Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ójavni er skaðiligur fyri búskapin, lívskorini og demokratiið

2014-06-02 16:31

Eg gleðist um, at vit liva í einum góðum landi, har javnari er millum landsins borgarar enn flesta aðra staðni í heiminum.

Enn er tað so - hóast vit eru farin nøkur stig eftir hæli hesa tíðina við høgrasamgonguni hjá Kaj Leo, Jørgen Niclasen og Jenisi av Rana, ið hava gjørt sítt ítarsta fyri at økja um ójavnan og sáa illgresi millum landsins borgarar.

Tíbetur bendir nógv á, at teirra dagar eru taldir - at tann tíðin kanska longu er farin, sum Jørgen profeteraði um í valstríðnum í 2011, at “framtíðin er borgarlig” - í hansara asosiala týdningi . Aðrir vindar blæsa og aðrar sannroyndir verða staðfestar, bæði her á landi og víða um heim.

Javni móti ójavna á dagsskrá

Tað er nevnliga so, at fíggjarligur og sosialur javni mótvegis ójavna er blivið eitt av heitastu málunum á dagsskrá, hjá altjóða búskapar- og menningarstovnum sum OECD, Altjóða valutagrunninum IMF, World Economic Forum, gitnum tíðarritum sum The Economist o.l. og í tjakinum millum heimsins mætastu samfelags- og búskaparfrøðingar.

Sjálvi hoyrdu vit hugfangandi framløgu um hetta frá Robert Wade, professara við London School of Economics, í Norðurlandahúsinum fyri hálvaaðru viku síðani.

Hann vísti sannførandi, hvussu liberalistiska høgrarákið, ið hevur verið ráðandi líka frá Thatcher’s og Reagan’s døgum, hevur skapt ein støðugt veksandi fíggjarligan ójavna í flest øllum OECD-londum.

Grefligasta dømið hann nevndi var, hvussu stóran part tey ríkastu 1 prosentini í USA hava tikið av vøkstrinum í landsins ríkidømi: síðstu 25 árini er teirra partur øktur úr 45 upp í 95%.

Eitt annað dømi var, hvussu nógvar ferðir størri stjóralønirnar vóru enn miðallønin hjá starvsfólkunum í ríkastu fyritøkunum í Týsklandi, Bretlandi og USA:

Týskland: 90 ferðir størri

Bretland: 185 ferðir størri

USA: 324 ferðir størri.

Ójavni skaðar alla samfelagsmenning

Ein skjalprógvað niðurstøða er, at tann veksandi fíggjarligi ójavnin hevur verið ein meinbogi fyri samfelagsliga menning:

  • ójavnin darvar búskaparligan vøkstur, so sum t.d. IMF vísir á,
  • ójavni skaðar almannaheilsustøðuna, smb. granskaraverkinum, The Spirit Level hjá Wilkinson and Pickett,
  • ójavni undirgravar demokratiska hugburðin í samfelagnum og kann skeikla politiska valdsbýti til frama fyri ríkmannaliðini, smb. granskingar hjá Wade sjálvum o.ø.

IMF ávarar móti ójavna

Mong, ikki minst á høgravonginum, mundu hvøkka við, tá sjálvur Altjóða Valutagrunnurin IMF staðfesti í eini frágreiðing í februar í ár, at fíggjarligur ójavni er oyðileggjandi fyri búskaparligan vøkstur.

Trý høvuðspunkt hjá IMF eru:

  • Størri javni hevur góða ávirkan á størri og varandi búskaparvøkstur,
  • Javning av inntøkum við skatti og veitingum hevur góða ávirkan á vøkstur,
  • Tað er eitt mistak at leggja alla áherðslu á vøkstur og lata ójavnan klára seg sjálvan - av tí kemur bæði lægri og óstøðugari vøkstur.

Fíggjarliga og sosiala waterpassið

Fyri fáum árum síðani kom slóðbrótandi bókin, “The Spirit Level”, ið er samanfatingin av granskingarverkinum hjá Wilkinson og Pickett. Spirit level er bretska heitið fyri waterpass, og snýr bókin seg um tað samfelagsliga waterpassið. Fyrsta útgávan í 2009 hevði undirheitið: “Why greater equality makes societies stronger”.

Myndin vísir samanhangin millum fíggjarligan ójavna og sosial- og heilsulívskor.

