Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Okkara ES-pass

Føroyingar kunnu velja millum føroyska ella ES-passið, hóast Danmark er limur í ES og vit ikki

ES-passið er okkara vegur inn í Europeiska felagsskapin, har ið hópin av føroyingum arbeiða, lesa, og har ið okkara sjómenn hava stórar fyrimunir av ES-passinum.

Orsøkin er, at føroyingar longu í 1948 kundu velja millum danskt pass ella føroyskt pass.
Hetta er niðurfelt í Heimastýrislógina, sum er rættur hjá teimum, ið eru heimahoyrandi í okkara samfelag.

Tá ið Danmark fór upp í ES, skiftu íbúgvarnir frá donskum passið til ES-pass.

Einki danskt pass er longur, og hóast føroyingar sambært Heimastýrislógini kunnu velja millum dansk og føroyskt pass, so gevur hetta føroyingum rætt til í staðin at velja ES-passið.

Soleiðis kundu vit í míni løgmanstíð, fáa øllum føroyingum ES-pass, um tey ynsktu tað.

SØGAN AFTANFYRI
Vit, sum tóku yvir í landsstýrinum í 1994, yvirtóku eitt trotabúgv. Fólk í túsundatali rýmdu av landinum, og arbeiðsloysið var himmalhøgt. Fjórði hvør føroyingur var arbeiðsleysur, skattir og gjøld vóru ótolandi fyri tey eftirverandi. Føroyska samfelagið var farið á húsagang og hartil í álvarsligari kreppu á flestu økjum.

Oman á alt hetta fingu føroyingar, sum mynstraðu við útlendskum skipum, og arbeiddu í ES-londum, stórar trupulleikar í sínum arbeiði við at mynstra í útlendskum havnum o.s.f.

Fakfeløg í ES-londum vístu á, at teirra borgarar við ES-passum høvdu rættindi til arbeiðsplássini.

LOYSNIN FANST Í HEIMASTÝRISLÓGINI
Loysnin var, at føroyingar fingu ES-pass, um teir valdu tað. Rætturin at velja danskt ella føroyskt pass, er rættur føroyinga sambært Heimastýrislógini, og tá ið danska passið varð vorðið ES-pass, so kundu føroyingar eisini velja tað.

80 prosent av føroyingum hava nú valt sær ES-pass. Hetta fyri at hava tað lættari og smidligari í arbeiði sínum á sjógvi og landi, ella sum ferðandi um allan heim.

Sjálvt 63 prosent av Tjóðveldisfólki brúka ES-passið, og tað eru tey uttan iva fegin um.

Tað hevur sanniliga týdning, hvat stendur í teimum yvirskipaðu lógum, so sum Grundlóg og Heimstyrislóg. Og sanniliga eisini, hvør situr í Tinganesi, tá ið rætturin skal hondhevast til frama fyri allar føroyingar.

Hugsið eisini um tað, tá ið veljast skal til Løgting og Fólkating.

Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin