Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ognarrættur, og gongd í náttúruni

2019-08-19 13:31

Fólkaflokkurin fer til val uppá, at ognarrætturin skal virðast, og at føroyingar skulu kunna njóta náttúruna ókeypis.

Føroyingar liva eins og flestu onnur fólkasløg longri og longri frá náttúruni. Hjá teimum flestu er náttúran í dag nakað man brúkar fyri at nøkta sín egna tørv á upplivingum og til sálarbót.

Fyri onnur er henda sama náttúran eitt arbeiðspláss, sum er avgerandi fyri um viðkomandi klárar at lívbjarga sær og síni familju.

Nú vaksandi ferðavinna og gongd í haga og bø er veruleiki, mugu vit eftir mínum tykki skilja ímillum vinnuliga og privata gongu, og so mugu vit eisini skilja ímillum føroyingar og útlendingar.

Kjakið er skarpt sett upp, antin ella, sum flestu onnur politisk kjakøki undir hesi samgonguni.
Loysnin er helst at hava virðing; virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvør øðrum.

Hvør einasti blettur av hesum landi er ein partur av einum matrikli, og allir matriklar hava sambært lóg sama rætt. Tann sum eigur ella umsitur ein av hesum ognarlutum hevur ræðisrættin á hesum. Soleiðis skal tað eisini verða framyvir, tí ognarrætturin er heilagur.

Føroyingar sum fara sær ein túr í hagan, skulu sjálvandi sleppa frá at gjalda fyri tað, sum teir altíð hava gjørt.
Men vit føroyingar mugu virða, at onnur eiga ognina vit ganga á, og mugu somuleiðis virða at vit noyðast at víkja ella laga okkum til, tá tann sum eigur ella umsitir ognina hevur tørv á hesum.

Vinnuliga fyriskipaði ferðaløg, føroysk ella útlendsk, sum ætla sær at ganga gjøgnum ein ognarlut, skulu sjálvandi gjalda fyri tað, um eigarin ella umsitarin krevur tað.
Eigarar og umsitarar av ognarlutum sum stórur áhugi er at vitja, eiga eisini at kunna taka gjald frá útlendskum ferðafólkum, eins og allir eigarar og umsitarar skulu hava møguleikan at fyriskipa vinnulig ferðavinnutilboð á egnum ognarlutum.

Her skal talan ikki verða um nakað sentralt innkravt gjald, tí tað kemur als ikki at koma teimum til góðar sum hava avbjóðingarnar við ferðafólkastreyminum til dagligt, umframt at hetta eisini verður ein dýr sentral umsiting afturat. Heldur skal tað verða upp til hvønn einstakan ognara at krevja inn, ella ein møguligan ognarfelagskap, sum tó í hampuligari tíð má fráboðað hetta.
Hesi viðurskiftini eiga vit at staðfestast við lóg, eins og tey rættindi vit sum føroyingar hava í dag at ganga millum bygda eftir varðagøtum og vegum eisini skulu verða partur av hesi lóg.

At ognarrætturin er heilagur vil Fólkaflokkurin verja allan vegin, og fái eg møguleikan verður hetta eitt tað fyrsta málið ið loysast skal komandi tingsetu, so vit fáa frið aftur um hetta mál.

Brandur Sandoy,
Valevni Fólkafloksins