Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Óli Breckmann ger sum Al-Qaeda vil

2015-01-30 21:14

Al-Qaeda og ISIS vilja hava polarisering millum muslimar og øll onnur. Soleiðis fáa teir fólk til sítt apokalyptiska stríð fyri at knúsa Europa. Nógv spæla teirra spæl. Eisini í Føroyum


”Allahu akbar”. Allah er stórur. Soleiðis róptu t erroristarnir, sum skutu teknararnar í París 7. januar.

Í farnu viku hevði Óli Breckmann sína sending í Rás2 har hann, dulklæddur sum ”journalistur”, fær kroyst sínar meiningar úr sær.

Hann tosaði um hvussu nógvir muslimar eru í Europa og segði, at teir eru sum ein

krabbasvullur. Einki minni. Hann tosaði ikki um terroristar, men um muslimar. Tað er tað, teir eru: Ein krabbasvullur.

Tá Óli Breckmann soleiðis samanbar allar muslimar í Europa við ein krabbasvull, reageraði hann júst so, sum terroristarnir vildu hava okkum øll at reagera.

Tí at drepa teknararnar var tann minsti parturin av teirra atsókn. Yvirskipaða endamálið hjá islamistunum er at skapa eina polarisering í Europa, har muslimar standa øðrumegin og øll onnur hinumegin. Eitt religiónsstríð. Eitt rasustríð. ”A clash of civilizations”.

Strategiin hjá hesum ørvitisskøltum er líka einføld, sum hon er ræðandi: Við at ákalla gudin hjá øllum muslimum, royna teir seta seg fram sum umboð fyri allar muslimar – og fyri islam sum heild.

Soleiðis vilja teir fáa fleiri í sín part. Tað er neyðugt, tí islamistarnir eru bert ein lítil brotpartur av heimsins muslimum. Teir vilja radikalisera so nógv sum gjørlig, tí jú fleiri fanatiskir islamistar kunnu skapast í Europa, jú størri er møguleikin fyri, at teirra garrvilla, apokalyptiska mál um at knúsa vesturheimin kann eydnast.

Matematiskt sæð er hetta ikki ómøguligt. Tað eru nú so nógvir muslimar í Europa, at høvdu allir endað sum heilavaskaðir islamistar, kundu teir veruliga broytt tað Europa, vit kenna.

Spæla teirra spæl

Ein máti at náa málinum er at royna at gera allar muslimar óbeinleiðis samsekar í brotsverkunum. Tað skal gera, at europearar fara at síggja allar muslimar – ella allar arabarar – sum ”krabbasvullir”.

Tí tann, sum verður sæddur sum ein krabbasvullur, verður útstoyttur. Útstoytt fólk missa loyalitetin móti sínum samfelag. Tey vera beisk og ill - og tá eru tey løtt at heilavaska við islamistiskum óndskapi.

Hetta er ikki at spæla við. Eydnast tað terroristunum at skapa slíka polarisering millum muslimar og øll onnur, kann tað summastaðni enda við nøkrum, sum minnir um borgarakríggj í Europa.

Øll tey, sum yvir ein kamb skýra muslimar ”krabbasvullir”, spæla spælið hjá islamistunum. Tey eru við til at skapa útstoytingina og polariseringina – og harvið seta Europa á vandakós.

Tey, sum vilja forða hesum, royna at fyribyrgja, at tann stóri meirilutin av muslimum, sum passar sítt og livir eitt vanligt, friðarligt lív, endar í klørnum á islamistunum.

Kampurin stendur altso um hóvligu muslimarnar.

Tað er orsøkin til at europeiskar leiðarar, frá Merkel til Cameron, upp í saman endurtaka, at stríðið móti islamistiskum terror IKKI er eitt stríð móti øllum muslimum ella øllum arabarum. Tey siga tað ikki bara fyri at verja ósek fólk móti ágangi. Tey siga tað líka nógv fyri at verja europeisku samfeløgini móti avleiðingunum av teirri polarisering og tí fremmandahatri, ið retorikkur sum tann hjá Óla Breckmann skapar.

Fær tann vaksandi rasisman fastatøkur á europearum, hava ISIS og Al-Qaeda vunnið. So fáa vit ta stóru konfrontatiónina, og so verða øll taparar – uttan islamistarnir.

Hetta er eisini grundin til, at ábyrgdarfullir, leiðandi muslimar í Europa standa fram og siga, at terroristarnir misnýta og dálka teirra átrúna.

Kristin eru ósek

Tað er í hesum døgum lætt at lata seg tøla av einføldum, svørt-hvítum hugsanarhátti sum tí hjá Óla Breckmann. Men tað ber altso væl til at skilja millum terroristar og tey hampafólk, ið hava sama húðalit sum terroristar. Vit, sum eru hvít, eru jú heldur ikki ”krabbasvullir” fyri tað, um nógv hvít fólk fremja óndskap.

Á sama hátt mugu vit skilja millum tað, sum verður gjørt í navninum á eini religión og religiónina sjálva.

Inkvisitiónin varð t.d. gjørd í krisindómsins navni. Heksabrenningarnar eisini. Hitler segði ”Gott Mit Uns” tá hann fór undir sítt devulska verk. Og tá Bush, grundað á lygnir, byrjaði Irak kríggið, sum hevur kostað ótald ósek mannalív, kallaði hann tað eina ”krossferð” – altso eitt ”kristiligt kríggj”.

Var kristindómurin orsøk til alt hetta. Nei, hann var ei. Eru øll kristin fólk krabbasvullir orsakað av hesum? Nei tey eru ei!

Eru teir umleið 30 muslimarnir í Føroyum ”krabbasvullir”? Nei teir eru ei!

Eru teir muslimsku arbeiðsmenn í Turkalandi, sum m.a. smíða skip hjá Thor og nýggja stóra brunnbátin hjá Bakkafrost ”krabbasvullir”? Nei teir eru ei.

Men tá hampafólk nóg ofta og nóg leingi verða umrødd sum krabbasvullir, so er ikki vist, at tey verða verandi hampafólk. Tá kunnu tey verða rikin inn í tær óndu klørnar á Al-Qaeda og ISIS.

Ódámlig religión

Fyri at eingin misskiljing skal vera: Mær dámar ikki islam sum religión. Av nógvum grundum.

Men nærum fjórða hvørt menniskja á jørðini er muslimur. Millum tey eru nakrir barbarar, sum mugu og skulu týnast. Tí havi eg sjálvur stuðlað álopinum á ISIS.

Men líka so lítið sum Breivik umboðar øll okkum, líka so lítið umboða ISIS og Al Qaeda allar muslimar.

Bólka vit allar muslimar sum barbarar, hava barbararnir vunnið.