Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Okkara støða viðv. hjálparfólkaútbúgving

Vit eru spurd av fleiri miðlum seinastu dagarnar, um okkara meining viðv. staðsetinging av einari hjálparfólkaútbúgving. Hetta er sjálvandi tí Rigmor Dam og Løgmaður alment hava verði frammi og sagt, at útbúgvingin skal liggja í Suðuroy.

Vit eru sum fagfelag, sera upptikin og áhugaði í eini útbúgving til limir okkara, tí vit vanta hetta kan betra um okkara møguleikar. Hvar útbúgvingin skal liggja, ja, tað má so verða upp til politikararnar at taka støðu til. Og teirra støða er at hon liggur best í suðuroy.

Tað ið upptekur okkum í hesum máli, er sum so ikki staðsetingin. So langt eru vit ikki komin í okkara hugaheimi enn. Tað eru nakrir grundleggjandi spurningar vit mugu seta okkum fyrst.

  1. Hvør skal í skúla og hví?
  2. Hvat ástøði ogna vit okkum har, ið betrar okkra arbeiðsførleikar?
  3. Verða okkara setanartreytir tryggari, ella verða vit stadigvekk koyrd heim so hvørt ein pedagogur ynskir starvið?
  4. Verður ein við hjálparfólkaútbúgving tikin framm um ein uttan, tá ið størv setast?
  5. Hvussu nógvir av okkum um 1.000 hjálparfólkum sleppa í skúla ísenn?
  6. Hvussu long er útbúgvingin?
  7. Hvørji fag verða bjóða?
  8. Kann man fáa góðskriva naka fyri áður tiknar útbúgvingar?
  9. Fáa vit lestrarstuðul?
  10. Fáa vit meira í løn?

Hjálparfólkafelagið er eitt felag fyri hjálparfólk. Tað er okkara fremsta mál at betra um treytir og kor hjá hjálparfólkum í Føroyum.

Tað merkir eisini, at vit undir ongum umstøðum koma at góðtaka, at ein útbúgving er til hindurs fyri nakran av okkara limun.

Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen
Forkvinna