Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ójavnvágs-leitarar

2020-02-06 20:55

Onkuntíð tykist tað, sum um at leitanin eftir ójávnvágum í samfelagnum er tað einasta, ið upptekur tey, sum mynda tað almenna rúmið. At leita og raka við ójavnvág, at síggja ein form fyri ósymmetri, er eitt heiðurstekin fyri finnaran. Umframt tað kann man eisini vænta sær ein túr ígjøgnum miðlarnar fyri at sleppa greiða frá hesi nýfunnu ójavnvágini, ella órættvísinum, sum tey veruliga meta seg hava funnið.

“Vøksturin fer til nakrar fáar menn”, var yvirskriftin í Breddanum á KvF-heimasíðuni tann 22. januar. “Lønarvøksturin er serliga i toppinum av samfelagnum og 95 prosent av løntakarunum hava sostatt ein støðugt minkandi lut av vøkstrinum”, sigur hagfrøðingurin, sum leggur afturat, at tað eru serliga “nakrir fáir menn sum strúka avstað við tí mesta” og at tað er kvinnunar, sum eru við skerdan lut.

Man hugsar bara fyri sær sjálvum “hvat heita …?” Tað ljóðar, sum um inntøkumunur eintýðugt lýsir rættvísi í landinum. Inntøkumunur verur brúkt sum eitt annað orð fyri ójavnvág, fyri órættvísi. Tann logiska niðurstøðan av hesi ófullføru hugsan er, at tey við høgum inntøkum eru orsøkin til, at onnur hava lægri inntøkur.

Við at draga nakrar dátur úr dátagrunninum hjá Hagstovuni ber til at fáa grafin omanfyri. Hesin grafur myndar, hvussu nógv prosent av fólkatalinum hoyra til hvønn inntøkubólk/skattabólk. Eg valdi árið 2009, sum hagfrøðingurin nýtir og 2017, tí tað er seinasta uppgjørda árið. At nýta sum tilvísing havi eg eisini sett tvær linjur inn, a og b .

Mín spurningur til tín er: Hevur grafurin hug at fara til vinstru ella til høgru? Tað er eyðsæð, at vit hava eina broyting móti høgru. Altso vit hava gjørt eina stóra framgongd síðan 2009. Eisini um vit justera fyri inflatión, er munurin greiður.

Men vanda tær nú, tí tað eru tey, sum kunnu pástanda, at gjógvin millum “rík og fátæk” er vorin breidri og “prógva” tað. Uppskriftin er soljóðandi: “Vís á, at tað eru færri skattgjaldarar í bólkinum millum a- og b-linjunar (sí mynd). Sig, at tey eru nú vinstrumegin a og síðani skyldar tú uppá tey høgrumegin b. Í stuttum, man pástendur at grafurin flytur seg til vinstru, hóast tølini siga nakað annað.

Lat tað ikki henda fyri okkum, at vit uttan kritikk trúgva øllum, sum kemur úr Sortudíki, tí veruleikin er sjálvdan so einfaldur, sum hann verður settur upp har. Set spurningar við tað, sum ljóðar rætt, men har prógvini ikki koma greitt til sjóndar.

Um vit veruliga vilja vita meira um, hvat hendir á inntøkusíðuni hjá fólki, so mugu vit fyrst viðurkenna, at vit tosa um einstaklingar, sum gera ymisk val ymiskar tíðir í lívinum.

Tey flestu av okkum flyta okkum gjøgnum fleiri inntøkubólkar gjøgnum lívið. Tá ið man er ungur er inntøkan á byrjanarstøði. Man er júst komin á arbeiðismarknaðin, kanska júst liðugur við skúlan. Tey flestu fáa fleiri royndir og fara síðani at fáa hægru inntøku seinni í lívinum. Og tá ið tey fara frá vegna aldur, fer inntøkan niður aftur.

Hetta er natúrligt fyri ein stóran part av fólkinum, at tey ferðast millum fleiri inntøkubólkar gjøgnum lívið. Tey flestu eru hvørki “rík” ella “fátæk” alt lívið.

Keldur:

https://kvf.fo/breddin?sid=103745
Hagstovan.fo
https://lesarin.fo/ldquotey+rikurdquo+og+ldquotey+fataekurdquo.html