Bogi er 46 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 14 ár og Nóa 9 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
Næstformaður í fjarðhitafelagnum

Øll ferðamannaskip vælkomin at vitja í Tórshavn

2019-02-08 05:07

Eg velji at lesa signalini frá menningarleiðaranum í Visit Faroe Islands soleiðis, at vit áhaldandi skulu royna at fáa sum mest burtur úr ferðamannaskipunum, ið vitja hendavegin, og at talan ikki er um eitt sjálvstøðugt átak, sum skal niðurlaga stødd og tal av skipum, sum ein annars kundi fáa fatan av í Degi og Viku í kvøld


Eg heilsi menningarætlanini hjá Visit Faroe Islands sera vælkomnari, og eg vóni, at hon kann gerast eitt hent arbeiðsamboð hjá ferðavinnuni frameftir.
 
Tá tað er sagt, so skal eg eisini sum formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð skunda mær at staðfesta, at øll ferðamannaskip eru vælkomin at vitja í Tórshavn. Í Degi og Viku í kvøld kundi ein fáa ta fatan, at menningarleiðarin í Visit Faroe Islands, ið hevur staðið á odda fyri arbeiðinum at gera eina menningarætlan, vildi hava okkum, sum taka ímóti ferðamannaskipum, at niðurlaga bæði stødd og tal av skipum, fyri heldur at fáa sum mest burtur úr færri ríkum cruise-gestum um borð á smærri skipum. 
 
Eg velji kortini at lesa signalini frá menningarleiðaranum sum eitt dømi um miðvísa marknaðarføring mótvegis einum bólki av ferðamannaskipum. Tí tað er heilt vist, at okkara høvuðsstaður tekur gleðiliga ímóti øllum ferðamannaskipum – bæði teimum, sum leggja nógv eftir sær, og teimum, sum senda hópin av fólki í land at vitja okkara framúrskarandi vøkru og hugtakandi oyggjar.
 
Øll hesi ferðafólk hava ein ávísan týdning fyri inntøkugrundarlagið, og tey, sum leggja minni eftir sær, verða framvegis góðir ambassadørar kring allan heim fyri hugtakandi grønu oyggjarnar í Norðuratlantshavi. Og meðan vit tosa um tað grøna, so dálka 10 smá ferðamannaskip meira enn eitt stórt. Munurin er bara tann, at størra skipið ber okkum fleiri vitjandi, hvørja ferð tað leggur inn á Havnina. Ella við øðrum orðum, fleiri vitjandi fyri minni útlát.
 
Hyggja vit at grannunum í Hetlandi og Orkney, so síggja vit, at talið av ferðamannaskipum er nógv økt. Hetlendingar fáa vitjan av 113 ferðamannaskipum í 2019, og í Orkney fáa tey vitjan av 170 ferðamannaskipum í ár. Hesi bæði støðini hava líknandi landafrøðiligar fortreytir sum vit. T.e. eitt nú, at ferðafólkatíðin er stutt, og at illveður kann herja sjálvt á hásumri. Samanumtikið gevur hetta kortini hetlendingum og orkneyingum eitt gott grundarlag at skipa ymiskar tænastur, ið bæði gagna ferðafólkunum og íbúgvunum á staðnum.
 
Tænasturnar rundan um ferðamannaskipini er longu ein væl skipaður partur av føroysku ferðavinnuni, tó at vit altíð kunna betra hesar tænastur. Ferðafólk verða leidd um borð á føroyskt skrásettar bussar, har føroyskir ferðaleiðarar vísa ferðafólkum kring meginpartin av landinum, og tað gagnar nógvum ymiskum undirveitarum um allar Føroyar.
 
Tað, sum vit kunnu gera, er áhaldandi at menna okkum at taka ímóti teimum ferðandi við góðum og munadyggum tænastum, umframt at vit við miðvísari marknaðarførslu royna at fáa tey at leggja sum mest eftir sær í Føroyum. Tað er eitt arbeiði, sum skal gerast alla tíðina, og tað vilja vit í Tórshavnar Havn leggja stóran dent á í komandi árum.
 
Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin
og form. í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð