheiminum og í okkara egnu sjálvsfatan er og verður óneyðuga ríkisveitingin tískil einamest at meta sum seinført eitur.

Skrivað hevur: Kári Jacobsen