Her eru 22 lond sett á kortið, eftir hvar tey standa á tveimum stigum:
- jú størri ójavna, jú longur út í høgru síðu á kortinum,

- jú verri sosial- og heilsulívskor, jú longri uppi á kortinum

Sum dømi: USA hevur hægstu tølini fyri ójavna og ringastu tølini fyri sosial- og heilsukor, og liggur tí ovast í høgra horni. Hinvegin liggja lond sum Føroyar, Noreg, Japan, Svøríki, Finnland og Niðurlond lægst í ójavna og best í sosial- og heilsukorum, og liggja tí niðast til vinstru á kortinum.

Tann reyða strikan staðfestir tendensin: jú størri ójavni í landinum, jú verri eru lívskorini hjá landsins borgarum.

Talið fyri sosial- og heilsukor er sett saman av upplýsingum um: livialdur, barnadeyða, útbúgving, trygd, tunglyndi sálarsjúku, ovurfita, rúsmisnýtslu, sosiala fastlæsing, fongsling, harðskap og morð.

Tølini fyri Føroyar havi eg sjálvur sett inn eftir samanberandi metingum við hini Norðurlondini.

Kapitalurin í 21. øld

Soleiðis er heitið á mest umrødda og tjakelvandi yrkisliga bókaverki í langar tíðir. Ummælarir kring allan heim skýra hetta ta týdningarmestu analysuna av kapitalismuni í okkara tíð. Rithøvundurin er franski búskaparfrøðingurin Thomas Piketty.

Høvuðssjónarmiðið í “Capital – in the Twenty First Century”, sum enska heitið er, er at veksandi ójavni er ein inngrógvin táttur í kapitalistiska búskapinum. Við datagrundarlagi, nógvar ferðir størri og víðfevndari enn nakar áður hevur kunnað savnað og greinað, vísir Piketty, hvussu fíggjarligi ójavnin er vaksin støðugt, serliga frá 1980, og økist nú við størri ferð enn nakrantíð.

Úrslitið er, at ein lítil minniluti legst á ein støðugt størri part av øllum ríkidømi - í einstøku londunum og í heiminum sum heild - og at gjógvin millum tey og miðal- og láglønarstættirnar bara økist.

Smb. Piketty er ein av orsøkunum til veksandi ójavnan, at avkastið av ognarkapitali veksur søguliga umleið tríggjar ferðir so skjótt sum úrtøkan av arbeiði. Beint nú, sigur Piketty, veksa ríkmannaognirnar við 6-7% um árið, meðan aðrar inntøkur veksa 1-2%

Miðsavningin av ríkidømi á ovastu rókum kann føra til óstabilitet og undirgrava demokratisku skipanina og enda við einum fámannaveldi – einum sonevndum plutokrati.

Ráðini hjá Piketty eru at temja upphópingina av ognarríkidømi hjá yvirklassanum og leggja nógv størri dent á fíggjarliga umfordeiling ella útjavning, m.a. við øktum progressivum skatti, bæði á lønarinntøkur, kapitalvinningar og serstakliga á kapitalognirnar.

Í øðrum lagi mælir Piketty til at leggja ein sosialt forsvarligan botn undir minstulønirnar og eina sterkari skipan av fakfelagsrørsluni til at standa í móti stjóra- og ognarfólkinum. Tí hesi hava havt eina veksandi politiska ávirkan, ið hevur viðvirkað til at grundfesta teirra privilegeraðu støðu í samfelagnum – á nakað sama hátt sum aðalin og hægsta borgaraskapið í 19. øld og heilt fram til Fyrsta Heimsbardaga.

Í triðja lagi mælir Piketty til at leggja størri áherðslu á útbúgving. Íløgur í útbúgving er ein tann týdningarmiklasti hátturin at minka veksandi gjónna millum inntøkur, ið stava frá arbeiði og inntøkur frá kapitalognum.

Føroyska høgrasamgongan ger alt tað øvugta

Síðani høgrasamgongan tók við á heysti 2011 hevur hon framt kollveltingarligar broytingar til einvísan frama fyri háinntøkubólkarnar í Føroyum. Grefligasta dømið er tann illa gitni flatskatturin, har 340 mió. kr. vóru tiknar úr búskapinum og givnar út til teirra á ovastu rókum.

