Óheft barnaumboð skal tryggja rættindini hjá føroyskum børnum

2012-10-03 16:53

Ein óheft skipan við barnaumboði skal tryggja rættindi barnanna. Ein mió. krónur eru settar av til endamálið í 2013

Í 2011 fingu Føroyar átalu frá ST fyri ikki at hava ein óheftan stovn, ið hevur til endamáls at tryggja rættindi barnanna. Hesa átalu hevur landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, tikið í álvara og er peningur settur av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 til eina óhefta skipan við barnaumboði.

Barnaumboðið skal tryggja, at lóggávan á barnaøkinum er í samsvari við ásetingarnar í ST- barnarættindasáttmálanum og at eftirlitið á barnaøkinum sum heild, verður styrkt. Óhefta skipanin við barnaumboði skal eisini tala barnanna sak í almenna kjakinum og virka fyri at geva børnum betri møguleikar at luttaka í kjakinum og harvið ávirka samfelagsmenningina. Í viðmerking sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

- Tað er ein mannarættur, at tú sum barn kann hava ein góðan barndóm og vaksa upp undir tryggum korum. Eitt óheft barnaumboð kemur at hava eitt vakið eyga við, at føroysk børn hava góð lívskor og at vit í politisku skipanini hava sum stavnhald at liva upp til barnarættindasáttmálan hjá ST.

Almannamálaráðið arbeiðir í løtuni við lóggávu, ið skal áseta virksemi, karmar, heimildir og skyldur hjá óheftu skipanini við barnaumboði.

 

Annika Olsen, landsstýriskvinna