Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Oljan við tyrlupallin í Froðba blívur við at liggja

2022-05-22 00:00

Einaferð var tað, ja, soleiðis byrja flest øll ævintýr!

Men søgan, eg skal fortelja tykkum í dag, er um tveir umhvørvisgrísar.

Søgan byrjar í januar 2018, tá bunkrað bleiv brennievni (til tyrluna) til goymsluna, ið Landsverk hevur við tyrlupallin í Froðba.

Bunkringin gekk helst ikki eftir vild. Dagin eftir føldu froðbingar ein raman lukt av olju. Hetta bleiv fráboðað á rætta stað. Tilbúgvingin á Tvøroyri gjørdi sítt til at fáa at vita, hvat var áfatt. Tað kundi skjótt staðfestast, at oljan kom frá tyrlupallinum.

Her byrjar sorgarsøgan av álvara. Landsverk bleiv spurt, um bunkring hjá teimum var orsøk til støðuna. Svarið harfrá var: “Jú vit mistu nakrar litrar (20-25 litrar, soleiðis skilji eg nakrar litrar)”. Hetta má metast sum ein villleiðing . Hetta var jú støðið, ið tilbúgvingin bleiv sett í verk eftir, sjálvandi tað.

Seinni kom undan kavi, at litrarnir vóru 600, síðani 1800. Eg havi síðani fingið at vita frá Landsverki, at talan var um yvir 2000 litrar.

So skuldi ein hugsað, at Landsverk og EFFO vildu greitt henda teirra stóra trupulleika á sømiligan hátt, men so er ikki.

Teir meina, hvør í sær, at teir ikki eru trupulleikin, so spyrji eg bara, hvør er tað so?

Reidar Simonsen