Okur drukna í plasti

2019-07-17 10:54

 Kanning eftir kanning vísur okum, at niðurbrotið plast er nú allastaðni frá drekkivatni til føði. Frá tí at djóralívið doyr í hungri orsakað av plasti í maganum, til at fuglur reiðrast í plasti og øðrum. Men allíkavæl, so keypa okur einnýtisplast og aðra plastframleiðslu í somu nøgd.

Nógv er nú gjørt við at fáa Palleba og Marsonnu at tálma nýtsluna og fáa eina hugburðsbroyting í lag, men samstundis hava okur eina mentan, har hvør einstaklingur við einum stykki av plasti skal kenna eina skammarkenslu.  

Gamaní, broytingin og hugburðurin er rættur, burtursæð frá at verða skírdur bæði eitt og annað.  Heimsins plastframleiðsla, sum oljufeløgini og stórkapitalurin eiga, er vaksin tjúgu ferðir so nógv frá 1970 til nú, og tað verður framroknað, at hon verður fjórfaldað í 2050. Trupulleikin verður av stórum fyritøkum, miðlum og felagsskapum myndað sum forbrúksnýtslan hjá tí einstaka. Felagsskapir, sum oftast verða stovnsettir av teimum vælbjargaðu við eini fjaldari dagsskrá, at flyta trupulleikan frá teimum stóru framleiðarunum til tann einstaka forbrúkaran. Tað er ikki heilt rætt! 

 

Hvar endar tað? Gloym hvar tað er frá!

Stórkapital plastframleiðslan ger gjøldur burtur úr teimum royndum at minka um plastnýtslu og dálking. Smáir felagsskapir, virkir og einstaklingar, sum royna at liva umhvørvisvinarligt og burðardygt verða hildin fyri spott!

Meðan fólk royna sítt at broyta vanar, finna øðrvísi loysnir, so hydrofraktera stórvirkir bílig og dálkandi evni, sum aldri fyrr. Stórvirkir sum til dømis Coca-Cola hava ongan trupulleika við at framleiða 100 milliardir plastfløskur um árið.

Endurnýtsla av plasti kring heimin í dag er bert 20 % av samlaðu framleiðsluni, og óansæð um okur økja um endurnýtslu til 50 % í 2050, so er nøgdin sum endar í náttúruni longu tvífalt so nógv sum í dag. Tað, sum okur ikki brenna ella royna at endurnýta, verður sent til menningarlond at endurnýta ella koyra burtur og tað mesta hjá teimum endar á sjónum. Okur flyta bert okra lort til onkran annan, á sama hátt sum stórkapitalurin flytur teirra lort og ábyrgd yvir á okum. Sostatt eisini rokningina.

Ikki tí at forbrúkarin ikki skal gjalda sítt, men hetta skal eggja tí einstaka til at velja umhvørvisvinarligu og burðardyggu loysnina framum. Rokningin skal tó liggja longri afturi í flutningsbandinum og ikki í endanum! 


Er skattur og bann á plast rætt?

Stórfeløg sum ExxonMobil, DowDuPont, Veolia og Shell hava stovnað ein almannagagnligan felagsskap, sum kallast ”Alliance to End Plastic Waste”, ið ikki miðar eftir vinningi. Samstundis meðan hesi eru framleiðarar av plasti. Í teirra yvirlýsing stendur, at plast eigur ”eitt týdningarmikið pláss í okra lívi, men ikki í náttúruni...”. Ræðandi og beinleiðis veruleikafjart!

Stóri trupulleikin liggur í, at tað er lítil áhugi hjá stórkapitalinum at broyta sínar vanar, tá oljuprísir eru lágir. Endurnýtsla kostar meir. Tað hjálpir eisini lítið uppá trupulleikan at seta prísin upp við avgjøldum fyri Palleba og Marsonnu, tí framleiðslan heldur fram, meðan láglønt verða straffað. 

Hugburðurin skal eisini broytast hjá feløgum og virkjum, og tað eru hesi, sum mugu skattast og framleiðsla ásetast við neyvum reglugerðum. Loft á plasframleiðslu má setast, og framleiðslan skal verða treytað av endurnýtslu, og at vøran skal endurnýtast. Somuleiðis mugu aðrar vørur og tað einamest einnýtisplast og einnýtistilfar bannast. 

Eisini mugu oljufeløg steðgast, áðrenn tey skulu bora og vinna evnini úr undirgrundini, tí tann lítla hjálp, sum einstaklingurin ger við at broyta vanar, tykist lítil undir liðini á oljurisunum og teirra eirindaleysu mál eftir kapitalvøkstri. 

 

Ikki jeg men okur broyta fyri at varðveita!

Jens Arni Leo Hammerfoss