Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ógreiðar framtíðarætlanir fyri børn og ung við sálarsjúku

Heilsupolitikkur - 

Framtíðarætlanirnar fyri børn og ung við sálarsjúku eru ógreiðar, og tað er nógv, sum bendir á, at hesi ikki eru raðfest serliga høgt í Heilsu- og Innlendismálaráðnum - hetta sjálvt um Landssjúkrahúsið byggir út fyri einar 500 mió. kr. Svar er nú komið frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum um umstøður og viðgerð til børn og ung við sálarsjúku

Eg haldi, at svarið frá Sirðið Stenberg til mín, greitt vísir, at hesin bólkur av okkara borgarum ikki fær neyðugu høgu politisku raðfestingina av samgonguni og landsstýriskvinnuni.

Økið verður ikki ment ella uppgraderað við útbyggingini fyri einar 500 mió. kr. og er als ikki tikið við í byggiskránna og prosjekteringina. Hesin bólkur skal bara kroystast inn onkrastaðnis, tá byggjaríið einaferð stendur liðugt, ella flytast til okkurt óhóskandi stað í gamla bygninginum.

Setan av t.d. einum serlækna í barna- og ungdómspsykiatri er postivt, men tað er avgerandi neyðugt, at patientar og røktarfólk hava umstøður og kunnu veita viðgerðartilboð, sum eru á hædd við okkara grannlond - hetta er ikki støðan og heldur ikki tað, sum liggur fyri framman.

Tað er onki at ivast í, at tørvurin á viðgerðartilboðnum til børn og ung við sálarsjúku er stórur og í vøkstri, men tá viðgerðartilboðini ikki eru nøktandi, so sigur tað seg sjálvt, at hagtølini vísa nakað annað enn veruleikin er - tørvurin verður tryktur niður og er fjaldur við verandi vánaligu umstøðum og vantandi viðgerðarmøguleikum. Nøkur velja enntá at flyta av landinum við sínum børnum og ungu, vegna vantandi viðgerðartilboð í Føroyum.

Fyri mær virkar tað sum um, at økið børn og ung við sálarsjúku flýtur og er óskipað - nógv tos, nógvar ógreiðar ætlanir og vantandi avgerðir.

Í svarinum, dagfest 4. januar 2018, frá Sirið Stenberg stendur:

Sitat byrjar “1. Hví er ongin serlig deild innrættað fyri seg í nýbygninginum á Landssjúkrahúsinum til børn og ung við sálarsjúku, hóast tørvurin á innleggingum er í vøkstri, og nýggi bygningurin ikki rúmar dygdargóðum viðgerðarmøguleikum, sum onnur framkomin lond veita?

Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er skipað ein barna- og ungdómspsykiatrisk eind, sum tekur móti børnum og ungum úr øllum landinum og familjum teirra. Í Fíggjarlógini fyri 2018 er økið raðfest og peningur er settur av til nýtt dagtilboð til børn og ung. Endamálið við dagtilboðnum er at styrkja viðgerðartilboðini til tey, sum millum annað stríðast við ótta, tunglyndi og etingarólag. Eftir ætlan kann hetta eisini vera við at byrgja fyri innleggingum av børnum og ungum.

Sambært royndum og samanborið við grannalond okkara er greitt, at tørvurin á seingjarplássum er so mikið lítil - kanska eitt ella tvey pláss í senn - at mett verður ikki, at grundarlag er fyri eini serstakari seingjardeild til at loysa hendan tørvin.

Tað er ofta ein avbjóðing í okkara lítla sjúkrahúsverkið, sum skal loysa nógvar tørvir, at teir mugu loysast á annan hátt enn aðrastaðni.

2. Er ein deild til børn og ung við sálarsjúku nakrantíð tikin við í byggiskránna og prosjekteringina av nýggja bygninginum, ella er hetta spart burtur?

Avgerðin um ikki at skipa eina serstaka deild til innlegging av børnum og ungum við psykiatriskum sjúkum, er ikki grundað á játtanina til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum. Við støði í teimum lutfalsliga fáu innleggingunum - umframt at tað í nýbygninginum verður so, at øll fáa einastovur við egnum vesi- og baðiumstøðum - so er betur at skipa hetta á annan hátt.

Flytingin í nýbygningin gevur rúm aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum fyri øðrum virksemi, men endalig støða er ikki tikin til, hvussu hesi øki skulu brúkast. Í løtuni verður arbeitt við eini nýggjari heildarpsykiatriskari ætlan, og ein partur av uppgávuni er at koma við boð uppá, hvussu ein fær skipa besta barna- og ungdómspsykiatriska tilboðið í Føroyum. Tá tann ætlanin fyriliggur er betur grundarlag at taka støðu til framtíðar tilboðið.

3. Er ætlanin at seta fleiri sálarfrøðingar í starv við servitan innan viðgerð av børnum og ungum við sálarsjúku?

Tað verður alla tíðina arbeitt við eini menning av barna- og ungdómspsykiatriska viðgerðartilboðnum her heima - eisini við samstarvi við onnur sjúkrahús, til tess at víðka um okkara servitan.

Frá 1. januar 2018 er settur ein sálarfrøðingur og eina sjúkrarøktarfrøðingur í starv afturat, og 1. mars 2018 er settur eina serlækni í barna- og ungdómspsykiatri afturat eins og settur verður ein læknaskrivari.

Í sambandi við at omanfyrinevnda dagdeild fyri børn- og ung skal skipast, verður eisini tørvur á at seta fleiri starvsfólk. Endalig støða er ikki tikin til hvørjar starvsbólkar talan verður um, men tilboðið, sum verður veitt í dag er tvørfakligt.” Sitat endar.

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin