Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ólavsøkuballónin sum lekur

2014-07-28 15:18

Ikki eiti á ólavsøkuballón frá borgarstjóranum í Havn. Flestu býráðslimir eru samdir um, hvussu soppafongdi Kommunuskúlin skal brúkast í framtíðini, sigur hann. Henda niðurstøða verður gjørd longu áðrenn tær kanningar og metingar, sum skulu gerast av soppafongda stórhúsinum, liggja á borðinum.

Og rættiliga eyðkent fyriliggur ongin meting av kostnaðinum, hóast nógv skal gerast við húsið, skal tað takast í nýtslu aftur. Sambært borgarstjóranum skal skúlin hava nýtt tak, hann skal klæðast og hava nýggj vindeygu. Tástani er hann tættur, og síðani skal hann reinsast fyri sopp.

Hetta er ein tann størsti bygningurin í Havn, so tað er greitt, at alt hetta at gera bygningin nýtiligan aftur fer ikki at kosta smápengar, heldur ikki fyri Tórshavnar kommunu.

Høvuðsargumentið ímóti at taka skúlan niður og skipa økið av nýggjum við opnum plássi og minni nýtíðar bygningi er, at eftir byggisamtyktini er tað ógvuliga avmarkað, hvat kann byggjast aftur.

Tað hevði tænt Tórshavnar býi best, at Kommunuskúlin varð niðurtikin og dentur lagdur á at skipa økið av nýggjum til aktivitetir fyri øll við góðum sambandi ikki minst omaneftir móti miðbýnum, sum nú kortini skal endurskipast.

Seinasti 60 árini hevur Kommunuskúlin staðið sum ein annar Berlinmúrur mitt í Havnini og køvt lívið og ljósið rundan um seg. Tað hevði sømt seg, nú mett verður um arkitektakappingar og annað slíkt, at tikið eina framrættaða avgerð um økið, sum Kommunuskúlin stendur á, heldur enn at blaka góðar pengar eftir ringum pengum.

Eg og fleiri við mær ræðast útlitini, um farið verður soleiðis fram eftir fummum, sum borgarstjórin ætlar. Hann nevnir jú, at hann ivast ikki í, at fólk kann flyta inn í húsið um nakrar fáar dagar. Tað vil siga, áðrenn nakrar umvælingar eru gjørdar, tíanheldur kostnaðarmetingar.

Hetta er ábyrgdarleys tala, tá vit vita, at húsið er gamalt, ótætt og soppafongt, og at ein heilur skúli er flýddur haðani fyri heilsusakir næminganna. Havi onki ímóti at listafólk, tónleikarar, pensjonistar og onnur fáa umstøður at virka, tvørturímóti, men røttu umstøðurnar verða bæði torførar og ovurdýrar at fáa í húsum, sum fólk eru flýdd úr vegna álvarsaman heilsuvanda.

Fyri fáum árum síðani vóru ikki ráð at umvæla Kommunuskúlan til skúlabrúks. Í staðin verður farið undir at byggja ein Vesturskúla fyri einar 300 milliónir krónur. Ófatiligt, at kommunan nú hevur ráð til bæði at byggja nýggjan skúla og umvæla Kommunuskúlan – alt í einum.

Hendan ólavsøkuballónin er longu farin at leka.

Jógvan Arge,
býráðslimur fyri Tjóðveldi