Eg eiti Tráin Petursson Nónklett og eri landsnevndarlimur í Unga Tjóðveldinum.

Eri 21 ára gamal og lesi søgu á Fróðskaparsetrinum.

Droymi um einar Føroyar, har vit sjálvi eiga hesar klettar, har vit hava javna millum øll og viðurkenna, at vit bara hava eina jørð, sum vit mugu varða væl av.

Oljan liggur væl í undirgrundini

 Alment bræv til ting- og landsstýrisfólk Tjóðveldis


Tað var ein týdningarmikil dagur, tá ið Atli Dam undirskrivaði avtaluna við Poul Schlüter á sinni, um at yvirtaka føroysku undirgrundina. Ofta verður borið fram, at vit mugu gagnnýta okkara undirgrund. Væl møguligt er, at elligomul skriðdjór eisini eru vorðin til lívrunnin brennievni í okkara undirgrund. Har hava tey ligið væl í milliardir av árum, og fara eisini at liggja væl milliardir afturat, tó krevst, at vit lata oljuna liggja.

Í stevnumiðum floksins verður dentur lagdur á at viga alt á einari hugsjónarligari vágskál. Vit fara ígjøgnum hana her, og ætlanina at bjóða út nýggj oljuloyvir í føroysku undirgrundini. Okkara niðurstøða er púra greið útfrá vágskálini: Tjóðveldi eigur ikki at stuðla nýggjum oljuútbjóðingum.

"Fremur tað fullveldi fyri tjóðina?"
Ofta verður havt á lofti, at finna vit olju, so er møguleiki at tryggja okkum fullveldi. Hetta er at viðurkenna, at vit ikki kunnu skipa Lýðveldið Føroyar uttan oljuvinnu. Hetta er at geva skarvin yvir. Grein í Dimmu herfyri (21. apríl 2017) vísti á, at har eru stórar íløgur og vinningur at heinta innan grønari tøkni og varandi orkukeldum. Latið okkum heldur vinna pening við at gera Føroyar grønari. Verður olja funnin fer landið at fáa lítið burturúr. Alt bendir á, at tað verða útlendsk feløg, sum fara at bjóða. Tað fer at hava við sær, at ov stórur partur av peninginum endar hjá útlendskum stórkapitali.

"Fremur tað frælsi fyri øll?"
Longu nú eru ovurnógv fólk í heiminum flóttafólk orsaka av veðurlagsbroytingum. Tað er ikki okkara áhugamál at vera við til at dálka enn meira. Tað fara at gerast enn fleiri veðurlagsflóttafólk í framtíðini. Hetta eiga vit ikki at vera viðvirkandi til. Somuleiðis ávirkar dálking og veðurlagsbroytingar okkara fugla- og fiskastovnar. Tað er avgjørt ikki at fremja frælsi fyri øll at heinta møguligu oljuna.

"Fremur tað fólkaræði?"
Nógv verður í hesum døgum tosa um, hvørt útlendskur ognarskapur skal úr fiskivinnuni og at ongin aktørur má gerast ov stórur. Serliga er Tjóðveldi á odda í hesum. Hvar er hetta prátið um nýggju oljuloyvini? Tað fremur ikki fólkaræði at útlendskur stórkapitalur kemur inn á okkara sjóøkið. Latið okkum taka brot úr stevnu floksins: "Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum." Finna feløgini olju, so hava tey vald til at seta sera stórt trýst á politisku skipanina. Vit síggja runt um í heiminum, at oljufeløg hava ovurstórt vald. Vit skulu ikki geva oljuídnaðinum møguleika at fáa størri vald her heima, enn hvat tey longu hava.

"Fremur tað javnrættindi hjá øllum?"
Veðurlagsbroytingarnar raka í stóran mun fólk, sum búgva í fátækum londum, har tað longu er veðurhart, t.d. ov turt ella ov heitt. Vit eiga at taka altjóða ábyrgd, og vera við til at menna varandi orkukeldur.

“Fremur tað samhaldsfesti?”
Sum sagt, bendir alt á, at tað bert eru útlendsk feløg, sum eru før fyri at bjóða seg fram. Hetta fer at hava við sær, at stórur partur av vinninginum fer at landinum. Hinvegin dálka vit enn meiri og lata útlendsk oljufeløg gerast ríkari. Tað er eisini stórur møguleiki fyri, at kostnaðarstøðið fer at hækka enn meira finna vit olju. Hetta fer at veksa um gjónna í føroyska samfelagnum enn meiri. 

"Fremur tað burðardygd?"
Tvørturímóti er hetta eitt stórt afturstig fyri burðardygd og menning av varandi orkukeldum. Vit lýsa okkum sum "unspoiled", "untouched" og "unbreakable", men hvat um eitt óhapp hendur? Dømi um hetta er sokallaða Deepwater Horizon í Meksikogolfinum í 2010. Summar keldur vilja vera við, at uml. 795.000 litrar um dagin lóku út á sjógv (tøl frá National Oceanic and Atmospheric Administration). Hendir slíkt hjá okkum eru okkara høvuðsvinnur, fiski- og alivinnan, í stórari neyð.

Vit hava fyri kortum undirskrivað París Sáttmálan. Skal jørðin ikki hitna meira enn sáttmálin lovar, so skulu vit ikki eingongd brenna teir oljubrunnar vit longu hava funnið. Tað er harvið eitt beinleiðis brot á sáttmálan.

"Fremur tað føroyskar førleikar í einum nútímans heimi?"
Neyvan. Tað verða útlendsk feløg, sum bjóða seg fram. Í løtuni er oljuvinna ein niðurgangandi vinna. Prísurin er lágur og tøknin innan varandi orkukeldur mennist skjótt. Samstundis skal havast í huga, at okkara arbeiðsloysi er sera lágt. Vit verða tí noydd til at innflyta útlendska arbeiðsmegi, um vit finna olju. Tað er nógv skilabetri, at fremja føroyskar førleikar í einum nútímans heimi við at menna tøkni innan varandi orkukeldur. Latið okkum heldur gagnnýta okkara vind og okkara sjógv enn at taka upp olju.

Vágskálin er í stórari ójavnvág. Hetta politiska málið líkur ikki treytirnar á vágskálini, og eigur at vera felt av Tjóðveldi. Tað eru nógv tjóðveldisfólk, sum eru stúrin og illa nøgd, nú Tjóðveldi er við til at bera uppskotið um nýggjar oljuútbjóðingar ígjøgnum løgtingið. Tað er okkara vón, at tit hugsa tykkum um einaferð afturat.

Við umhvørviskvøðu,

Bjarni Dal-Christiansen
Brandar Heðinsson
Dávur í Dali
Elsa Berg
Hervør Pálsdóttir
Johanna Roos Slættanes
Kristina Heðinsdóttir Clementsen
Kolbrún í Haraldsstovu
Rani Ravnsfjall
Sára Sondum
Tráin Petursson Nónklett
Villiam Meier,

Øll limir í Unga Tjóðveldinum