Oljuklæðini hjá Vestergaard og Fólkaflokkinum

2019-02-11 03:12

Fólkaflokkurin og Jacob Vestergaard vilja sleppa undan at bjarga heiminum. Ella tey tíma kanska, men tað skal ikki kosta nakað. Ella, tað kann gott kosta – men onkur annar skal gjalda.

- Um tað er bíligari at brenna olju enn at hava grønar orkuskipanir, so skulu vit brenna olju!

So greið vóru boðini hjá Vestergaard og Fólkaflokkinum, nú Løgtingið viðger eitt uppskot hjá samgonguni um, at elbilar skulu verða undantiknir avgjaldið til landskassan fram til 31. desember í 2020.


Tíbetur eru onnur, sum vilja taka ábyrgd fyri egnum landi

Vestergaard er eftir øllum at døma troyttur av teimum, ið - sum hann orðar seg – ”vilja bjarga heiminum”. Tað munnu vera fá, sum møta í Løgtinginum hvønn dag við so stórfingnum ætlanum. Men tíbetur eru fleiri úr øðrum flokkum enn Fólkaflokkinum, sum í øllum førum vilja taka ábyrgd fyri egnum landi.

At Fólkaflokkurin ongantíð hevur havt onnur áhugamál enn egináhugamál verður greiðari, so hvørt sum tingfólk teirra taka orðið. Tað er eftirhondini vorðin ein inngrógvin partur av floksins DNA at illteinkja serfrøðingar og annars at røkja egin áhugamál. Men at tingfólk teirra ikki megna at síggja út um 200 fjórðingar er ræðandi.

Flokkurin vil einki gera við umhvørvismál – Føroyar eru ov smáar, verður sagt.


Byggir á skeivar fortreytir: Vestergaard skilur ikki veðurlagsbroytingar

Sambært Fólkaflokkinum og Vestergaard er eingin orsøk til at gera nakað sum helst, fyri at dálka minni, tí:

- Tað verða kortini ikki føroyingar, sum bjarga heiminum, hvørki so ella so, tí tað vit dálka er so lítið, at tað ger ongan mun yvirhøvur.

Vestergaard hevur fullkomiliga misskilt orsøkirnar til veðurlagsbroytingar og harvið eisini, hvussu ábyrgdin skal býtast. Tað ber snøgt sagt ikki til at siga, at trupulleikin liggur hjá Kina og India, tí har búgva flest fólk, og at vit kunnu hóreiggja okkum, sum vit vilja. Veruleikin er einfaldari enn so: einstaklingurin í okkara parti av heiminum dálkar og brúkar fleiri ferðir meira enn einstaklingar aðrastaðni. Tí er tað okkara skylda at taka ábyrgd av støðuni, sum mann fyrst og fremst hevur sett tey fátækaru londini í.

Tað skylda vit okkum sjálvum. Og tað skylda vit ættarliðunum, ið koma eftir okkum!


Háðan móti teimum, sum merkja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum - og móti ungdómi okkara

Jacob Vestergaard háðar tey, sum liva við avleiðingunum av veðurlagsbroytingum. Tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum ger gjøldur burtur úr teimum, sum taka veðurlagsbroytingar í álvara – m.a. ein tilvitaðan skara av fólki, sum fleiri fríggjadagar upp í slag hava skipað fyri veðurlagsverkfalli uttanfyri Tingið. Hesi kallar Vestergaard fyri eina fundamentalistiska ”CO2 religión”, sum vil bjarga heiminum, og sum er ”ótrúliga troyttandi at hoyra uppá”. Sambært Vestergaard skulu føroyingar heldur:

- Gera tað, sum er best fyri okkum – uttan at hugsa um umhvørvið!

Eingin kann vera nøgdur við, at vit eru komin so stutt á grønu leiðini í Føroyum. Eingin veit, um komandi ættarlið megnar at ”bjarga heiminum” ella ikki. Ein byrjan er í øllum førum at bjarga okkum sjálvum frá svarta umhvørvispolitikkinum hjá Fólkaflokkinum. Vit hjálpa ongum við einki at gera.

Tí tað kann væl vera, at tað í framtíðini verður heitt og fjálgt í svørtu húsunum hjá Fólkaflokkinum og Vestergaard. Men alla aðrastaðni verður verri.


Ingilín D. Strøm, valevni Javnaðarfloksins til komandi løgtingsval