Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Oljan er her!

2019-03-29 09:43
Orkupolitikkur - 

Ingilín D. Strøm legði eitt lesarabræv út, um at vit føroyingar ikki skulu leita eftir olju. Tað er fínasta slag við eitt sindur av idealpolitikki, men onkuntíð mugu vit vera realistisk.

Skulu vit bara liggja við føroyska sjómarkið og hyggja at, meðan bretar bora við eldkúluferð við hetlendska/føroyska markið og tøma okkara undirgrund fyri olju?

Vit standa eftir sum taparar í síðsta enda, meðan bretar fara við dollaraposanum í trillubøruni.

Vit mugu bora fyri at tryggja okkum

Vit skulu tryggja tað, at tað verða vit, sum taka oljuna upp, og at ikki nakrir kinesarar (ella hvør tað nú kann vera) koma her um 100-300 ár og stjala hana frá okkum.

Tað er ikki ókent, at lond eru farin í kríggj fyri at fáa meira land undir seg, og at fara í kríggj fyri at fáa fatur á olju er heldur ikki ókent.

Tað einasta rætta er at vit bora og tryggja okkara eftirkomarum eina góða framtíð við øllum pengunum, sum oljan kastar av sær. Tað eru eisini stórir vinnuvegir innan oljuídnaðin, og tað fara allir føroyingar, nú og í framtíðini, at njóta gott av.

Ein partur av oljupeningunum, sum landskassin fær, kann fara til gransking og menning, sum kann fáa hjólini at mæla frameftir.

Tað ger tað sama, hvat vit velja

Um Føroyingar velja grønan orkupolitikk ella ikki, hevur einki at siga viðvíkjandi CO2 útlátinum í heiminum. Vit eru ikki eitt samfelag við 51 milliónum fólkum. Vit skulu hyggja at veruleikanum, og hann er, at vit dálka tað sama sum eitt stórt oljutangaskip dálkar á einum túri.

Vit skulu sjálvandi stremba eftir, at øll streymframleiðslan verður 100% grøn. Tað kemur okkum øllum til góðar, tí so nýtist okkum ikki at innflyta olju. Nummar eitt var, at vit gjørdu eitt kjarnorkuverk inni í einum fjalli, og seldu streym av landinum, men tað kjaki kunnu vit taka eina aðru ferð.

Oljan fer heldur ongan veg, tí er tað nakar, sum fer at brúka meira olju, so eru tað menningarlondini, og har búgva milliardir av fólkum, sum øll skulu hava streym, koyra bil, hita/køla húsini o.s.fr.

Tað einasta vit kunnu gera fyri heimin er at bora

Tað vit skulu gera, og tað einasta vit kunnu gera, um vit skulu hjálpa heiminum, er at granska og uppfinna, og tað er har oljupeningurin ger tað møguligt.

Mann kann kalla tað dupultmoralskt, men skal mann vera til tað reina og tapa, ella skal mann ”snýta” (vera dupultmoralskur) og vinna? Tí eitt er sikkurt, vit fara ikki at broyta verðina við at spæla kong-gularót og peika eftir hinum londunum og spyrja, hví tey ikki bara gera sum vit, einar grønar Føroyar

Vit skulu heldur ikki gloyma kolið

Sjálvt í Hvalba selja teir alt kolið teir framleiða, og teir mangla ikki keyparar. Teir lýsa ikki eingongd alment við tí.

Tað sama verður hjá menningarlondum, og við at ”erstatta” koli við olju/gass gera vit heiminum eina tænastu. Minnast skal til, at vit hava meira kol enn olju eftir á jørðini.

Hans Marius E. Høgnesen

løgtingsvalevni fyri Sambandsflokkin

RN