Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ólavsøkurøða uttan trúvirði

“Plaga so allir høviskir sveinar, halda síni orð”. Hesar reglur frá kvæðinum Harra Pætur og Elinborg komu fyrst fram í huga mín, tá eg hoyrdi frágreiðing løgmans á Ólavsøku.

Tí her eru nógv lyftir og mong orð. Føgur orð, vælmeinandi orð og klichéir í hópatali. Um man ikki visti betur, helt man at her var alt møguligt gott í vænti fyri føroyingin. At her stóð væl til, tí leiðarin var víðskygdur og fevnandi og hevði sett gongd á nógvar, góðar og rættar ætlanir. 

Men øll, sum bara hava fylgt eitt lítið sindur við seinastu árini, við KLHJ sum løgmanni vita, at hetta eru bara føgur orð, sum absolutt onki hava uppá seg. Tí hóast løgmaður kanska sjálvur meinar okkurt av tí hann sigur, so megnar hann jú ikki at halda tað. Og førdi politikkurin og ætlanirnar hjá samgonguni ganga beint ímóti øllum orðunum. 

Løgmaður fyrikemur mær meir og meir eins og ein satelittur, ið einsamallur sveimar í himmalhválvinum, púra uttan samband við okkara Jørð og ei heldur við nakra aðra planet. Stundum koma tankar og ætlanir frá honum, íð eru tiknar púra í leysum lofti, uttan at hava nakað jørðildi, hvørki í hansara egna flokki ella í samgonguni. Ætlanir um arbeiðsbólkar her og der, ið skulu greina hetta og hatta. 

Tað mest positiva í røðu løgmans var, at hann ætlar at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Løgmaður hevur jú umsitið uttanríkismál í nøkur ár, og tað er helst tí hann nú loksins skilir hvussu ómøgulig støða Føroya er í mun til umheimin. So hattin av fyri at seta hetta týðandi evni á skrá, tí vit noyðast at byrja at mýkja ríkisrættarligu støðu okkara og um sambandsfólk nú eisini vilja vera við, so skulu tey vera hjartaliga vælkomin. 

Stóri trupulleikin við útsøgnini er jú um vit kunnu trúgva henni. Vit vita, at løgmaður ikki hevur sín egna flokk aftanfyri seg, og hann hevur váttað, at hann aftur í heyst ætlar at biðja um fleiri pengar úr Danmark. So her er aftur eitt dømi um at skriva rokning uttan vert. 

Annað høvuðsevni í røðuni var vantandi fólkavøkstur. Tjóðveldið hevur leingi víst á, at hetta er størsti einstaki samfelags trupulleiki okkara og tað er at fegnast um, at løgmaður eisini á hesum øki er farin at lurta eftir Tjóðveldi. 

Men hvat ætlar løgmaður so at gera við trupulleikan? Jú hann ætlar at seta ein bólk at útgreina og gera heildarætlan fyri at skapa fólkavøkstur. Men harra løgmaður: Vit vita hvat skal til! Kanningin hjá norðuratlantsbólkinum vísir greitt, at ein heilt ítøkilig loysn er at skapa fleiri útbúgvingartilboð í Føroyum. 30% av teimum lesandi í Danmark svaraðu, at tey vildu tikið sína útbúgving í Føroyum um tað var møguligt. Hetta hava vit vitað leingi og her krevst ongin bólkur til at útgreina tað. Tað krevst hægri játtan til Setrið, so ein miðvís ætlan kann gerast fyri hvussu útbúgvingartilboðini kunnu gerast fleiri. Men samgongan ætlar at skerja játtanina til Setrið komandi árini. Og vit vita, at teimum lesandi eisini tørvar lestrarbústaðir, har tey kunnu fáa eitt umhvørvi, ið líkist tí tey fáa uttanlands. Hetta ber væl til at seta fulla ferð á. Her krevst ongin kanning. 

Og harumframt vita vit, at fleiri íløgur skulu gerast í gransking, so tað eru størv til tey, ið vilja flyta heim at granska. Umframt tað gagn vinnan og samfelagið fær av at vit framleiða vitan. Í frágreiðing løgmans stendur eisini at vit “framhaldandi ætla at luttaka í ES-granskingarsamstarvinum”. Men álvaratos! Hetta er nærmast at gera gjøldur burturúr granskingarumhvørvinum at sagt verður so. Landsstýrið hevur jú kunngjørt, at tey ætla at strika pengarnar til ES-granskingina. Aftur her ger landsstýrið beint øvugt av tí, ið løgmaður sigur seg vilja í frágreiðing síni. 

Hvussu kunnu vit trúgva nøkrum av tí, ið verður sagt? Tá tað mest gjøgnumgangandi við røðuni er, at ongin samanhangur er millum orð og gerð? Ei undur í at vantandi trúvirðið er so stórur trupulleiki í føroyskum politikki. 

So leingi løgmaður situr í starvinum, hevur hann møguleikan at handla. Føroya fólk eru leið og troytt av at verða tosað upp í lag. Tí fari eg at heita á løgmann, eins og frúgvin Elinborg ger, at vísa seg sum ein høviskan svein, og halda síni orð. 

Gunvør Balle