3 talandi dømi um asosiala flatskattalættan:

· Inntøkur 200 - 250.000 kr. árliga fingu uml. 100 kr. um mánaðin

· Inntøkur 500 - 550.000 kr. árliga fingu uml. 3.300 kr. um mánaðin

· Inntøkur 900.000 – 1 mió.kr árliga fingu uml. 7.000 kr. um mánaðin

Omaná kemur forskattingin av pensjónum og lógartvungna eftirlønaruppsparingin, ið báðar venda sosialt øvugt við tunga endanum niðureftir.

Gávubræv á milliardir reiðarar

Føroyar hava seinastu árini fingið lut í ovurstórum tilfeingi, serliga av uppisjóarfiski. Virði fyri fleiri milliardir á hvørjum ári. Men borgarliga landsstýrið heldur fast um, at hesi virði skulu tillutast ein fámentum úrvalsliði av skipaeigarum fyri onki.

· “Yvirskotið hjá uppisjóarflotanum hevur verið um 250 mió. kr. seinastu árini, og eigararnir hava tikið um 150 mió. kr. út í vinningsbýtið um árið.

· Komandi 4-5 árini fer yvirskotið í pelagisku vinnuni at verða góðar 750 mió. kr. árliga.

· Roknast kann við, at eigararnir fara at taka sær um 5-600 mió. kr. út úr vinnuni um árið”

sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur við Sosialin 4. apríl 2014.

Avkastið hjá eigarunum er øgiligt

Hetta er sjón fyri søgn av myndini omanfyri, ið er gjørd úr talvu hjá Kára Petersen í Sosialinum 2. mai 2014. Fyri at vísa hvussu øgiligar fyrimunir uppisjóarvinnan hevur av tillutaða einkarrættinum til hetta fiskatilfeingið, samanber Kári tvey feløg í uppisjóarvinnuni við nøkur onnur partafeløg, ið annars eisini ganga sera væl, men virka uttan líknandi framíhjárættindini sum uppisjóarvinnan hevur.

4.700 føroyingar í fátækraváða

Samgongongan gevur meir enn 340 mió. kr. í skattalætta um árið til teirra, sum frammanundan eru best fyri í Føroyum.

Samgongan lutar árligar gávur út fyri milliardir til eitt lítið úrvalslið av skipaeigarum.

Samstundis vísir nýggja inntøkuuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, at talið av fólkum, ið liva undir fátækramarkinum í Føroyum vaks við 500 fólkum frá 2011 til 2012.

Uppgerðin vísir, at henda trupla støðan serliga rakar stakar uppihaldarar, aðrar smábarnafamiljur og pensjonistar.

Hvat hevði tað kostað at lyft øll úr fátækraváða?

Hagfrøðingurin Jón Joensen hevur roknað upp á tølini fyri at finna fram til, hvussu nógv tað hevði kostað at lyft øll tey 4.700, ið liva í fátækraváða, upp um fátækramarkið.

Úrslitið hann er komin til er undrunarvert. Hevði tað borið til at rokkið hvørjum einstakum, ið livir undir fátækramarkinum, hevði tað kostað 78 mió. kr. at lyft øll uppum. Rættari er óivað at siga, at hetta er tann samanlagda upphæddin, sum tey 4.700 fólkini tilsamans eru undir fátækramarkinum. Hartil hevði so komið kostnaðurin av tí sosialpolitiska átakinum, sum skuldi verið sett í verk fyri at fremja uppgávuna.

Jón Joensen hevur eisini roknað eitt dømi, hvussu lítil broyting ella umfordeiling í inntøkubýtinum hevði kunna givið júst 78 mió. kr. Um man t.d. gjørdi tað mest einfalda og skar tann allarovasta toppin av inntøkunum hjá teim 286 hægstløntu føroyingunum, so hvør einstakur teirra hevði 800.000 kr. eftir aftaná skatt, so hevði tað givið júst 78 mió. kr.

Ein progressiv skattanýskipan

Skal tað bera til at gera eitt rættvísari og javnari býti av ríkidøminum í Føroyum, er ongin ivi um, at høvuðsleiðin gongur eftir eini skattanýskipan, ið bæði ger landsskattin, kommunuskattin og kapitalvinningsskattin progressivan, setir ein byrjandi kapitalognarskatt á skrá - og samstundis minkar mest møguligt um tann mest asosiala skattin av øllum, mvg-ið á øllum húsarhaldsvørum.

Hans Pauli Strøm