Ógvusligt høgrarák skapar ikki tolsemi millum menniskju!

2012-10-09 16:25

Vit eru í løtuni vitnið til, at ógvusligt høgrarák er, sum førir við sær at avmarkingar verða raðfestar heldur enn avbjóðingar. Hóast óteljandi fakligar áheitanir verða bornar fram, sum bera á annað borð, verður ikki lurtað.

Hótt verður við brúkaragjøldum samstundis, sum dyrgt verður við barnakekki o.s.fr

Eingin samanhangur er í tí, sum verður sagt og gjørt, og hettar ørkymlar borgararnar og skapar ótryggleika í øllum samfelagnum

Eisini kommunurnar merkja høgrarákið, og vit kunnu bara ímynda okkum, hvat hendir, um hettar rákið eisini fær fastatøkur á førda politikkin í Tórshavnar Kommunu.

Eitt samfelag hevur brúk fyri øllum og sjálvandi eisini fyri ymiskleikanum. Júst í ymiskleikanum er framburður, og tí eiga vit at skipa okkum soleiðis, at øll uttan mun til, hvussu vit síggja út, hvørja trúgv vit hava, hvørjum vit liva saman við, ella hvussu stórur pengapungurin er, øll hava somu rættindi til samfelagið og tær tænastur, samfelagið hevur at bjóða.

Tað er óðamannaverk at fara at seta brúkaragjøld á t.d. sjúkraviðgerð. Tað er lætt at vera fyri slíkum, tá ið pengar eru til taks. Men tað er nú einaferð soleiðis, at tað eru fleiri í okkara samfelag, sum ikki hava góðu ráðini. Tað vísir seg sum, at hettar er ringt at fata hjá teimum, ið ætlað slíkan politikk. Tey hava rætt og slætt ilt við at seta seg í ta støðu, sum fleiri av okkara medmenniskju eru í.

Øll kunnu koma í eina støðu, har brúk er fyri hjálp, og tá er gott at vita sær, at hjálp er at heinta.

Nei, í staðin fyri at spjaða borgarar og samfelagið alt, eiga vit at hjúkla um samhaldsfasta samfelagið, har vit lyfta í felag og bera byrðar hvør hjá øðrum.

Vit gjalda øll skatt. Tað, sum kemur inn við skattinum fer til tær vælferðartænastur, sum vit øll hava tørv á og kunnu brúka á jøvnum føti. Skattainntøkan verður eisini brúkt til at gera íløgur, sum tryggja neyðug átøk til framburð.

Í býráðsarbeiði er sjálvandi altíð neyðugt at fáa mest møguligt burtur úr hvørji einastu krónu, so skattaprosentið ikki verður óneyðuga høgt. Við miðvísum og framskygdum arbeiði ber eisini á mál við hesum.

Tjóðveldi hevur samhaldfesti sum aðalmál, og mín vón er, at vit ikki forførast av ógvusliga høgrarákinum, sum einans vil skattin niður og brúkaragjald á vælferðartænastur. Tí so verður endin, at bert tey vælbjargaðu er lív lagað her á landi, og tað má ikki henda – tað er avgjørt brúk fyri okkum øllum somlum!

Andrea Heindriksdóttir - listi E