Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Okkara politikara hava ligið sjóvarfallið av sær í fiskivinnumálinum

Tað var ikki væl frágingið, av okkara landspolitikarum í 2007, at siga øll fiskiloyvir upp, til at fara úr gildið 1. jan. 2018, uttan at hava fyriskipað hvussu skipanin skuldi verða aftaná henda dato, so fiskivinnan kundi rigga seg til, tað skipan sum koma skuldi.

Núverandi samgonga, hevur boðað frá einum leisti, har ímillum annað verður sagt, at fiskivinnan skal fáa tryggar langtíðar karmar at virka undir.

Men samtíðis siga teir, at sjálvt grundarlagið, vinnuloyvið (fiski- og veiðuloyvið) skal seljast á uppboðsølu.

Hesi bæði sjónarmiðini eru í andsøgn hvørt við annað.

Nú skriva vit skjótt 2018, tíðin er næstan útrunnin, og ein rímulig fyriskipanartíð hjá fiskivinnuni er langt síðani farin.

Politikararnir hava ikki kent sína vitjunartíð, og hava sáað spjæðing og misálit í fiskivinnuna.

Tað kendist helst sum ein lætti hjá teimum flestu, um ikki øllum, tá Løgtingsformaðurin sleit tingsetuna og sendi løgtingið til hús, og eg haldi at tað var eisini neyðugt, fyri at koma burtur úr naggatóðnini av hesum vanlukkuliga fiskivinnuuppskoti.

Tá nú løgtingið er komið so illa fyri í hesum málið, so er helst sámuligasti útvegur at steðga á, og fyribils leingja skipanina sum gongur út á nýggjárinum, vaska talvuna reina og byrja av nýggjum, og hava í huga hvat teir gomlu søgdu viðvíkjandi fiskiskapi, at “Hondin røkkur ikki longur enn á stokkin”.

Skuldu vit ikki fari at hildi okkum til tað, heldur enn at selja og keypa fisk á uppboðsølu, meðan hann svimur í havsing djúpum, og er tað ikki ein vanvirðing av skapanarverkinum?.

Seinastu tíðina eru vit vælsignaði við nógvari grind, og Viðingar lótu væl at, nú teir vóru í Settorvu eftir lunda, har var væl at fleyga, og Sildberin bar dúliga nebbasild til pisurnar.

Fiskimenn dáma væl, tá hvalur og fuglur er at síggja á sjónum, tí tá kann væntast at eisini fiskur er undur.

Aðrar ábendingar eru eisini um at nebbasildin er við at koma afturíaftur, og um so er, kann væntast meira botnfiskur á heimaleiðum, og fiskimenn liva altíð í vónini um veiðu, so góðu løgtingslimir, taki ikki hesa vónina frá teimum.

Vinarlig heilsan, við ynskinum um eina góða Ólavsøku.

Jógvan I. Olsen